Tíðindi


Scott Harrington ungdómsmennari

19.05.2017

Scott Harrington heldur fram sum ungdómsmennari komandi kappingarár hjá Neistanum.

Scott Harrington kom til felagið fyri 2 árum síðani og bleiv settur at menna okkara venjarar og ungdómslið. Scott hevur heilt víst sett sín serliga dám á ungdómsarbeiðið. Scott er ein sera dugnaligur og frintligur hondbóltsvenjari. Hann er ungur, hevur góða og nýggja hondbóltsútbúgving, sum eisini sæst aftur í hansara venjingarhátti.

Tað tekur tíð hjá einum felag og einum ungdómsmennara at vísa úrslit, men vit halda at ætlanin at leggja á annan bógv, er væl á veg og búnast við tíðini. Arbeitt hevur verið miðvíst við at skapa eitt nýtt venjingarumhvørvi og eina nýggja mentan bæði fyri leikarar og venjarar síðan Scott kom í 2015. 

Arbeiðsorkan hjá Scott verður tí eisini serliga ætlað okkara børnum og ungu leikarum komandi ár kappingarár. Hann kemur at leggja dent á menning av einstaklingum, liðspæli og ikki minst menning av okkara venjarum. Hann kemur at geva víðari av sínum hondbóltskunnleika til allar aldursbólkar bæði til venjing og til dystir.

Málið hjá okkara ungdómsmennara er at geva okkara børnum, ungdómsleikarum og venjarum nakrar nýggjar førleikar, so teir mennast og gerast góðir hondbóltsleikarar/venjarar. 

Vit gleða okkum at arbeiða saman við Scott komandi kappingarár og ynskja honum góða eydnu.

 
 

Venjarartoymið hjá besta kvinnuliðnum

17.05.2017

Neistin og Danilo Gagliardi hava longt teirra samstarvsavtalu eitt ár.

36 ára brasilski venjarin Danilo Gagliardi skal verða høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum hjá Neistanum aftur komandi kappingarár.
Scott Harrington verður hjálparvenjari og okkara trúgvi neistamaður Eirikur Magnussen verður liðleiðari.

Hetta venjaratoymið er nýtt. Tó hava teir arbeitt saman í toppdystum seinasta kappingarár. Venjarnir koma at hava eitt sera spennandi lið at arbeiða við við bæði royndum og ungum óroyndum leikarum.

Vit gleða okkum at síggja Danilo, Scott og Eirikur samstarva og ynskja teimum góða eydnu.

Tróndur, Rósing & Jákup

15.05.2017

Hvørt ár hevur felagið ta avbjóðingina, at leikarar leita sær av landinum í lestrarørindum o.a., sum ger, at bæði FTZ og Hvonn missa fleiri leikarar.

Men tað gleðiliga er, at teir allar flestu koma eisini heim aftur.

Tað er nú greitt at Rósing Rasmussen, Tróndur Kragesteen og Jákup Apol koma aftur til Føroyar eftir loknan lesna.

Tríggjir góðir hondbóltsleikarar, sum hava spælt saman gjøgnum ungdómsárini í Neistanum, koma nú heim og verða ein partur av Neista FTZ hópinum og verður hetta uttan iva ein góður styrkur hjá Neistanum.

Vit ynskja Tróndur, Rósing og Jákup hjartaliga vælkomnum og góða eydnu.

Áki Mørk hjálparvenjari

11.05.2017

Áki Mørk hjálparvenjari hjá besta mansliðnum hjá Neistanum

Tað verður Áki Mørk, sum skal hjálpa Jeppa Borch og besta mansliðnum hjá Neistanum komandi kappingarár.
.
Áki Mørk er 35 ár, útbúgvin lærari og býr í Tórshavn. Sigast kann eisini, at Áki er ein kendur maður í Neistahøpi. Hann er uppvoksin í einari góðari, sterkari Neistafamilju og eigur hann nógv sporini á vøllinum í í tí bláu draktini og hevur Áki eisini drúgvar royndir sum venjari hjá m.a. okkara besta mansliði.
.
Vit eru sera fegin um at síggja Áka, sum ein part av venjaratoyminum hjá monnunum aftur og ynskja honum hjartaliga vælkomnum og góða eydnu.

FM finalubrak

19.04.2017

FM FINALURNAR🔹UPPHITING

Aftur í ár eru okkara kvinnur í FM finaluni. Spælt verður móti Kyndli. Neistin og Kyndil hava verið einaráandi á toppinum alt hettar kappingarárið. Liðini eru sera jøvn, men Neistin hevur munin og liggur á fysta plássi við 35 stigum.

Neistin hevur spælt 4 landskappingardystir móti Kyndli og av hesum hava vit vunnið tveir og tapt tveir. Kappingin er hørð, men sigast skal tó, at tapini hava verið tepur við 1 og 2 málum, og tann eini sigurin hjá okkara kvinnum móti Kyndli hevði úrslitið 28-17.

Vit gleða okkum til tvær (tríggjar) góðar finalur og ynskja leikarum og venjaratoyminum góða eydnu.

Skipað verður sjálvandi fyri upphiting fyri áskoðarunum.

🔹Mikudag, í dag, verður upphiting kl. 16.30 í Neistahølinum/Gundadalshøllin

🔹leygardagin kl. 17.30 í kantinuni í høllini á Hálsi.

Komið øll við bæði stór og smá og verið í bláum 

Komið og stuðlið. Latið okkum syrgja fyri at hoyrast og síggjast væl og viriliga.

 

Neistin, Blátt er Gott💪💪💙

 

Finalurnar verða spældar soleiðis:

 

🔹MIKUDAGIN 19/4-17

Kl. 16.30  Upphiting í Neistahølinum

Kl. 18.00. Kyndil - Neistin í Høllini á Hálsi

 

🔹LEYGARDAGIN 22/4-17

Kl. 17.30  Upphiting í kantinuni í Høllini á Hálsi

Kl. 19.30. Neistin - Kyndil í Høllini á Hásli

 

🔹SUNNUDAGIN 23/4-17 ( ein møgulig triðja finala verður spæld, um javnleikur er millum liðini aftaná 2. Finaluna) Kl. 15.30. Upphiting í kantinuni HH Kl. 17.00.  Neistin - Kyndil í HH

 

 

Høvuðvenjari hjá fremsta mansliði

31.03.2017

Høvuðvenjari hjá fremsta mansliði hjá Neistanum komandi kappingarár
 
Jeppe Borch, sum ikki er heilt ókendur í Føroyskum hondbólti, verður nýggjur høvuðsvenjari hjá
fremsta mansliði hjá Neistanum komandi ár.
 
Jeppe Borch er dani, frá Odense, Danmark. Jeppe hevur drúgvar royndir sum venjari og eru vit
sera væl nøgd við, at hann vil brúka sínar venjara førleikar í Neistanum komandi kappingarár og
gleða okkum til hetta samstarv.
 
Jeppe Borch hevur verið venjari í “Skolerne i Oure Sport & Performance” á Fyn í Danmark frá
2007-2015
Síðan juli 2015 hevur Jeppe verið høvuðsvenjari hjá fremsta mansliði hjá KÍF.
 
Vit ynskja Jeppe hjartaliga væl komnum og góða eydnu.

Fýra Neistagentur á U 19 landsliðnum

14.03.2017

Fýra Neistagentur á U 19 landsliðnum
 
Føroyska U 19 landsliðið hjá kvinnum fer í morgin til Makedonia, har tær skulu spæla EM-undandystir móti ávíkavist
  • Moldova
  • Ungarn
  • Makedonia.

​Fýra Neistagentur eru á U 19 landsliðnum, tær eru::

  • Rannvá Dahl Hanusson
  • Margit Weihe Fríðmundsdóttir
  • Drós Ragnarsdóttir
  • Fríða á Dunga.


Fríggjadagin:
17.03 16:00 Faroe Islands – Moldova https://youtu.be/1OBQqcRUpkI
17.03 18:30 Hungary – Macedonia https://youtu.be/xTplpmYTa9I

 
Leygardagin:
18.03 16:00 Hungary – Faroe Islands https://youtu.be/GdUFJm-ZQT0
18.03 18:30 Macedonia – Moldova https://youtu.be/MmGttDywOpA
 
Sunnudagin:
19.03 16:00 Moldova – Hungary https://youtu.be/KeB-aR-2f4M
19.03 18:30 Macedonia – Faroe Islands https://youtu.be/pnq9rDfMJiw

Vit ynskja U-19 gentunum góða eydnu í Makedonia

Steypafinalur

16.02.2017

OKKARA NEISTAKVINNUR, DREINGIR 16, GENTUR 12 A OG B Í STEYPAFINALUNI
 
Sunnudagin spældu Neistakvinnurnar seg í steypafinaluna í Faxe kondi kappingini, tá tær vunnu 2. hálvfinaluna móti VB. Neistin skal spæla móti Kyndil leygardagin 18. feb. kl. 13.30 í høllini á Hálsi og verður hettar vantandi ein sera spennandi dystur. Neistin og Kyndil fylgjast í toppinum í landskappingini og sýnast hesi bæði liðini at verða sera jøvn. 
 
Dreingir 16 spældu hálvfinalu móti STÍF, har teir vunnu ein tryggan sigur 29-22. Neistin skal spæla móti VÍF í steypafianluni og kunnu vit eisini vanta okkum eina sera spennandi finalu millum hesi bæði liðini, sum hava bæði tapt og vunnið tepurt á hvørjum øðrum. Finalan er sunnudagin 19. feb. kl. 19.00 í høllini á Hálsi.
 
Í Gentum 12 er tað ein sera flott og sjalvsom blá finala. Bæði gentur 12 a og gentur 12b hava spælt seg í steypafinaluna. Bæði liðini vunnu sera sannførandi sínar hálvfinalur. G12a vunnu 18-2 á STÍF og G12b vunnu 15-3 á H71a. Finalan hjá gentum 12, sum verður millum tvey Neistalið G12a móti G12b, verður sunnudagin 19. feb. kl. 14.10 í høllini á Hálsi. 
Ein finala, har vit áskoðarar, sleppa at klappa og fegnast hvørjaferð skorað verður, líkamikið hvat lið skorar :) Betri kann tað vallað blíva fyri tað bláa hjarta.
 
Vit fara at ynskja venjarunum, Danilo Gagliardi, Eirikur Magnussen,Terja Mørk, Torkil Hentze, Scott Harrington, Sigrun Mikkelsen og Eyðun R. Jensen og leikarunum hjartaliga tillukku við finalu luttøkuni og góða eydnu í vikuskiftinum.
 
Liðini spæla soleiðis:
 
LEYGARDAGIN 18/2-17
Kl. 13.30   Neistin – Kyndil (kvinnur)
 
SUNNUDAGIN 19/2-17
Kl. 14.10   G12   Neistin a – Neistin b
Kl. 19.00   D16   VÍF – Neistin
 
Komið øll og stuðlið. Latið okkum syrgja fyri at hoyrast og síggjast væl og virðiliga.
Neistin, Blátt er Gott

Neistin & Kris

01.02.2017

Vit í Neistanum eru sera glað fyri at sleppa at varpa ljós á felagsskapin Kris, sum vit halda
ger eitt fantastiskt arbeiði og sum er sera týdningarmikið og viðkomandi fyri okkum øll og
ikki minst innan hondbóltin, har nógvur ungdómur samlast.
Neistin stuðlar KRIS við at vísa teirra logo á spælarablusunum hjá bæði kvinnum og monnum.
 
Hettar er ein lítil tíðindastubbi, sum Kris hevur lagt út:

Sera umráðandi at fáa boðskapin út  : "Kynsligur Àgangur"
Honbóltsfelagið "Neistin" er úr Tórshavn, vit eru takksom at tey vilja varpa ljós á hettar evni , við at hava okkara navn á blusum.

120 Neistaleikarar á hondbóltsskúla

01.01.2017

 

Neistin leggur nógv fyri at vera eitt gott og mennandi felag hjá børnum, ungum og vaksnum at vera partur av, og javnan eru tiltøk sum stimbra. 
 
Seinastu dagarnar hava 120 Neistaleikarar í aldrinum 10-18 ár verið á hondbóltsskúla í ávikavist Kollafirði og í Gundadali. Endamálið við hondbóltsskúlanum er at styrkja felagsskapin bæði tá umræður venjing og trivnað.
 
Tað eru Neistavenjarar sum hava skipað venjingarnar, meðan foreldur hava skipað praktiska partin. 
 
Nógv er komid burturúr hesar dagarnar, og nú gera Neistaleikarar seg kláran at fara undir seinnu helvt av kappingarárinum.
 
Við nøkrum myndum frá Hondbóltsskúlanum 2016 ynskir Neistin gott nýggjár.

Grannauppgerð í kvøld

14.12.2016

Grannauppgerð í kvøld, mikudag 14.desember
Seinastu dystirnir í hesum árinum, hja kvinnunum og monnunum, verða spældir í kvøld í Høllini á Hálsi.
Farna vikuskiftið varð full úrtøka hjá báðum liðunum. Ynskiligt er sjálvandi fyri allar partar, at liðini bæði kunnu fara í jólafrí við enn fleiri stigum í posanum, livst so spyrt.
Góða eydnu og góðan dyst!

Kl. 18.30 Kyndil-Neistin (Hvonn)
Kl. 20.00 Kyndil-Neistin (FTZ)
 

Seks Neistaleikarar á kvinnulandsliðnum

02.12.2016

Í vikuskiftinum verða A-landsliðsdystir hjá kvinnum spældir í Høllini á Hálsi.
Londini sum kappast eru: Eysturríki, Ísland, Makedonia og Føroyar.

Leikskráin sær soleiðis út:

  • Fríggjadagin kl. 18.00 Eysturríki - Ísland
  • Fríggjadagin kl. 20.00 Føroyar - Makedonia
  • Leygardagin kl. 15.00 Eysturríki - Makedonia

  • Leygardagin kl. 17.00 Føroyar - Ísland

  • Sunnudagin kl. 16.00 Ísland - Makedonia

  • Sunnudagin kl. 18.00 Føroyar – Eysturríki

Á føroyska kvinnulandsliðnum eru ikki færri enn 6 Neistaleikarar:

Birita Ingolfsdóttir
Eir Martinsdóttir Berg
Brynja Høj
Lilja Mohr
Margit Weihe Fríðmundsdóttir
Fríða Petersen.

Marjun Falkvard Danberg varð eisini úttikin, men breyt sær ein fingur undir venjing mánakvøldið og verður tí ikki ein partur av kvinnulandsliðnum hesuferð.

Nevndin gleðist um at tit fáa henda møguleikan, og ynskir tykkum og venjarunum góða eydnu við kappingini.

 

Tepurt tap í fyrra Evropa Cup dystinum

15.09.2016

Fyrri dysturin í evropeisku kappingini millum Neistan og rumenska liðið CMS Ploiesti gjørdist sera javnur og spennandi. Tá avtornaði, vunnu rumenar við tveimum málum. Endaliga úrslitið gjørdist 26-24 til CMS Ploiesti.

Neistakvinnur við Marjuni Danberg á odda byrjaðu dystin væl, og vóru eitt skifti framman fyri 8-6. Men rumenska liðið kom afturíaftur, og tá farið varð til hálvleiks, stóð á jøvnum 12-12.

Tað leikaði eisini javnt á í seinna hálvleiki, og tað var ongantíð meira enn eitt mál á muni fyrr enn móti dystarenda, tá tað eydnaðist rumenum at koma fram um við 2 málum.

Stóri spælarin hjá Neistanum var Marjun Danberg, sum gjørdi helvtina av teimum 24 málunum. Bára Hansen gjørdi 4 mál, Brynja Høj 3, Birita Jacobsen 2, og Lilja Mohr, Eir Berg og Fríða á Dunga gjørdu eitt mál í part.

Brasilski venjarin hjá Neistakvinnum, Danilo Gagliardi, var væl nøgdur við avrikið hjá Neistanum, og hann hevur góðar vónir undan seinna Evropa Cup dystinum, sum verður spældur í Rumenia leygardagin.

Ferðaliðið hjá Neistanum fer úr Føroyum hósdagin.

Neistin bjóðar av í Evropa.

06.09.2016

Komandi leygardag kl.19.00 í Høllini á Hálsi, verður fyrsti Evropa Cup dystur millum Neistakvinnur og Rumensku kvinnurnar CSM Ploiesti.

Tað er ikki á hvørjum degi at so góð evropisk hondbóltslið vitja í Føroyum, so spennandi verður at vita, hvussu leikur ferð. Neistakvinnur taka av avbjóðingini við góðum treysti.

Mikudagin verður eitt Evropa Cup blað borið út til øll húsarhald í Tórshavn, Argjum, Hoyvík, Velbastað og Kirkjubø. Eitt áhugavert blað við góðum lesnaði.

Vónandi síggja vit nógvar áskoðarar í Høllini á Hálsi leygardagin kl.19.00

Verið hjartaliga vælkomin!

Neistamenn brynja seg til komandi kappingarárið

11.08.2016

Scott Harrington sum stóð á odda fyri Neistamonnum seinnu helvt av seinasta kappingarári heldur fram sum venjari, og afturat sær hevur hann Ára Rouch.

Liðið er mannað við ungum leikarum, sum saman við ársins málmanni í fjør Nicholas Satchwell fara at mynda liðið.

Neistin hevur harafturat styrkt seg til komandi kappingarár við norskum leikara. Talan er um 27- ára gamla spælskiparan Christopher Lorenzo Moe, sum seinastu árini hevur spælt í bestu norsku honbóltsdeildini.

Christopher hevur drúgvar royndir sum hondbóltsleikari bæði í Danmark og í Noregi, og hann er longu komin til Føroya og venur við Neistamonnum.

Fyrireikingarnar til komandi kappingarár eru av álvara farnar í gongd, og spennandi verður at síggja hvussu langt unga Neistaliðið kann koma.

Scott Harrington verður umframt venjari hjá besta mansliðnum eisini ungdómsmennari í felagnum.

Neistin møtir rumenskum liði

19.07.2016

Í dag hevur lutakast verið, hvussu spælast skal í fyrsta umfari í Evropæisku kappingunum fyri lið.

Einasta føroyska liðið, sum hevur meldað til eru greipuvinnararnir hjá kvinnum, Neistin.

Tær skulu í fyrsta umfari møta rumenska liðnum CSM Ploiesti. Liðið endaði í fjør sum nr 6 í rumensku kappingini.

Dystirnir verða spældir vikuskiftið 10/11 september og 17/18 september. Fyrireikingarnar eru nú farnar í gongd, og ætlanin er at fáa annan dystin heima

Evropacup dystirnir verða samstundis fyrsta avbjóðingin hjá nýggja brasilska venjaranum hjá Neistakvinnum, Danilo Gagliardi

Danilo skal venja Neistakvinnurnar

07.06.2016

Neistin hevur í dag skrivað sáttmála við brasilska Danilo Gagliardi, um at venja kvinnuliðið hjá felagnum komandi kappingarár. Danilo er 35 ára gamal og kemur úr einum starvi hjá brasilska hondbóltssambandinum, har hann seinastu árini hevur verið partur av toyminum rundan um brasilska kvinnulandsliðið, sum í 2013 gjørdist heimsmeistari í hondbólti.

Danilo er í Føroyum hesa vikuna og kunnar seg um umstøðurnar, og í gjárkvøldið hevði hann eisini eina venjing við Neistakvinnunum. Mikukvøldið kl. 19 stendur hann á fyrsta sinni á odda fyri Neistakvinnunum, tá tær spæla venjingardyst í Høllini á Hálsi móti U 18 kvinnulandsliðnum. Seinni í vikuni venur hann eisini onnnur lið hjá Neistanum

Neistakvinnur, sum seinasta kappingarár vunnu 41. Føryameistaraheitið í hondbólti, hava stórar ætlanir til komandi kappingarár, millum annað hevur felagið meldað til evropisku kappingina hjá EHF.

Danilo er giftur við Julianu og tey flyta bæði til Føroya í august, tá hann tekur við

starvinum sum venjari.