EvropaCup


Hóast møguleiki hevur verið á nær­ um hvørjum ári at fara út í Evropu at spæla, eru heili 30 ár síðani Neistakvinnur seinast spældu Evropa Cup dystir.

Nú er loksins aftur møguleiki hjá Neista­ kvinnum at royna seg, og hóast hettar er ein stórur biti at gloypa, taka vit av avbjóðingini við góðum treysti.

Hugaligt er at síggja at fleiri av okkara ungu klára seg væl, tá farið verður út um landodd­ arnar í landsliðshøpi. Tað verður nú eisini stuttligt at síggja, hvussu føroysk feløg klára seg í evropa.

At taka stigið og fara út í Evropa at spæla er eitt upplivilsi fyri leikararnar, at bjóða av og royna seg móti sterkum liði og leikarum úr øðrum londum.

Ynskiligt hevði verið at fleiri feløg tóku stig til at luttaka í Evropa Cup, men tíverri er kostnaðurin ofta ein forðing.

Eg havi í míni tíð havt nógvar ymiskar leiklutir í Neistanum. Fyrst sum leikari síðani foreldur, venjari, seinnu árini í nevnd og seinasta árið sum forkvinna í felagnum.

Allir leiklutir eru umráðandi, eingin meiri umráðandi enn annar.

Í einum stórum felagið sum í Neistanum skulu nógvar hendur til fyri at lyfta, og skal alt hepnast má lyftast í felag.

Nevndin vil takka fyri hollan stuðul frá stuð­ lum og øllum teimum mongu Neistafjepp­ arunum sum gera mun tá á stendur, og taka hond í við felagsabeiðinum.

Við stórum bláum hjarta gleði eg meg til Evropa Cup dystirnar, og vóni at hesir fara at geva okkara spælarum, fjepparum og stuðlum eina góða uppliving og vera føroy­ skum hondbólti at frama.

Vit vóna at síggja nógv hondbóltsáhugaði í høllini til dyst.

Fyrri Evropa Cup dysturin verður leiktur í Føroyum leygardagin 10. September kl. 19 í Høllini á Hálsi, meðan seinni dysturin verður leiktur í Ploiesti, Rumenia leygardagin 17.september kl. 18.00.

Hjartaliga vælkomin, og góðan dyst!

Blátt er gott!

Súna Mørk
forkvinna NEISTIN