U18 MENN TIL EM

03.08.2022

Neistaleikararnir, Isak Vedelsbøl, Niklas Gaard og Aleksandar Sasha Lacok eru millum teir 16 leikararnar, sum eru úttiknir til U18 landsliðið við monnum, sum skal til EM-endaspæl í Montenegro.

EM-endaspælið verður spælt í Podgorica í tíðarskeiðnum 4. -14. August. Føroyar eru í bólki saman við Spania, Fraklandi og Svøríki.
Venjararnir eru Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen. Málverjuvenjari er Ári Egason, fysioterapeutur er Durita Rouch og liðleiðari er Rani Ellingsgaard.

Fyrstu dystirnir hjá Føroyum verða leiktir soleiðis:

Hós. 4. Aug. Kl. 13.00. Svøríki – Føroyar
Frí. 5. Aug. Kl. 13.00. Føroyar – Spania
Sun. 7. Aug. Kl. 15.00. Frankaríki – Føroyar

Neistin ynskir Isak, Niklas og Sasha hjartaliga tillukku við úttøkuni og ynskir teimum, liðnum og venjaratoyminum góða eydnu.


Koyr á Føroyar.

U18 KVINNUR TIL HM

03.08.2022

Ikki minni enn 7 Neistakvinnur eru úttiknar til U18 landsliðið við kvinnum, sum nú er ávegis til Norðurmakedonia til HM-endaspæl.

Silja Heðinsdóttir, Sára S. Mikkelsen, Anna S. Mikkelsen, Maria P. Nólsoy, Silja Muller og Bjørk F. Joensen eru úttiknar til U18 landsliðið.
Kappingin verður spæld í Skopje í tíðarskeiðinum 30. Juli – 10. August. Føroyar er komið í ein sterkan bólk, saman við Danmark, Portugal og Eysturríki.

Venjarnir eru Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen.

Fyrstu dystirnir hjá Føroyum verða spældir soleiðis:

Ley. 30. Aug. Kl. 12.30. Portugal – Føroyar
Sun. 31. Aug. Kl. 17.20. Føroyar – Danmark
Týs. 02. Aug. Kl. 09.30. Eysturríki – Føroyar

Neistin ynskir Silju H., Sáru, Annu, Mariu, Silju M. og Bjørk hjartaliga tillukku við úttøkuni og ynskja teimum, liðnum og venjaratoyminum góða eydnu.

Koyr á Føroyar

G11 FINGU SILVUR💙

11.07.2022

G11 hjá Neistanum blivu silvurvinnarar í A-Play off kappingini í Partille Cup í Gøteborg. Í alt 24 lið luttóku í G11 bólkinum og 6 ymiskar tjóðir. Hjartaliga til lukku. Sera flott.

G11 Í HÁLVFINALUNI

08.07.2022

Enn ein góður dagur við nógvum hondbólti og upplivingum er av. Í besta sólskinsveðri hava leikarar og viðhaldsfólk ferðast millum vallir og gjørt teirra allarbesta.
G11 gjørdu einki minni enn at spæla seg í A-hálvfinaluna.


G11 vunnu fyrst 1/8 finaluna 15-9 móti IK Savehof VU 1. Síðan vunnu tær 1/4 finaluna 8-6 móti IK Savehof VU 3 og spældu seg harvið í A-hálvfinaluna.
Hálvfinalan hjá G11 verður spæld í morgin, ley. 9/7 kl. 08.35, móti HC Eynatten-Raeren frá Belgien. 

G18 spældu seg í A-kvartfinaluna, men taptu tá 15-11 móti Rødekro-Aabenraa.

D14 spældu seg í 1/8 A-finaluna, men taptu tá 16-8 móti Ystads IF

D13 (1) spældu seg í 1/8 A-finaluna, men taptu tá 11-9 móti IK Sund 2 

D15 spældu seg í 1/16 A-finaluna, men taptu tá 14-12 móti Rellinger TV

G15 (2) spældu seg í 1/32 A-finaluna, men taptu tá 13-3 móti IFK Malmø 2 

D18 spældu seg í 1/8 B-finaluna, men taptu tá 14-12 móti Fjelhammer IL 2

D13 (2) spældu seg í 1/16 B-finaluna, men taptu tá 11-10 móti Haukar

G13 spældu seg í 1/16 B-finaluna, men taptu tá 8-7 móti H71

G15 (1) spældu seg í 1/32 B-finaluna, men taptu tá 16-3 móti Lillestrøm HK 2


Venjarar á túrinum eru:
Terji Mørk, Brynja Høj, Petra Larsen, Katarina Høj, Dánjal Samuelsen,
Eyðun R. Jensen, Ágúst I Óskarsson, Ári Rouch, Sólbjørt Høj, Ingunn
K. Persson og Katrin á Neystabø.

Stóra takk fyri ein fantastiskan dag øll somul. Farið verður á Heden
í morgin at geva G11 góðan og bláan stuðul. Góða eydnu G11.
Koyrið á.
BLÁTT ER GOTT

U20 TIL EM Í PORTO

08.07.2022

U20 landsliðið við monnum eru nú ávegis til Portu í Portugal, har teir skulu til EM-endaspæl. Við í hópinum eru tveir Neistaleikarar.


Neistaleikararnir eru Hanus Árason, sum spælir høgri vongur og Aleksander Sasha Lacok, sum er málmaður og spæla teir báðir á Burn liðnum hjá Neistanum.
Isak Vedelsbøl var eisini úttikin, men fekk hann, tíverri, fráfall.


Kappingin verður hildin í Porto í tíðarskeiðnum 7. – 17. Juli og eru nógvir føroyingar farnir suðureftir at stuðla. 
Skráin er hendan:

Hós. 7. Juli kl. 12.00 (fø. tíð) Danmark – Føroyar
Frí. 8. Juli kl. 12.00 (fø. tíð). Føroyar – Slovenia
Sun. 10. Juli kl. (fø. tíð). Ungarn - Føroyar


Venjararnir eru Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher.
Málverjuvenjari er Jens á Skipagøtu. Fysioterapeut er
Ári Jógvansson Olsen og liðleiðari Leif Kristofferson.


Neistin ynskir Hanus, Sasha og Isak hjartaliga til lukku við Úttøkuni og ynskir teimum, liðnum og venjaratoyminum góða eydnu

PARTILLE CUP 2022

08.07.2022

Neistin luttekur í Partille Cup, sum er heimsins størsta altjóða ungdómshondbóltskapping. Kappingin er í Gøteborg í Svøríki. Partille Cup hevur verið avlýst tvey tey seinastu árini vegna korona. Eitt sera stórt tal av liðum hevur tikið av, nú kappingin er farin á rull aftur. 1060 lið luttaka. 30 ymiskar tjóðir eru við og 3711 dystir verða spældir.


Neistahópurin, sum er í Gøteborg, er stórur. Um 200 foreldur, systkin, avvarandi og leikarar eru farin avstað. Hugni og samanhald er í hásæti rundanum tann hondbóltsliga partin, sum hevur allar kenslirnar við, tá dystirnir verða vunnir og taptir.


10 lið eru meldaði til kappingina, D18, G18, D15, 2 lið G15, D14, 2 lið D13, G13 og G11. Kappingin byrjaði týsdagin 5. Juli og innleiðandi umførini eru liðugt spæld. Í morgin verða play-off dystir spældir og merkir tað, at hvør dystur er “vind eller forsvind” dystur. Sigast má, at væl hevur gingist hjá Neistaliðunum. Heili 6 lið eru í A-play off og 4 lið er í B-play off.
D15 og G18 eru bólkavinnarar í innleiðandi umfarinum. Spennandi verður at fylgja liðunum í morgin. Ein stórur dagur fyri bæði leikarar, venjarar og viðhaldsfólk. Góða eydnu øll somul.  Koyrið á.


BLÁTT ER GOTT

SOPHILIA ÚTTIKIN TIL U16

02.07.2022

Føroyska U16 kvinnulandsliðið skal til Gøteborg í Svøríki í komandi viku at kappast í European Open. Fyrstu dystirnir verða spældir mánadagin 4. Juli.

Neistin hevur ein leikara við í hópinum. Sophilia Wraae Mukisa er úttikin og ferð hon saman við liðnum avstað úr Føroyum sunnudagin til Svøríkis.

Skráin fyri bólkaspælið sær soleiðis út:
Mán. 4. Juli kl. 09.15 (fø. tíð) Svøríki – Føroyar
Mán. 4. Juli kl. 15.30 (fø. tíð) Føroyar – Montenegro
Týs. 5. Juli kl. 10.00 (fø. tíð) Føroyar – Holland

Mikudagin, hósdagin, fríggjadagin verður leikt millumrunda og síðani Plaseringsdystir. Allir dystir verða stroymdir á ehftv.com

Venjarar eru Agnar Joensen og Kristinn Guðmundsson

Neistin ynskir Sophiliu hjartaliga til lukku við úttøkuni og ynskir henni, liðnum og venjaratoyminum góða eydnu.

Koyr á Føroyar

ELSA HORN FARIN

13.06.2022

Mánanáttina 6. juni andaðist Elsa Horn 94 ára gomul. Frá ungum av hevði ítróttur nógv at siga fyri Elsu og serliga Neistin stóð hennara hjarta nær. Hon byrjaði tíðliga at spæla hondbólt og í 1943, tá ið tað fyri fyrstu ferð varð skipað fyri føroyameistarakapping og Neistin vann, var hon við - og í fleiri ár aftan á tað. Væl legði hon í beinini, tí fleiri av hennara eftirkomarum, bæði børn, ommubørn og langommubørn hava spælt hondbólt í bláu troyggjunum - Horn er eitt afturvendandi eftirnavn í Neistanum.

Elsa var havnafólk við stórum H og vaks upp í Hornabø, har hon eisini hitti mannin Páll, sum var komin úr Vági at ganga á sjómansskúla. Sjálv gekk Elsa á sjúkrasystraskúla, sum jú eisini var í grannalagnum og seinni gjørdist hon fyrsta røntgensjúkrasystur við mammugrafi sum serøki í Føroyum. Fyrst settu tey búgv í Vági, har tey fingu børnini Guðrun, Olgu, Óli og Turið. Men í 1968 komu tey til Havnar og fluttu inn í hús teirra við Velbastaðvegin.

Hóast høga aldurin fylgdi Elsa væl við til tað síðsta og hon var eisini við í fagnaðinum, tá ið Neistin hátíðarhelt 90 ára føðingardagin í fjør, sum tað sæst á myndini.

Nú Elsa er farin, drýpa vit høvur í samkenslu við tey nærmastu og takka fyri hennara stóra lut í felagnum og lýsa frið yvir Neistakvinnuni Elsu Horn. 

SEKS AV OKKARA VIÐ

11.06.2022

Í vikuskiftinum verða tveir U16 manslandsdystir spældir í høllini á Hálsi. Føroyar spælir tveir dystir móti Íslandi. Neistin er væl umboðað. Heili seks neistadreingir eru við í hópinum. Sera flott.

Bogi Jógvansson Christiansen, Rógvi Brimnes, Lýðar í Dímun, Magnus Árason, Sebastian Gullfoss og Brian Eyðfinnsson eru úttiknir til U16 landsliðið.

Venjarar eru David Edvardsen og Terji Mørk

Fyrsti dystur verður spældur í dag, ley. 11. Juni kl. 15.00 og Seinni dysturin verður spældur í morgin, sun. 12. Juni kl. 17.00. 
Tað er ókeypis at koma inn til dystirnar. Eisini ber til at stroyma dystirnar á live.hsf.fo, um ein ikki hevur hald, er kostnaðurin 39 kr.

Neistin ynskir Boga, Rógva, Lýðar, Magnus, Sebastian, Brian hjartaliga til lukku við úttøkuni og ynskir tykkum, venjaratoyminum og liðnum góða eydnu.

Koyr á Føroyar

ÁTTA NEISTALEIKARAR ÚTTIKNIR

03.06.2022

U18-landsliðið hjá kvinnum er úttikið og eru heili átta av okkara bláu millum tær 16 útvaldu. Púrasta fantastiskt.

U18 kvinnurnar skulu til Íslands í dag, har tær skulu spæla tveir venjingardystir móti Íslandi. Fyrsti dystur verður spældur ley. 4. juni kl. 15.30 og næsti dysturin verður spældur sun. 5. juni kl. 15.30.

Landsliðsvenjararnir eru Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen.

Neistakvinnurnar, sum eru úttiknar eru Silja Arngrímsdóttir Muller, Marita Arge, Lea Mohr, Silja Heðinsdóttir, Anna Sigrunardóttir Mikkelsen, Maria Pálsdóttir Nólsoy, Sára Sigrunardóttir Mikkelsen og Bjørk Franksdóttir Joensen.

Neistin ynskir tykkum hjartaliga til lukku við úttøkuni og ynskir tykkum átta, liðnum og venjaratoyminum góða eydnu.

Koyr á Føroyar

SUMMARVENJING 

04.05.2022

Komið øll. Tað er soooo stuttligt at spæla hondbólt.
Neistin hevur summarvenjing í mai og juni 2022.
Tað er frítt at koma. Øll eru vælkomin.

Biðið vinmannin ella vinkonuna koma við at royna hondbólt. Ein góður møguleiki nú í summar, tá eingin kapping er. Líkamikið, hvar í Tórshavn tú býr og hvør tú er, Neistin vil fegin hava teg við. Tú nýtist ikki at melda teg til. Tú kemur bara.

Vælkomin – Blátt er Gott

Venjingartíðir í mai og juni 2022 (byrjar í viku 18):

MÁN.
Kl. 17.30-19.00. Burn
Í Gundadalshøllini

Kl. 19.00-20.30 G16
í Gundadalshøllini

Kl. 20.30-22.00. G14
Í Gundadalshøllini

TÝS.
Kl. 16.00-17.00. G10
Í høllini á Hálsi 1

Kl. 17.00-18.30. SMS
Í høllini á Hálsi 1

Kl. 16.30-18.00. D14
Í høllini á Hálsi 2

MIK.
Kl. 15.15-16.30. D12
Í høllini á Hálsi 2

Kl. 16.30-17.30. D10
Í høllini á Hálsi 2

Kl. 19.00-21.00. Burn
Í høllini á Hálsi 2

HÓS.
Kl. 16.00-17.15. G12
Í høllini á Hálsi 1

Kl. 17.15-18.15. U8
Í høllini á Hálsi 1

FRÍ.
Kl. 18.00-19.30. D16
Í høllini á Hálsi 1

NEISTALEIKARAR HEIÐRAÐIR Á GALLAVEITSLU 

02.05.2022

NEISTALEIKARAR HEIÐRAÐIR Á GALLAVEITSLU 

Á árligu gallaveitsluni, sum var á Strondum leygarkvøldið, vórðu ársins hondbóltsavrik heiðrað. 

Tríggir spælarar hjá Neistanum vóru millum tey, sum vórðu heiðrað.

Á ársins liði hjá kvinnunum varð Brynja Høj kosin til besta strikuspælara, og Ísak Vedelsbøl varð valdur til besta strikuspælara á ársins liði hjá monnunum. 

Harumframt fekk Maria Pálsdóttir Nólsoy heiðurin sum ársins stjørnuskot. 

Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku

KAPPINGARÁRIÐ 2021-22 ER AV

01.05.2022

Eitt hendingaríkt kappingarár 2021-22 er av. Eitt ár sum hevur verið merkt av bæði korona, tapum, sigrum, frustratiónum og gleði. Tað sum eyðkennir árið einamest, er menning og tað er bæði í barna, ungdóms og vaksnamannarekkjunum.

Kappingarárið 2021/22 hjá Neistanum hevur verið gott. Venjaratoymið hjá okkara børnum og ungum hevur verið væl mannað. Vit hava havt sera dugnaligar og arbeiðssamar venjarar, sum hevur gjørt tað, at vit hava havt eina stóra tilgongd av leikarum. Valið at seta Gilla Lorenzen, sum ungdómsmennara í ár, hevur í stórum stíli víst seg at verða tað rætta. Saman við Gilla hava okkara venjarar gjørt eitt megnar arbeiði. Dentur hevur verið lagdur á menning og trivna.
Tað sæst eisini aftur í úrslitunum. Vit høvdu nógv lið við í steypakappingarhálvfinalunum og endaðu 6 lið hjá ungdóminum í finaluni. FM-úrslitini eru eisini sera góð. Fleiri FM gull, fleiri silvur í a-bólkunum, somuleiðis fleiri gull og silvur í b-bólkunum og hava vit eisini havt lið við í c og d bólkum, sum hava klára seg væl. Nevnast kann, at á dreingjasíðuni vann Neistin FM-gull í a-bólkinum í øllum árgangunum uttan í D12, sum fingu silvur.
Børnini og tey ungu hava verið sera røsk at vant og spælt í ár og hava øll ment seg sera nógv. Tað er ein stór breidd, sum vit rúma í Neistanum, ið vísir, at tað er stuttligt, kreativt og rúm fyri øllum.

Árið hjá okkara kvinnum og monnum hevur verið svingandi, men tað hevur sínar orsøkir. Liðið hjá monnunum var at kalla nýtt, tá vit byrjaðu. Stór frágongd var í bakketuni og nýggjur málmaður. Menn skuldu spælast saman av nýggjum og so tá Rasmus bleiv skaddur og vit mistu okkara størstu hóttan, okkara verjuskipara og okkara asistkong, bleiv uppgávan enn torførari. Eisini høvdu vit avbjóðingar við korona og øðrum skaðum.
Hóast hesar truplu umstøður megnaðu okkara menn at spæla seg í steypafinaluna. So siga summi kanska, at tað var betri ógjørt, tí líka so fantastiskt tað var at vinna hálvfinaluna á Kíf, líka so stórt skuffilsi varð finalan, men vit velja at minnast aftaurá hálvfinaluna og eingin ivi er um, at alternativið, sum er ikki at verða við finaludagin, er avgjørt ikki eitt ynski hjá einum hondbóltsleikara.

Okkara kvinnulið var eisini ungt og nýtt í ár. Nógvir góðir leikarar, sum tó ikki vóru vanir at spæla saman, fleiri nýggir leikarar og fleiri av leikararunum óroyndir í bestu deildini. Tað tekur tíð at fáa eitt gott og samanspælt lið. Kvinnurnar hava eisini verið darvaðar av skaðum og hevur korona eisini órógvað teirra venjing sera nógv. Kvinnurnar spældu tveir sera flottar FM-hálvfinaludystir. Vunnu báðar dystirnar sannførandi móti Kyndli. Finalan bleiv ein ov tungur biti. Munurin á liðunum í finaluni var heilt avgjørt royndirnar. Neistin hevði ikki royndirnar og tað “coolness”, sum skal til at vinna teir stóru dystirnar.

Árið er nú av, men byrja verður aftur við summarvenjing í viku 18, har øll eru hjartaliga vælkomin at venja við, roynd sum óroynd. 
Neistin ferð til Partille Cup í Gøteborg í Svøríki í ár, sum verður 4. – 9. Juli. Heili 10 lið hava meldað til, eitt G11 lið, eitt G13 lið, tvey, G15 lið, eitt G18 lið, tvey D13 lið, eitt D14 lið, eitt D15 lið og eitt D18 lið. 

Takk fyri í ár øll somul. Blátt ER Gott.

TIL LUKKU VIÐ SILVURINUM

25.04.2022

Eftir sannførandi avrik móti Kyndli í hálvfinalunum í SMS-kappingini, máttu kvinnurnar lúta fyri H71 í trimum finaludystum.

Vit ynskja spælarum og venjarum hjartaliga til lukku við silvurheiðursmerkjunum og gleða okkum til komandi kappingarár.
Brynja Høj vantar á myndini. Hon bleiv, tíverri, illa skadd í 3. Finaluni. Vit ynskja henni skjótan og góðan bata.

FÝRA NEISTAMENN

12.04.2022

Tróndur Mikkelsen, Teis Horn, Rói Berg og Nicholas Satchwell, sum nú tó allir spæla uttanlanda, eru úttiknir til play-off umfarið hjá A-landsliðnum við monnum. 

Talan er um annað play-off umfarið í HM-undankappingini, har vinnarin yvir tveir dystir kemur í HM-endaspælið.
Føroyar spæla móti Týsklandi mik. 14. apríl kl. 17.15 í Wunderino arena í Kiel og ley. 16. apríl kl. 19.00 í høllini á Hálsi.

Venjarar eru Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller.

Neistin ynskir Trónda, Teis, Róa og Nic hjartaliga til lukku við úttøkuni og ynskir teimum, liðnum og venjaratoyminum góða eydnu.

DEJAN LACOK

10.04.2022

Dejan Lacok heldur fram, sum málverjuvenjari hjá Neistanum.

Neistin og Dejan hava gjørt avtalu fyri kappingarárið 2022-23. Dejan verður málverjuvenjari hjá málverjunum í SMS og Burn deildini.

Neistin gleðist um avtaluna. Dejan hevur gjørt eitt gott arbeiði í felagnum og hevur tað al stóran týdning, at hildið verður fram við at raðfesta okkara málverjar.

NEISTAKVINNURNAR Í FM-FINALUNI

02.04.2022

Neistakvinnurnar hava spælt seg í FM-finalurnar. Tær endaðu í topp fýra í endaspælinum og spældu tveir flottar dystir móti Kyndli í hálvfinaluni. Tær kundu havt endað í trimum hálvfinalu-
dystum, men megnaðu tær at vinna tveir teir fyrstu dystirnar og tryggjaðu sær finaluplássið.

Báðir hálvfinalusigranir móti Kyndli vóru uppibornir. Eitt satt liðavrik av Neistakvinnum, sum bar tær trygt í mál. Fyri framman eru nú finalurnar og er tað liðið, sum er best av fimm finalum,
sum vinnur FM-gullið. Neistin skal spæla móti H71 í finalunum og verður fyrsta FM-finalan leygardagin 2. Apríl kl. 19.00 í Hoyvík.


FM-finaluskráin í SMS kappingini er hendan:


LEYGARDAGIN 2. APRÍL Í HOYVÍK
Kl. 19.00 H71-Neistin

TÝSDAGIN 5. APRÍL Í HØLLINI Á HÁLSI
Kl. 19.00 Neistin-H71

LEYGARDAGIN 9. APRÍL Í HOYVÍK
KL. 17.00. H71-Neistin

TÝSDAGIN 12. APRÍL Í HØLLINI Á HÁLSI
Kl. 19.00. Neistin-H71

LEYGARDAGIN 16. APRÍL Í HOYVÍK
Kl. 14.00. H71-Neistin

Neistakvinnurnar hava brúk fyri okkara stuðli. Møtið fjølment.
Komið í høllina og lat okkum taka dystin upp á áskoðaraplássinum við H71 áskoðararnar. Góðan dyst øll somul.

Koyrið á Neistakvinnur og bestu eydnu.

SÁF:

04.03.2022

Hey tit, ið umboða Neistan, Kyndil, HB og B36. Tilmeldingin til ítróttarrás letur upp í morgin. Sí kunning á leinkinum her. Tit kunnu senda kunningina víðari til rætta viðkomandi í tykkara felag, um tit ynskja tað. https://saf.fo/news/1728/tilmelding-til-rasaskipanina

NEISTIN 7 LIÐ Í FAXE KONDI FINALUNUM

Tað árliga Faxe Kondi steypafinalu vikuskiftið er fyri framman og er Neistin sera væl umboðað. Ikki minni enn 7 lið hjá Neistanum spæla finaludyst í vikuskiftinum.

D10, G10, D12, G12, D14, G18 eru øll í a-finaluni og harafturat er Neistin annað luttakandi liðið í mansfinaluni.

Leggjast kann afturat, at tað bert vóru marginalar, sum forðaðu okkara D16 og D18 í at koma í finaluna. Bæði liðini vóru sera nær við, men koppaði sigurin, tíverri, til mótstøðuliðið. Í D12 hálvfinaluni høvdu vit tvey Neistalið. A og B spældu móti hvørjum øðrum, so tað boðar frá góðum. D10 høvdu eisini spælt seg í D12B-hálvfinaluna, men fingu teir, tíverri, ikki møtt til hesa hálvfinaluna, tí D10A-hálvfinalan varð løgd samstundis.

Eingin ivi er um, at venjarar og okkara ungdómsvenjari í Neistanum gera eitt megnar arbeiði og at Neistin eigur eitt stórt og gott tilfongi av leikarum. Nógvir tímar verða brúktir í høll, styrkirúmi, rennibreyt, til social tiltøk o.a. sum hoyrir hondbóltinum til.
Vit eru sera takksom í Neistanum. Takk venjarar, leikarar, foreldur, systkjin, fjepparar og hjálparfólk. 
Hondbóltur er ein fantastisk verð at verða partur av.
BLÁTT ER GOTT


Faxe Kondi steypafinalurnar eru 18. – 20. Februar í høllini á Hálsi

Leikskráin:

Fríggjadagin 18. Feb.
Kl. 18.30. G16. H71-Kyndil
Kl. 20.00. D16. Stíf-H71

Leygardagin 19. Feb.
Kl. 09.00. G10b. H71 b-EB
Kl. 09.40. D10b. ÍA-H71 d
Kl. 10.20. G12b. Stíf b-H71 b
Kl. 11.15. D12b. Tjaldur b-Kyndil a
Kl. 12.10. G10a. H71 a – NEISTIN A
Kl. 12.50. D10a. Stíf a-NEISTIN A
Kl. 13.30. G12a. Stíf a-NEISTIN A
Kl. 14.20. D12a. H71 a-NEISTIN A
Kl. 16.30. G18. NEISTIN-H71
Kl. 19.00. Menn. NEISTIN-H71

Sunnudagur 20. Feb.
Kl. 12.50. Eydnudeildin
Kl. 13.30. G14b. Víf b-EB a
Kl. 14.30. D14b. ÍA-EB
Kl. 15.30. G14a. Víf a-H71 a
Kl. 16.30. D14a. NEISTIN A-H71 a
Kl. 17.30. D18. H71-Víf

Hsf lýsir við atgongumerkjum á netinum.
Óvist enn, um tilber at keypa við dyrnar.
Kostnaður til barnafinalurnar:
Vaksin 50kr.
Børn. 30kr.


Kostnaður til G18 og mansfinaluna:
Vaksin 100kr.
Børn. 30kr.

Neistin hevur ein sølubás í høllini allar finaludagarnar, har tit m.a. kunnu keypa suppu, frukt, sodavatn, vatn, sunkist, sjokolátu, bomm, kaffi, te.........

Komið í høllina og stuðlið okkara liðum. Fleiri vit eru, stuttligari er.
Møguleiki fyri andlitsmáling er í sølubásinum í HH.
Síggjast í høllini í bláum.

HM-UNDANKAPPING Í HH

15.01.2022

Tróndur Mikkelsen, Teis Horn, Rói B Hansen og Nicholas Satchwell eru millum úttiknu leikararnar til A-landsliðið hjá monnum, sum spælir móti Luksemburg í kvøld kl. 19.30 í høllini á Hálsi.

Tróndur, Teis, Rói og Nic eru neistamenn, men spæla ikki longur í Neistanum. Teir eru farnir víðari á síni hondbóltsleið og hava funnið sær størri avbjóðingar uttanlands. Tróndur spælir í Norra við Viking Håndball. Teis spælir í Danmark við Tønder. Rói spælir í Danmark við
HØJ og Nicholas spælir í Íslandi við KA. 
Spennandi verður at síggja okkara menn umboða Føroyar og eru vit í neistanum ikki sørt errin av teimum. Takk fyri tykkara flotta íkast til hondbóltin, Tróndur, Teis, Rói og Nic.

Leikskrá:

Fríggjadag 14. Jan. Í HH

Kl. 17.00. Lettland-Italia
Kl. 19.30 Luksemburg-Føroyar

Leygardag 15. Jan. Í HH

Kl. 17.00. Lettland-Luksemburg
Kl. 19.30. Italia-Føroyar

Sunnudag 16. Jan. Í HH

Kl. 15.30. Italia-Luksemburg
Kl. 18.00. Føroyar-Lettland

Neistin ynskir Trónda, Teis, Róa og Nic hjartaliga til lukku við úttøkuni og ynskir tykkum, liðnum og venjaratoyminum góða eydnu.

Koyr á Føroyar.

NÝGGJA SMS VENJARATOYMIÐ

08.12.2021

Stina Madsen, Dejan Lacok og Eirikur Magnussen manna nú SMS venjaratoymið hjá Neistanum.

Kári Horn hevur valt at takka fyri seg og Dejan Lacok hevur tikið yvur sum hjálparvenjari.

Dejan hevur verið ein partur av hópinum síðan kappingarárið byrjaði, sum málmansvenjari og verður tað tí ikki nøkur stór broyting fyri kvinnurnar og venjaratoymið. Dejan verður bæði hjálparvenjari og málmansvenjari.

Neistin takkar Kára mangar ferðir fyri hansara stóra íkast til felagið sum venjari og fyri gott samstarv. Somuleiðis ynskja vit nýggja venjaratoyminum góða eydnu.