Broyting í venjaratoyminum hjá Neistakvinnum


Hóskvøldið spæla Neistakvinnur fyrsta dystin í hesum kappingarárinum á Eiði móti EB.
Undan kappingarbyrjan er broyting farin fram í venjara toyminum. 

Stina Madsen, sum higartil hevur verið hjálparvenjari, hevur tikið við sum høvuðsvenjari og Kári Horn, sum var høvuðs venjari, er nú hjálparvenjari.
Skiftið er gjørt í sátt og semju millum allar partar og verður mett at verða besta loysnin fyri liðið. 
Í hópinum er nógvir nýggir ungir leikarar, umframt tær eldru, sum hava royndir í bestu deildini og tær sum eru komnar til felagið í summar. So uppgávan hjá venjarunum er bæðiavbjóðandi og spennandi.


Neistin ynskir venjarunum og liðnum góða eydnu.

Síggjast í høllini.

NÝGGIR LEIKARAR

05.09.2021

Neistamenn hava fingið fýra nýggjar leikarar. Tríggjar bakspælarar og ein málmann.

Málmaðurin er, Vladan Abramovic. Hann er 28 ára gamal frá Cetinje í Montenegro og lesur økonomi. Vladan hevur m.a. spælt við HC Cepelin og HC Lovcen í Montenegro. Eisini hevur hann spælt í Ísrael við Maccabi Rishon Lezion. Kom til Føroyar at venja við Neistanum fyrst í august. 

Ein av bakspælarunum er Rani A. Højgaard. Rani er 22 ára gamal og uppvoksin í Hoyvík og spælt hondbólt har øll síni ungdómsár. Rani hevur spælt við Stíf í eitt ár, frá 2018-2019 og síðan við Kíf tvey tey seinastu árini, frá 2019-2021.

Ágúst Ingi Óskarsson, er annar bakspælarin. Ágúst er 20 ára gamal frá Kópavogi í Íslandi og lærir til rørleggjara. Ágúst hevur verið sáttmála leikari hjá HK Kópavogi seinasta kappingarár og kom til Føroyar fyrst í august at venja við Neistanum.

Triðji bakspælarin er, Felix Már Kjartansson. Ungur spælari frá 2003. Felix er somuleiðis frá Kópavogi og hevur sína røtur í hondbóltsfelagnum HK Kópavogi. Felix kom til Føroyar í juli og byrjaði at venja við Neistanum fyrst í august og er eisini byrjaður at arbeiða.

Neistin ynskir nýggju leikarunum hjartaliga vælkomnum í felagið og gleðir seg til eitt samstarv við stórum upplivingum á vøllinum.

Í skrivandi løtu eru Neistakvinnur og Neistamenn á venjingarlegu í Íslandi og sýnast teir nýggju leikararnir at verða komnir sera væl inn í felagsskapin bæði hjá kvinnum og monnum. Á skrá í Íslandi eru bæði venjingar og venjingardystir. Hópurin kemur aftur mán. 6. Sep.
Spennandi verður at byrja uppá kappingina og stuttligt at fara í høllina aftur.

Neistin ynskir øllum eitt gott kappingarár.

BRONSUVINNARAR

26.08.2021

U-17 landsliðið spældi um bronsuna í dag og gjørdu tær einki minni enn vunnu. Bronsuheiðursmerkið kom í hús við einum sigri á Ukraina 35-27. Talan er um eina EHF Championship kapping í Georgia, har føroyska liðið er mannað við heili 7 Neistaleikarum, sum allar hava havt eina frálíka kapping hondbóltsliga. Eisini høvdu vit tveir leikarar á All-star liðnum. Maria Pálsdóttir Nólsoy bleiv vald til besta spælskipara og Lukka Arge, sum toppskjútti við 33 málum.                                                                                  Hjartaliga til lukku allar samlar. Neistin hevur nógv at gleða seg til komandi kappingarár.

Góða ferð heim, Lea Mohr, Sára Sigrunardóttir Mikkelsen, Anna Sigrunardóttir Mikkelsen, Bjørk F. Joensen, Silja Muller, Lukka Arge, Maria P Nólsoy

U19-LANDSLIÐIÐ HJÁ MONNUM

06.08.2021

U19-landsliðið hjá monnum er úttikið og Neistin hevur ein leikara við. Pauli Høj, sum er vinstri vongur á besta mansliði hjá Neistanum, er úttikin. 17 mans eru úttiknir til tvær stórar og spennandi uppgávur.
Landsliðið skal til Scandinavian Open og EHF Championship kappingina, sum báðar verða leiktar í august.

Liðið skal fyrst spæla Scandinavian Open saman við stóru hondbóltstjóðunum, Noreg, Svøríki og Danmark. Talan er um kapping, sum verður leikt í Lund í Svøríki í døgunum 6. - 8. august,
ein kapping liðini vanliga nýta at fyrireika seg til EM-kappingarnar í august.

Seinni í august, skulu Føroyar spæla EHF Championship kapping í Varna í Bulgaria, í døgunum 17. - 23. august. Kappingin skuldi upprunaliga hava verið leikt í 2020, men var útsett vegna korona. Leikt verður í tveimum bólkum, har vinnarin av kappingini vinnur seg til EM-endaspælið fyri U20 í 2022. Eisini fær vinnarin møguleikan at spæla um pláss til HM. Føroyar eru í bólki saman við Kekkia og vertunum úr Bulgaria. Í hinum bólkinum eru Belarus, Slovakia, Finnland og Litava.

Leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
-Í Lund til Scandinavian Open:
Fríggjadagin 6. august kl. 16.00 Føroyar - Noreg
Leygardagin 7. august kl. 17.00 Svøríki - Føroyar
Sunnudagin 8. august kl. 09.00 Føroyar - Danmark

-Í Varna í Bulgaria til EHF Championship:
Týsdagin 17. august kl. 16.00 Bulgaria - Føroyar
Hósdagin 19. august kl. 16.00 Kekkia - Føroyar
Leygardagin 21. august plaseringsdystir
Sunnudagin 22. august plaseringsdystir

Venjarar eru Mark Lausen-Marcher og Julian Johansen

Neistin ynskir Paula hjartaliga til lukku við úttøkuni og ynskir honum, liðnum og venjaratoyminum góða eydnu. Koyr á Føroyar.


Dystirnir í Svøríki kunnu stroymast á live.hsf.fo
Dystirnir í Bulgaria kunnu stroymast á ehftv.com

HEILI 7 NEISTAKVINNUR ÚTTIKNAR TIL U17-LANDSLIÐIÐ

04.08.2021

U17-landsliðið við kvinnum er úttikið og er Neistin sera væl umboðað á liðnum. Silja Arngrimsdóttur Muller, Lea Mohr, Bjørk Franksdóttir Joensen, Anna Sigrunardóttir Mikkelsen, Maria Pálsdóttir Nólsoy, Lukka Arge, Sára Sigrunardóttir Mikkelsen eru úttiknar til U04 landsliðið við kvinnum.

U17-landsliðið fór úr Føroyum í morgun. Tær skulu til Euro Championship kappingina, sum verður leikt í Georgia 6.-15. August. Dystirnir verða leiktir í Tbilisi í Georgia.

Leikskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:

Fríggjadagin 6. Aug. Kl. 11.30
Føroyar – Estland

Mánadagin 9. Aug. Kl. 14.00
Italia – Føroyar

Týsdagin 10. Aug. Kl. 13.30
Føroyar – Serbia

Hósdagin 12. Aug. Kl. 11.00
Føroyar – Ísrael

Fríggjadagin 13. Aug.
Plaseringdystir

Sunnudagin 15. Aug.
Plaseringsdystir

Venjarar eru Simon Olsen og Magni Thomsen.

Neistin ynskir Silju, Leu, Bjørk, Annu, Mariu, Lukku og Sáru hjartaliga til lukku við úttøkuni og ynskja vit tykkum, liðnum og venjaratoyminum góða eydnu. Koyr á Føroyar.

Dystirnir kunnu stroymast á ehftv.com

NEISTIN 90 ÁR

09.06.2021

Hondbóltsfelagið Neistin bleiv stovnað 21. Mars 1931 og kundi Neistin tí feira 90 ára føðingardag í ár.
21. mars 2021 var ein sunnudagur og bleiv stóri dagurin hildin hendan sama dag saman við børnum og vaksnum Í felagnum í Gundadali.


Avgjørt var at hava opið hús í Gundadalshøllini, so stór og smá høvdu møguleika at feira dagin saman. Sólva Vang, Maria í Akrabyrgi, Malan Justinussen, sum allar hava tikið nógv stór tøk fyri Neistan m.a. sitið í nevnd, tóku aftur eitt tak og fyriskipaðu dagin saman við verandi nevnd. Sum altíð vóru nógv hjálparfólk, sum eisini høvdu sín stóra leiklut í, at dagurin eydnast so sera væl. Okkara leikarar frá bestu kvinnu og mansliðunum vóru klár at taka sær av teimum yngru leikarunum. Ein dagur, har øll vóru saman um alt.


Súna Mørk, okkara forkvinna, bjóðaði vælkomin og var sjálvur borgarstjórin, Heðin Mortensen eisini millum tey, sum vóru komin at ynskja felagnum til lukku. Skipað varð fyri ymiskum m.a. limbo, hoppa band, motorikkbani, brotskastkapping, posarenning, mini hondbóltsdystir....
Føðingardagurin var hildin í Gundadalshøllini, sum er heimsstaður Neistans. Pylsuvognur var uttanfyri høllina, har gestirnir fingu pylsir við breyði og sunkist. Í neistahølinum samlaðust fólk til ein drekkamunn, kaffi/té og lagkøku. Inni í høllini vóru allir aktivitetirnir uttan mini-hondbóltsdystirnir, sum vóru úti á niðara vølli í Gundadali.


Nógv fólk vóru møtt at feira Neistan og var tað ein frálík kensla av samanhaldi, sum stóð eftir, tá dagurin var av. Neistin hevur eitt hav av góðum fólki rundanum seg og er tað fantastiskt. Vit eiga øll Neistan, venjarar, leikarar, foreldur, systkin, ommur, abbar, vinir, fjepparar, stuðlar, hjálparfólk.........
Latið okkum blíva við at stuðla hvørjum øðrum í góðum bláum anda, so Neistin kann veksa seg enn størri og sterkari. Takk fyri øll somul.

Blátt er Gott

U19 KVINNUR TIL MAKEDONIA

13.07.2021

Tríggir neistaleikarar eru í U19 hópinum, sum er úttikin til Euro Championship kappingina hjá U19 kvinnum. 

Petra Larsen, Hervør Niclasen og Frida H. Jacobsen eru farnar til Norðurmakedonia við U02 kvinnulandsliðnum. Dystirnir verða leiktir í Skopje.

Kvinnurnar skulu luttaka í W19 Championship, sum er EM kapping fyri U19 kvinnulandslið. Tey 9 luttakandi liðini eru deild í tveir bólkar, har øll spæla móti øllum. Síðani verða krossdystir og at enda plaseringsdystir.
Sum eitt bonus sleppa tey bæði liðini, sum koma í finaluna í NorðurMakadonia, saman við finalistunum í W19 Championship kappingini, sum samstundis er í Italia og trimum teimum aftastu liðunum í W19 EM endaspælinum, sum nú er í Slovenia, í novembur at spæla um tvey
pláss til HM endaspælið fyri U20 kvinnur, sum verður komandi summar.

Føroyar eru í bólki B við Hollandi, Norðurmakedonia, Bosnia Hersogovina og Kosovo. Í bólki A eru Ísland, Pólland, Hvítarussland og Finnland.

 

Leikskráin sær soleiðis út:

Sunnudagin 11. Juli kl. 17.00.  Kosovo – Føroyar
Mánadagin 12. Juli kl. 19.30.    Føroyar – Norðurmakedonia
Mikudagin 14. Juli kl. 17.00.      Føroyar – Bosnia Hersegovina
Hósdagin 15. Juli kl. 17.00.       Holland – Føroyar
Leygardagin 17. Juli.                   Krossdystir
Sunnudagin 18. Juli                    Plaseringsdystir

Venjarnir eru Mark Lausen-Marcher og Johan Hofgaard.

Neistin ynskir Petru og Fridu hjartaliga til lukku við úttøkuni og ynskir teimum, liðnum og venjaratoyminum góða eydnu.

Koyr á Føroyar.

Dystirnir verða stroymdir og kunnu síggjast ókeypis á EHFtv.com

ÁRSINS 2020/21

26.06.2021

Leygardagin 8. mai var ársins gallaveitsla í hondbólti hildin í Dansifrøði. Ein góð veitsla, sum Neistin skipaði fyri. Sama dag vóru ársins avrik heiðraði. Tey vóru latin undir gallaveitsluni í høvuðssætinum hjá Bank Nordik. 

Neistamenn og kvinnur hava havt eitt gott hondbóltsár 2020/21 og tað sást eisini aftur, tá ársins avrik skuldu avdúkast.

Marjun F Danberg bleiv vald á ársins lið, sum ársins vinstri bakkur. Marjun hevur havt eitt sera gott ár í ár. Hevur verið ein konstant hóttan í álopinum og hevur skorað heili 163 mál tilsamans. Nr. 2 á toppskjúttalistanum í ár. Marjunsa eyðkendi førleiki er, tá hon kemur við ferð við sínum harða skoti útifrá ella tá hon við ferð buldrar ígjøgnum. Torført er at steðga Marjuni tá og skorar hon næstan hvørjaferð. Eisini er Marjun ein sera góður verjuleikari.

Brynja Høj, okkara strikuleikari, bleiv vald til ársins verjuleikara. Hon er ein brandur í verjuni og hevur verið ein av lyklaleikarunum hjá okkara kvinnum í ár. Brynjusa eyðkendi førleiki er, at hon er sterk, ger nógv spælstopp, sær spælið væl, kempar til tað síðsta, skrinar væl og tá hon fær bóltin, er sum oftast mál ella brotskast. Brynja bleiv, tíverri, langtíðarskadd í FM hálvfinaluni móti Kyndli og varð hon ein stórur missur fyri Neistakvinnur í finalunum móti Stíf. Brynja hevur slitið halsinuna og gongur tað tí ein rúm tíð til vit síggja hana á vøllinum aftur. Neistin ynskir Brynju góðan bata og vóna, at hon kemur sterkt aftur.

Karl Martin Olsen bleiv valdur á ársins lið, sum ársins strikuleikari. Karl Martin Olsen bleiv umskúlaður til strikuleikara hjá okkara Neistamonnum í ár. Karl Martin hevur annars øll síni ár spælt sum vongur. Sera hegnisliga og uttan trupulleikar tók Karl Martin av avbjóðingini at umskúla seg. Við positivum anda tók hann arbeiðshandskarnar á og hevur Karl Martin so sanniliga víst sítt virði, sum strikuleikara. Hann hevur víst styrki, stríðsvilja, góðar skriningar, skorað nógv mál á strikuni og uppá skjótálop og gott verjuspæl. Bleiv nr. 16 á toppskjúttalistanum við 77 málum, sum er sera nógv og flott fyri ein strikuleikara. Hinir 15, sum hava skorað meir, eru allir bakspælarar og vengir.

Umframt heiðurin til Marjun, Brynju og Karl Martin, vóru eisini fleiri Neistanomineringar.
-Marjun F Danberg bleiv eisini nominerað til ársins álopsleikara og verjuleikara.
-Rasmus Søby bleiv nomineraður til ársins verjuleikara, har Peter Krogh Hjá H71 fór avstað við heiðrinum. Rasmus hevur aftur í ár víst sera gott  verjuspæl og er hann heilt víst millum Føroya bestu.
-Margit W. Fríðmundsdóttir bleiv nominerað til ársins málverja og har fór Momoko Nakamura hjá Stíf avstað við heiðrinum. Margit hevur verið ein sera sterkur og góður aftasti skansi hjá neistakvinnum í ár og kundi hon eins væl vunnið heiðurin sum ársins málverji 2020/21.
-Bence Godor bleiv nomineraður til ársins málverji, men Mladen M Mjerimacka hjá Víf fór við heiðrinum. Bence hevur staðið væl í neistamálinum í ár og verið við til at hála fleiri sigrar heim.
-Maria P Nólsoy bleiv nominerað til ársins stjørnuskot. Jana Mittún hjá H71 vann tann heiðurin. Maria hevur sanniliga víst okkum, at hon er okkara stjørnuskot.

Neistin vil gjarna takka øllum Neistakvinnum og monnum fyri árið 2020/21. Takk fyri nógvar góðar dystir og tykkara stóra innsats í felagnum bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin. Vit høvdu ikki kunnað verið nakran av tykkum fyri uttan. Hondbóltur er liðítróttur og eru vit og tit bundin av samstarvi og hvørjum øðrum. Saman eru vit sterkast.

Gleða okkum til kappingarárið 2021/22

RASMUS HELDUR FRAM

09.06.2021

Ein týdningaarmikil partur av putlispælinum hjá Neistamonnum er komin upp á pláss. Rasmus Søby hevur longt sáttmálan við Neistan enn eitt ár.

Rasmus hevur verið ein sera týðandi partur av bæði verju og álopspartinum hjá neistamonnum tey seinastu árini. Hann er verjugeneralurin, hevur nógv asist, skorar nógv mál og
góður í avgerandi løtum.

Umframt at spæla við Neistamonnum, skal Rasmus verða ungdómsvenjari í felagnum. Rasmus og unnustan Stina Madsen, sum eisini er ein týdningarmikil persónur í felagnum, trívast sera
væl í Føroyum og hava tey lært seg føroyskt. Tey, bæði skilja og lesa føroyskt.

Neistin er sera fegin um, at Rasmus tekur eitt ár afturat, sum tryggjar felagnum ein góðan og neyðugan kontinuitet.

SPENNANDI VIKUSKIFTI

03.06.2021

Spennandi EM-undan-undankapping hjá A-landsliðnum við kvinnum hettar vikuskiftið í Føroyum. Tveir neistaleikarar eru úttiknir til dystirnar, sum verða leiktir í høllini á Hálsi.

Margit Weihe Fríðmundsdóttir og Ingunn Kristina Persson eru úttiknar frá Neistanum hersuferð. Tær hava vant dúgliga fram ímóti kappingini og eru vónirnar góðar fyri góðum úrslitum. Spælt verður í Føroyum og hava vit øll møguleika til at stuðla okkara leikarum
og A-landsliðnum við kvinnum. Dysturin verður við áskoðarum.


Leikskráin sær soleiðis út:

Fríggjadagin 4. Juni kl. 18.30
Føroyar – Finland

Leygardagin 5. Juni kl. 18.00
Finland – Ísrael

Sunnudagin 6. Juni kl. 16.00
Føroyar – Ísrael

Eitt lið kemur víðari úr bólkinum, ið vinnur pláss í bólki B til EM-undankapping saman við Danmark, Rumenia og Eysturríki. 

Neistin ynskir Margit og Ingunn hjartaliga til lukku við úttøkuni og ynskir teimum, liðnum og venjaratoyminum góða eydnu. 


Komið í høllini og stuðlið. Koyr á Føroyar.

MÁLMANSVENJARI TIL NEISTAN

29.05.2021

Neistin hevur skrivað sáttmála við málmansvenjara. Dejan Lacok skal verða málmansvenjari hjá Neistakvinnum og monnum.

Dejan Lacok er 47 ár og er uppvoksin í Serbia. Dejan er giftur og eigur tvey børn. Dejan hevur verið í Føroyum í 20 ár og trívist væl. Hann bæðir skilir og tosar føroyskt.
Dejan kom fyrst til Tjaldur í 2001, sum málmaður og í 2007 fór hann at spæla við Víf. Neistin gjørdi avtalu við Dejan í 2010, tá hann virkaði bæði sum málmaður og málmansvenjari. Hevur
síðan verið málmansvenjari bæði í Tjaldur, Víf, Kyndil og H71. Dejan hevur eisini avtalu við Hsf, sum málmansvenjari. Hann er í leikaramenningini, U16 og hjá A-landsliðnum hjá monnum.

Vit í Neistanum eru sera glað fyri at hava fingið avtalu í lag við ein mann við so nógvum royndum, sum heilt vist ferð at geva okkara málverjum nakað eyka. Neistin ynskir Dejan hjartaliga vælkomnan aftur í felagið.

Julian Jónsson Kragesteen og Dánjal Ragnarsson hava báðir fingið nýggjar avbjóðingar komandi kappingarár. Julian ferð til Týsklands og Dánjal til Íslands. Julian og Dánjal hava slitið sínar hondbóltsskógvar í Neistanum síðan teir vóru heilt lítlir og hava fylgst allan vegin uppá á besta liðið. Teir hava spælt og vant saman altíð og hava eisini verið á U-landsliðum saman.
Julian og Dánjal eru tveir dugnaligir hondbóltsspælarar, sum megnaðu at spæla seg á besta liðið á ungum aldri og hava enntá verið okkara profilar. Julian við sínum sterka verjuspæli og treiskni í álopinum, sum hevur givið okkum eitt ótal av málum. Dánjal við sínum skjótleika og málsøkna lyndi, sum hevur givið Neistamonnum eina rúgvu av málum. Saman hava hesir báðir garparnir víst okkum gott hondbóltsspæl og givið okkum góðar løtur í høllini.

Julian J. Kragesteen hevur skrivað sáttmála við Týska felagið í Bremen, ATSV Habenhausen, til 2023, sum hevur lið í triðbestu deilduni. Julian byrjar at venja við fyrst í juli. Julian hevur verið og royndarvant í felagnum. Julian skilir týskt, tí hann hevur búð í Týsklandi sum skiftisnæmingur umvegis AFS. Julian sigur sjálvur, at hann hevur ein dreym um at koma á A-landsliðið og við at fara til Týsklands vónar hann at koma sínum dreymi nærri, tí har er eitt hægri støði serliga fysiskt og taktiskt. Eisini vónar Julian, at hann kann liva væl av at spæla hondbólt, ein ítrótt sum hann elskar.

Dánjal Ragnarsson hevur skrivað sáttmála við ÍBV, sum spælir í bestu deildini í Íslandi. Dánjal flytir til Íslands í august. Dánjal ferð at búgva á Vestmannaoyggjunum og arbeiða hálva tíð.
ÍBV hevur eitt gott “setup”, sum mennir ungar leikarar og hava tey sent nógvar leikarar avstað til lið í Europa. Dánjal sigur sjálvur, at hann ferð at gera alt hann kann fyri at menna seg sum leikara í Íslandi og vónar at fáa møguleika at spæla úti í heimi við onkrum stórum felag í framtíðini. 

Neistin vil nýta høvið at takka Julian og Dánjali fyri tíðina í Neistanum og ynskja teimum alt tað besta nú teir fara at royna seg uttanlands. Spennandi verður at fylgja teimum.

EITT BROYTT VENJARATOYMIÐ

19.05.2021

Kvinnuliðið hjá Neistanum hevur fingið nýggjan hjálparvenjara. Stina Madsen verður partur av
venjaratoyminum hjá SMS liðnum komandi kappingarár 2021/22.

Kári Horn heldur fram sum høvuðsvenjari og Eirikur Magnussen heldur somuleiðis fram sum liðleiðari. Flemming Raben hevur takkað fyri seg. Flemming sigur sjálvur, at nú hevur hann verið í hondbóltinum í so nógv ár og heldur hann, at tíðin er komin til, at hann leggur
frá sær. 
Neistin takkar Flemming mangar ferðir fyri gott samstarv og kenna vit okkum sera hepnan at hava havt Flemming, sum er ein royndur venjari við nógvum góðum dygdum, í felagnum í fleiri ár. 

Stina Madsen hevur spælt við besta kvinnuliðnum hjá Neistanum, síðan hon kom til Føroyar. Stina spælir nú ikki á besta liðnum meir, men traðkar í hjálparvenjaraskógvarnar
ístaðin. Stina verður eisini venjari hjá G18, ábyrgdari av 1.d.kvinnum og kemur at samstarva við venjaratoymið í G16.

Árið 2020/21 varð eitt sera gott ár hjá okkara kvinnum. Tað eydnaðist teimum bæði at vinna seg í steypafinaluna og FM finaluna. Hettar var eisini málið, hóast avbjóðingin varð stór, tá
árið byrjaði, men hart arbeiði og góð venjing gav úrslit. 
Venjaratoymið heldur fram við miðvísa arbeiðnum við vón um eitt minst líka gott ár 2021/22.

Neistin ynskir Kára, Stinu og Eirikur góða eydnu og gleðir seg til nógvar góðar løtur í høllini í kappingarárinum 2021/22.

NEISTIN SETT MENNARA

16.05.2021

Neistin hevur sett Gilla N. Lorenzen sum mennara. Gilli skal hava høvuðsábyrgd fyri U8, U10, U12 og U14 leikarunum í Neistanum, umframt at hjálpa og verða til taks hjá venjarunum í hesum aldursbólkunum.

Gilli Lorenzen er 26 ár og uppvoksin í Havn. Gilli er útbúgvin maskinmeistari og arbeiðir til dagligt í Fishfacts. Gilli er giftur við Súsannu Samró og eiga tey eina lítla gentu saman, sum eitur Helena.
Gilli hevur verið neistamaður so leingi hann minnist og hevur hann vant ungdóm síðan 2011.

Gilli sigur sjálvur, at gleðin við at venja ungdóm og venja hondbólt, er at skapa ein frístað í høllini, har børnini frítt kunnu renna og spæla hondbólt uttan atlit til annað enn at royna sítt allarbesta, tí tað er nevniliga altíð nóg mikið. At skapa eitt umhvørvi, har øll kenna seg vælkomnan.
Gilli leggur stóran dent á at verða væl fyrireikaður og at børnini skulu hava tað gott á og uttanfyri vøllin. Gilli heldur tað er týdningarmikið at børnini blíva góð við bóltin og at
børnini fáa loyvi til at verða kreativ. Geva leikarunum loyvi at royna seg og syrgja fyri, at teir fáa tær røttu avbjóðingarnar.

Neistin gleðir seg til at fylgja Gilla í hansara nýggja leikluti, sum mennari og ynskja honum góða eydnu. Síggjast í høllini.

BURN VENJARATOYMIÐ

14.05.2021

Venjaratoymið hjá Burn er óbroytt í 2021/22.

Arnar Gunnarsson og Finnur Hansson halda fram. Arnar, sum høvuðsvenjari og
Finnur, sum hjálparvenjari.

Vit, Neistin, eru glað fyri, at avtalan við íslendska venjaraparið er longd. Arnar og Finnur kennast frá Íslandi og hava eitt gott samstarv. Arnar hevur hondbóltsroyndir í m.a. Íslandi, Norra og Týsklandi. Finnur hevur sínar hondbóltsroyndir í Íslandi og tey nógvu seinastu árini í Føroyum.
Árið 2020/21 hjá neistamonnum var eitt spennandi ár við fokus á menning. Hendan ætlan heldur fram við vón um at blanda seg í toppstríðnum.


Arnar verður eisini venjari hjá D18, verður hjá 1.d.monnum og skal hjálpa til í D16.


Neistin ynskir venjaratoyminum alt tað besta og gleðir seg til nógvar góðar løtur í høllini í kappingarárinum 2021/22.

SUMMARVENJING

13.05.2021

Komið øll. Tað er soooo stuttligt. 

Neistin hevur summarvenjing í mai og juni 2021. Tað er frítt at koma. Øll eru vælkomin.
Biðið vinmannin ella vinkonuna koma við at royna hondbólt. Ein góður møguleiki nú í summar, tá eingin kapping er. Líkamikið, hvar í Tórshavn tú býr og hvør tú er, Neistin vil fegin hava teg við. Tú nýtist ikki at melda teg til. Tú kemur bara.

Vælkomin – Blátt er Gott

Venjingartíðir í mai og juni 2021:

Mán. Kl. 16.45-18.00 í høllini á Hálsi 1 - D14 -

Týs.   Kl. 14.30-15.30 í Gundadalshøllini - D10 -
           Kl. 15.45-17.00 í Gundadalshøllini - D12 -
           Kl. 17.00-18.00 í Gundadalshøllini - U8 - 
           Kl. 18.00-19.30 í Gundadalshøllini - D16 -

Mik.   Kl. 16.15-17.30 í høllini á Hálsi 1 - G14/16 -

Hós.   Kl. 15.00-16.00 í høllini á Hálsi 2 - G10/12 -
            Kl. 16.00-17.30 í høllini á Hálsi 2 - D14 -

Frí.      Kl. 16.30-18.00 í Gundadalshøllini - D16 -

NEISTAKVINNUR FINGIÐ STYRK

29.04.2021

Neistin hevur gjørt avtalu við Jovanu Stranjanac og Nadju Pejovic komandi kappingarár 2021/22. Útlendskir leikarar, tó kendar í føroyskum hondbólti, sum hava víst gott spæl her heima. Jovana er 26 ár, málverji og frá Belgrade, Serbia. Hon hevur spælt í fleiri ymiskum feløgum í Serbia, men trý tey seinastu árini, hevur hon spælt við Kyndli.
Nadja er 25 ár, bakspælari og frá Niksic, Montenegro. Hon hevur spælt tvey ár í Slovenia, tvey ár í Serbia og tað seinasta árið í Kyndli.
Umframt at spæla við neistakvinnum, skal Jovana verða málverju- venjari hjá okkara ungdómi og Nadja skal hjálpa til. Vit í neistanum eru glað um at hava fingið hesa avtaluna í lag og
eru spent uppá samstarvið.
Jovana og Nadja gleða seg til at verða ein partur av neistakvinnuliðnum og góðum felagsskapið. Báðar eru klárar til at leggja nógv fyri, fyri at geva liðnum møguleika at vinna mest møguligt.

Neistin ynskir Jovanu og Nadju hjartaliga vælkomnar í Neistan.

AFTUR Í ELDIN

29.04.2021

A-landsliðið við monnum er í skrivandi løtu aftur í eldinum. Teir skulu spæla tríggjar EM-undandystir. Ein útidyst móti Russlandi og tveir heimadystir móti Kekkia og Russlandi.
Føroyska liðið spælir í Moskva móti Russlandi í dag kl. 17.30 Okkara útisetamenn hava aftur fingið landsliðsboð, Nicholas Satchwell, Teis Horn Rasmussen og Tróndur Mikkelsen.
Neistin ynskir tykkum hjartaliga til lukku og gleða okkum at síggja tykkum spæla, ikki minst á heimavølli. Føroyar spæla móti Kekkia í Havn í HH fríggjadagin 30. Apríl Kl. 19.45 og móti Russlandi í Havn í HH sunnudagin 2. Mai Kl. 17.00.

Góða eydnu Nicholas, Teis og Tróndur.

NEISTIN FYLLIR 90 ÁR

19.03.2021

 

Góðu Neistafólk💙
Neistin fyllir 90 ár sunnudagin 21. mars.🎉
Dagurin verður hildin í Gundadalshøllini, Neistarúminum og á niðara vølli í Gundadali. Spæl og hugni á skránni frá kl. 14.00-17.00.🤾🤸‍♀️
Øll eru hjartaliga vælkomin. Kaffi og te er á kannuni🎂☕️😀
Blátt er Gott💙

 
 
 

A-LANDSLIÐSDYSTIR

19.03.2021

NEISTIN VÆL UMBOÐAÐ

A-landsliðið hjá kvinnum ferð til Danmarkar í dag og gongur leiðin síðan til Minsk í Hvítarusslandi, har liðið skal til HM-undankapping.

14 leikarar eru úttiknir og Neistin hevur góða umboðan.
Brynja Høj, Margit W Frímundsdóttir og Ingunn K Persson frá Neistanum hava fingið heiðurin at umboða Føroyar. Allar tríggjar eru uppvaksnar í Neistanum og myndað besta kvinnuliðið hjá Neistanum. Felags fyri tær tríggjar er, at tær hava luttikið á ungdómslandsliðum gjøgnum árini og hava altíð arbeitt  og arbeiða hart fyri hondbóltinum. 

A-kvinnurnar skulu spæla 2 dystir. Báðir verða spældir í Minsk í Hvítarusslandi. Fríggjadagin 19/3 kl. 13.00 spæla Hvítarussland og Føroyar og leygardagin 20/3 kl. 11.00 spæla Føroyar og Sveis.
Tvey lið koma víðari úr bólkinum og skulu spæla play-off dyst móti hægri styrkimettum liði.

Neistin ynskir Brynju, Margit og Ingunn hjartaliga til lukku við úttøkuni og ynskja tykkum, liðnum og venjaratoyminum góða eydnu💪💪
Koyr á Føroyar

 

A-LANDSLIÐSDYSTIR

12.03.2021

 
 

A-LANDSLIÐSDYSTIR🤾🤾‍♂️

Tríggir A-landsliðsdystir við monnum verða spældir hesa vikuna.

Føroyar spæla móti Ukraina í Kiev í morgin mik. 10. mars kl. 15.30 Møguligt er at síggja dystin í sjónvarpinum, Kvf, sent verður frá kl. 15.20. Eisini ber til at lurta á FM1 frá kl. 15.00.

Fríggjadagin 12. Mars spæla Føroyar móti Kekkia í Brno og heima í Føroyum í HH móti Ukraina sunnudagin 14. mars kl. 18.00.

Eitt avmarkað tal av áskoðarum sleppa í høllina at síggja dystin. Eingin almenn atgongumerkjasøla. Høllin verður deild í tríggjar partar vegna korona tilmælini.

A-landsliðið er mannað við Nicholas Satchwell, Tórur S. Guttesen, Rói B Hansen, Sjúrður Olsen, Tróndur Mikkelsen, Jónas G Djurhuus, Filip Jojic, Peter Krogh, Teis H Rasmussen, Kjartan Johansen, Vilhelm Poulsen, Allan Norðberg, Hákun West av Teigum, Helgi H Hoydal, Rókur Akralíð, Rógvi D Christiansen og Elias Ellefsen á Skipagøtu.
Venjarar: Sonni Larsen og Dia Midjord 

Fýra av hesum leikarunum kunnu vit við stoltleika kalla Neistamenn💙
Rói B Hansen, Teis H Rasmussen og Tróndur Mikkelsen eru uppvaksnir í Neistanum og hava altíð verið hart arbeiðandi seriøsir leikarar. Hava allir gjørt vart við seg á ungdómslandsliðum eisini. Teir tríggir eru farnir til Danmarkar at royna seg og gongst teimum væl. Rói spælir við HØJ, 1. Div. , Teis spælir við TM Tønder í 1. Div. Og Tróndur spælir við SUS Nyborg somuleiðis í 1. Div. Nicholas Satchwell kom til Føroyar at spæla við Neistanum í 2015. Nicholas hevur vart málið hjá Neistamonnum sera væl øll árini og var felagnum ein sannur fongur. Hóast Nic ikki hevur slitið sínar barnaskógvar í Neistanum, so loyva vit okkum at siga, at hann er so bláur, sum man kann blíva. Nicholas spælir nú í Íslandi við KA Akureyri, har hann klárar seg sera væl.

Neistin ynskir Róa, Teis, Tróndi og Nic hjartaliga til lukku við úttøkuni og ynskir teimum og restina av landsliðnum góða eydnu🤞

Koyr á Føroyar

 

EIN NEISTASTUÐUL ER FARIN

28.02.2021

Vár í Ólavsstovu er farin, bara 62 ára gomul. Vár var í nógv ár ein av ímyndunum hjá Neistanum. Hon var málmaður í einum góðum árgangi, sum síðst í sjeytiárunum var við til at manna eitt av sterku kvinnuliðum Neistans, sum vann fleiri FM og m.a. leikti Evropacupdystir. Vár var í fleiri umførum í nevnd Neistans. Í nógv ár var hon eisini fastur liðleiðari hjá besta kvinnuliðnum. 

Tá sonurin, Ólavur, fór at spæla hondbólt, tók hon eisini eitt tak sum venjari - umframt, at bæði hon og maðurin Zakaris fóru í nevndina. 

Hóast Vár seinastu árini ikki var so ofta at síggja í høllini, var eingin ivi um, at hjartað 💙 var myrkablátt, tað merktist beinanvegin, tá ið tú hitti hana. Hon fylgdi væl við og eg síggi fyri mær, hvussu hon hevði havt fegnast um dystin í gjár. Og heilt vist hevði hon eisini fylgt við dystinum í dag.

Á myndini, sum eg lænt frá hennara facebooksíðu, sæst Vár saman við Zakarisi.

Vit hava mist ein góðan vin og eina bláa eldsál, sum vildi felagnum tað besta. Vit drýpa høvur í djúpari samkenslu við Zakarisi, Ólavi og hansara, mammuni, systrum og øllum, sum stóðu henni nær.

Jón Kragesteen

SEKS NEISTALIÐ Í STEYPAFINALUNUM

Okkara felag er væl umboðað í Faxe Kondi steypafinalunum, sum verða um vikuskiftið.

Umframt at bæði kvinnurnar og menninir hava spælt seg í finalurnar, so hevur Neistin eisini lið í finalunum hjá gentum 10, gentum 16, dreingjum 16 og dreingjum 18.

Øll Neistaliðini fáa H71 sum mótstøðulið í finalunum uttan gentur 10, sum skulu spæla móti VÍF.

Steypafinalurnar verða spældar fríggjakvøldið 19. februar, leygardagin 20. februar og sunnudagin 21. februar. Allar finalurnar verða í høllini á Hálsi.

 

Fríggjakvøldið 19. februar:

Kl. 18:30: Gentur 16 H71 – Neistin

Kl. 20:00: Dreingir 16 H71 – Neistin

Leygardagin 20. februar:

Kl. 12:20: Gentur 10 Neistin a – VÍF a

Kl. 17:00: Kvinnur H71 – Neistin

Kl. 19:30: Menn H71 – Neistin

Sunnukvøldið 21. februar:

Kl. 18:55: Dreingir 18 H71a – Neistin

 

Finalurnar hjá kvinnunum og monnunum verða sendar beinleiðis í Kringvarpinum.

Allar ungdómsfinalurnar verða stroymdar á síðuni hjá HSF á YouTube:

Handball Faroe Islands – YouTube

 

Vit ynskja leikarum og venjarum góða eydnu.

Blátt er gott.

NEISTAKVINNUR NÝGGJAN LEIKARA

28.12.2020

Neistakvinnur hava ein sera smalan hóp í ár. Serliga í bakketuni, er mangul á leikarum og tí sera sárbært. Neistin hevur nú skrivað sáttmála við serbiskan leikara. Avtalan er í fyrsta lagi gjørd fyri kappingarárið 2020/21.


Leikarin er 25 ára gamla Zeljana Grozdanic frá Vrbas í Serbia. Zeljana hevur spælt hondbólt í 13 ár. Hon hevur spælt í Vrbas við “Vrbas” og í Novi Sad við “Vojvodina”. 
Zeljana er komin til landið og venur við neistakvinnunum, men kann ikki spæla dyst, tí uppihaldsloyvið er ikki játtað enn.


Zeljana gleðir seg til avbjóðingina og vónar, at neistakvinnur fáa eitt ár við vælspældum hondbólti og góðum úrslitum. 

Neistin ynskir Zeljanu hjartaliga vælkomna í felagið.

SEINASTU DYSTIRNIR FYRI JÓL

 

18.12.2020

 

Leygardagin 19. desember spæla okkara kvinnur og menn seinastu dystirnar fyri jólasteðgin. Dystirnir verða í høllini á Hálsi.

Kl. 13:30 Neistin - VB 
               SMS 

Kl. 15:00 Neistin - KÍF
               BURN 

Dystirnir, sum verða uttan áskoðarar, verða stroymdir á live.hsf.fo

Neistin - VB:
https://live.hsf.fo/programs/live-yw2yrff2zpe

Neistin - KÍF:
https://live.hsf.fo/programs/live-68xbdc-elr0?categoryId=50572

Blátt er gott  💙💙💪

SPÆLA UMAFTUR MIKUKVØLDIÐ

16.12.2020

Dysturin millum bestu mansliðini hjá Neistanum og VÍF, sum Ítróttardómstólurin hevur staðfest skal spælast umaftur, verður spældur í høllini á Hási mikukvøldið 16. desember kl. 20.00.

Dysturin verður uttan áskoðarar.

Dysturin verður stroymdur á live.hsf.fo.
https://live.hsf.fo/programs/live-f4yxmlzfmle?categoryld=51031

Blátt er gott 💙💙💪💪

Burn og SMS

11.12.2020

 

Í HH 12. des. 2020
Kl. 16.00. SMS   Neistin - Stjørnan
Kl. 18.00  Burn   Neistin - Team Klaksvík