U17 KVINNU LANDSLIÐIÐ

01.08.2019

Seks Neistaleikarar á U17 kvinnu landsliðnum.

Petra A. Larsen, Rúna J. Larsen, Hervør Niclasen, Maria P. Nólsoy, Sára Sigrunardóttir og Frida H. Jacobsen eru úttiknar til U17 landsliðið, sum nú eru ávegis til Georgia.

U17 kvinnurnar skulu spæla EM undan kapping í Tbilisi í Georgia. Føroyar eru í bólki við Grikkalandi, Ukraina, Serbia og Bulgaria.
Fyrsti dysturin verður spældur leygardagin 3. Aug. Kl. 09.00 føroyska tíð.
Venjarar eru Dia og Anya Midjord.

Neistin ynskir Petru, Rúnu, Hervør, Mariu, Sáru og Fridu hjartaliga tillukku við úttøkuni og vit ynskja tykkum, liðnum og venjaratoyminum góða eydnu

ÓLAVSØKAN 2019

31.07.2019

Neistin varð best bæði til skrúgonguna og í Ólavsøku-hondbóltskappingini
Í høllini á Hálsi.

Neistin varð væl umboðað til skrúgonguna á Ólavsøku 2019. 
Í besta sólskinsveðri bleiv gingið oman á Tinghúsvøllin Ólavsøkuaftan.
Nógv ítróttarfeløg vóru við. Tað var ein vøkur og sigandi sjón, tá langa
røðin av børnum, ungum og vaksnum ítróttarfólki gingu gjøgnum býin
og stóðu saman um at gera okkara tjóðarhátíð festliga.
Sjónligast var tann blái Neistahópurin. Vit vóru flest og vístu eitt sterkt 
samanhald. Ása Dam á Neystabø var okkara flaggberi og barð hon tað 
tignarliga. Ása hevur í fleiri ár verið og er enn ein hollur stuðul í Neistanum
bæði á vøllinum sum leikari og venjari.
Nevndin vil fegin bera eina hjartans tøkk til øll sum luttóku í skrúgonguni.
Tað hevur stóran týdning fyri felagið, at vit møta fjølment til hettar tiltak og vísa
okkara góða og sterka felag, sum vit jú øll eiga okkara lut í. Latið okkum gera Ólavsøku-skrúgonguna til siðvenju. Síggjast øll aftur í næsta ár til skrúgonguna.

Kyndil skipaði fyri eini Ólavsøku- hondbóltskapping í HH Ólavsøkuaftan kl.18.00. Neistin, Kyndil, VÍF og KÍF luttóku. Ein lítil upphiting til komandi kappingarár og ein hugnalig løta í høllini fyri hondbóltsáhugaði. 
Neistamenn gjørdu ikki mætari enn at vinna kappingina. 
Á Neistaliðnum hendan dagin vóru:
Nicholas Satchwell, Rókur H. Joensen, Rói B. Hansen, Jóhannes Bjørgvin, Torstein Balle, Dánjal Ragnarsson, Tróndur Mikkelsen, Tróndur Kragesteen, Rasmus Søby,
Jónas Rasmussen, Jóhannes P. Kragesteen, Julian J. Kragesteen og Bjartur Hansen.
Hjartaliga tillukku Neistamenn.

U19 LANDSLIÐIÐ

16.07.2019

Tíggjar neistakvinnur eru við á U19-landsliðnum, sum í dag eru farnar til Litava.

Ingunn Kristina Persson, Hjørdis Viðstein og Sólbjørt Høj eru úttiknar til U19-landsliðið við kvinnum.

U19 kvinnurnar skulu spæla EM kapping, W19 Championship, í Kaunas og Klaipeda í Litava í døgunum 15. – 21. Juli 2019. Føroyar eru í bólki við Kekkia, Kosovo og Turkalandi. Fyrsti dystur verður spældur mánadagin 15. Juli kl. 11.00 móti Kekkia, síðan týsdagin 16. Juli kl. 13.00 móti Turkalandi og hósdagin 18. Juli kl. 11.00 móti Kosovo.

Venjarar hjá U19-landsliðnum eru Per Klarup og Christoffur Gert Nielsen.

Neistin ynskir Ingunn, Hjørdis og Sólbjørt hjartaliga tillukku við úttøkuni og ynskja vit tykkum, liðnum og venjaratoyminum góða eydnu.

OKKARA VENJARATOYMIÐ

01.07.2019

Nú er greitt, hvør kemur at manna venjaratoymið hjá Okkara monnum kappingarárið 2019/20.

Høvuðsvenjari verður, sum áður fráboðað, Mads Rydal Nielsen. Mads er dani, 28 ár, útbúgvin cand. negot. HRM & Leadership og býr í Odense. Mads hevur nógvar royndir bæði sum spælari og venjari í m.a. SUS Nyborg.
Hjálparvenjari verður David Edvardsen. David er dani, 32 ár, lærir til køliteknikara hjá Frost og býr í Tórshavn. David hevur spælt hondbólt í Føroyum í fleiri ár og hevur hann verið ein sera eyðsýndur og góður leikari øll árini. David kom til Føroyar í 2007 at spæla við STÍF og hevur síðan spælt bæði við Neistanum og Kyndli við sera góðum úrslitum. David hevur eisini í fleiri umførum verið venjari hjá ungdómsliðum. Vit eru sera fegin um at fáa David yvur í tí bláu leguna aftur og ynskja honum hjartaliga vælkoman í Neistan.
Guðrun Patursson, sum hevur verið álitið á liðleiðara postinum tvey tey seinastu kappingarárini, heldur fram komandi kappingarár. 
Neistin ynskir venjaratoyminum góða eydnu og gleðir seg til samstarvið.

VENJINGARLEGA

10.06.2019

Ingunn Kristina L. Persson varð úttikin til A-landsliðið við kvinnum, sum hava verið á venjingarlegu í Århus á Hvítusunnu.

 

Hettar er fyrstuferð Ingunn Kristina er úttikin til A-landsliðið. Hon er 19 ára gomul og er ein av berandi kreftunum á besta liðnum hjá neistakvinnum. Ingunn Kristina hevur tó verið á landsliðsferð fyrr, men hevur tað verið við ungdómslandsliði.

 

Venjingarlegan hjá A-landsliðnum er liður í fyrireikingunum fram móti EM-kappingin í heyst. Kvinnurnar hava spælt tveir venjingardystir og vunnu báðar. Tær vunnu 31-28 móti Sønderjyske og vunnu 32-28 móti Århus.

 

Neistin ynskir Ingunn Kristinu L. Persson hjartaliga tillukku við úttøkuni og alt tað besta á komandi hondbóltsleið.

TRIÐJA UMFAR

10.06.2019

Tróndur Kragesteen, Nicholas Satchwell og Rói B. Hansen eru enn einaferð úttiknir til A-landsliðið við monnum.

 

Landsliðsvenjarnir, Sonni Larsen og Jeppe Borch hava nú úttikið teir 16 leikararnar, sum skulu mannað A-landsliðið við monnum til triðja og síðsta EM-undankappingarumfarið í hondbólti.

 

Manslandsliðið skal spæla móti Montenegro í Farum 13. Juni og móti Danmark í Aalborg 16. Juni

 

Neistin ynskir Trónda, Nic og Róa hjartaliga tillukku við úttøkuni og ynskir venjarahópinum og liðnum góða eydnu.

GENTUR 14 TIL SKJERN

19.05.2019

10 Neistagentur eru úttiknar at luttaka á hondbóltsferðini til Skjern, sum HSF skipar fyri.

 

Tilsamans 31 gentur eru við á ferðini. Tær spæla venjingardystir móti Esbjerg, Skjern og Skanderborg. Venjingarlegan er frá 16. – 20. Mai.

 

Neistagenturnar, sum eru við, eru Silja Muller, Birna Eyðunardóttir, Lea Mohr, Sára Sigrunardóttir, Anna Sigrunardóttir, Brá Reginsdóttir, Silja Heðinsdóttir, Bjørk F. Joensen, Marita J. Arge og Maria P. Nólsoy (sum vegna serligar umstøður mátti melda avboð). Hallur Danielsen og Eyðun R. Jensen eru við sum venjarar.

 

Neistin ynskir  04´ hópinum og venjaratoyminum eina góða venjingarlegu og góða eydnu. 

Leggjast má afturat, at tað er sera flott, at heili 10 gentir í sama árgangi frá Neistanum eru millum tær útvaldu at luttaka á hesi ferðini.

Okkara bláa hjarta gleðist vegna felagið og ikki minst tykkara vegna. Koyrið á. 

NÝGGJAN VENJARA

11.05.2019

Maja Dragoljubovic verður aftur at síggja í neistamálinum komandi kappingarár 2019/20.

Vit í Neistanum eru sera fegin um, at Maja heldur fram á okkara besta kvinnuliði, har hon kann verða við til at verja aftasta skansa og styrkja um liðið.

NÝGGJAN VENJARA

02.05.2019

Besta mansliðið hjá Neistanum fær nýggjan venjara komandi kappingarár.

Neistin hevur skrivað sáttmála við Mads Rydal Nielsen. Hann skal venja okkara neistamenn kappingarárið 2019/20.
Mads R. Nielsen er dani. Føddur í 1991 og býr í Odense. Hann er útbúgvin Cand. negot. HRM & Leadership. Hevur tikið DHF venjaraútbúgvingina í 2019. Mads hevur verið høvuðsvenjari hjá SUS Nyborg hondbólt, 2. Div. monnum kappingarárið 2018/19. Eisini hevur hann verið høvuðsvenjari hjá bæði U16 og U18 dreingjum 1. Div. hjá SUS Nyborg, umframt U16 og U18 dreingjum 1. Div. í GOG og á Oure.
Mads er uppvoksin í SUS Nyborg hondbóltsfelagnum. Hann elskar hondbólts- verðina. Mads hevði vónir um at gerast yrkis hondbóltsleikari og varð væl á veg, men hansara karriera steðgaði í 2014, tá hann fekk ein alvorligan skaða í økslina. Sum seniorleikari náddi Mads at spæla í 1. Div. í eitt ár og  valdi síðan at fara venjaraleiðina.

Neistin gleðir seg til samstarvið við Mads og ynskja vit honum hjartaliga vælkomin í felagið og góða eydnu.

Jeppe Borch hevur valt at fara aftur til Danmarkar, har hann skal venja U17 dreingir hjá GOG á Fjóni. Jeppe hevur verið í Neistanum í tvey kappingarár og hava tað verið tvey góð og mennandi ár hjá okkara monnum. Neistamenn hava hesi tvey árini saman við Jeppa Borch og venjaratoyminum vunnið tvey FM-silvurheiðursmerki og eitt steypafinalu gull.
Neistin takkar Jeppa fyri tíðina í felagnum og ynskir honum blíðan byr framyvur.

SMS VENJARATOYMIÐ

18.04.2019

Venjaratoymið hjá SMS liðnum hjá Neistanum er uppá pláss.

Neistin hevur gjørt avtalu við Kára Horn, Flemming Raben og Eirikur Magnussen at taka sær av SMS liðnum komandi kappingarár 2019/20.

Hettar eru alt kend andlit í Neistahøpi. Kári Horn, sum hevur verið venjari hjá kvinnunum nú tað seinasta hálva árið, heldur fram sum høvuðsvenjari.

Flemming Raben, sum hevur verið venjari hjá Neistanum í fleiri umførum, verður hjálparvenjari. Eirikur Magnussen, sum hevur verið liðleiðari í fleiri ár, tekur enn eitt tørn.

Neistin gleðir seg til samstarvið og ynskir teimum hjartaliga vælkomin í felagið.

OPIÐ HÚS HJÁ NEISTANUM

12.04.2019

Í samband við at ÍSF fylti 80 ár í ár, lat hondbóltsfelagið Neistin hurðarnar upp fyri øllum áhugaðum 6. Apríl í Gundadalshøllini frá kl. 13-15.

Dagurin varð sera væl eydnaður og nýttu fleiri høvið at vitja í høllini bæði nýggj og kend andlit. Gjørdur varð ein bóltbani til tey smáu. Har vóru bóltar og skotkappingar. Eisini bjóðaðu tey øllum at verða við til minihondbólt, har børn og foreldur kundu spæla saman við leikarum frá bestu liðnum.

Tíð varð eisini til ein drekkamunn við kaku og sunkist og vatn til tey smáu. ÍSF lundin kom framvið at heilsa uppá. Ein sera hugnalig løta.

Tríggir Neistamenn við á ferðini.

09.04.2019

Tróndur Kragesteen, Nicholas Satchwell og Rói Berg Hansen eru úttiknir til A-landsliðið við monnum. Rói spælir við FIF í Keypmannahavn, men loyva vit okkum enn einaferð at rokna hann sum okkara.

A-landsliðið við monnum fór av landinum í gjár. Teir skulu spæla 2 dystir móti Ukraine. Fyrri dysturin verður spældur, mikudagin 10. Apríl kl. 17.00 føroyska tíð á útivølli í Ukraine. Seinni dysturin verður spældur, leygardagin 13. Apríl kl. 17.45 føroyska tíð á heimavølli í Royal Arena í Keypmannahavn. Venjarar eru Sonni Larsen og Jeppe Borch.

Neistin ynskir Trónda, Nic og Róa hjartaliga tillukku við úttøkuni og ynskja vit teimum, liðnum og venjarahópinum góða eydnu.

FM-FINALAN ER OKKARA

29.03.2019

Neistamenn spældu seg í FM-finaluna mikukvøldið 27. Mars.
 
Neistin vann 21-20 á Kyndli í 3. Og avgerandi hálvfinaluni í HH. Dysturin mikukvøldið varð enn ein gysari og fall avgerðin ikki fyrr enn í síðsta minutti.
Nógv fólk høvdu leitað sær í høllina og gjørdist har sannur rómur. Áskoðarafjøldin kókaði og leikararnir vóru tendraðir og kempaðu til síðsta bríksl.
 
H71 gjørdist vinnari av hinum hálvfinalu umfarinum. H71 vann tann 3. Hálvfinaludystin sera sannførandi á Víf 28-21.
Neistin skal tískil spæla FM-finaludystir móti H71.
 
Fyrsta FM-finalan er um vikuskifti. Spælast skal best av fimm møguligum finalum.
     1. Finalan: Sunnudagin 31. Mars í Hoyvík, kl. 18.00 H71-Neistin
     2. Finalan: Mikudagin 3. Apríl í HH, kl. 20.00 Neistin-H71
     3. Finalan: Hósdagin 18. Apríl í Hoyvík, kl. ? H71-Neistin
     4. Finalan: Mánadagin 22. Apríl í HH, kl. ? Neistin-H71
     5. Finalan: Leygardagin 27. Apríl í Hoyvík, kl. ? H71-Neistin
 
Hjartaliga tillukku Neistamenn og takk fyri spenning á hægsta støði. Tit vístu geist, vilja, ágrýtni og úthaldni. Flott kempað Neistin. 
Gleða okkum til fianlurnar. Síggjast í høllini líka fjølment.
 
Neistin
Blátt er Gott

GULL TIL NEISTAN

01.03.2019

Neistamenn vunnu gull í steypafinaluni Í HH Leygardagin 23. Feb. 2019.

 

Í farna vikuskifti blivu steypafinalurnar spældar í HH, 23. og 24. Feb. Neistin hevði 6 lið við í finaluni og vann Neistin gull í heili 5 av 6 møguligum finalum.

 

Neistamenn spældi móti Kyndli. Neistin rann aftaná meginpartin av dystinum, men kempaði væl. Komu sera væl aftur í aftur bæði í fyrra hálvleiki og í seinna hálvleiki, har teir vóru aftanfyri við fleiri málum. Í endanum av dystinum megnaðu Neistamenn at hála seg upp á javnt 22-22, tá tann royndi og góði Rasmus Søby síðan avgjørdi dystin í seinastu sekundunum og skeyt eitt dundurskot langt útifrá, sum tryggjaði Neistanum gulli og ein 23-22 sigur á Kyndli.

 

Neistin, G18 spældu eisini finalu móti Kyndli. Neistagenturnar spældu ein sannførandi og góðan dyst. Ivi varð ongantíð um, hvat varð betra liðið. Neistin vann 24-18 á Kyndli og annað gullið hjá Neistanum kom í hús. Rúna Larsen hjá Neistanum stóð ein branddyst í málinum og bleiv hon vald til dagsins leikara í G18 finaluni 2019.

 

Neistin, D18 spældu finalu móti Stíf. Somuleiðis vístu Neistadreingirnir beinanvegin, at teir vóru betra liðið og vunnu ein tryggan sigur á Stíf 34-26. D18 vunnu sostatt Neistanum triðja gullið.

Julian Jónsson Kragesteen hjá Neistanum vísti sera gott spæl og bleiv valdur til dagsins leikara í D18 finaluni 2019.

 

Neistin, D10 byrjaðu seinna finaludagin, sunnudagin, sera væl. Neistin spældi móti H71. Neistadreingirnir komu afturút, men kempaðu seg sera væl inn aftur í dystin. Teir vildu ikki geva upp og endaðu við at vinna 12-10 á H71 og fingu fjóðra Neistagullið.

Jógvan í Skála hjá Neistanum var sera tryggur á vonginum og bleiv valdur til dagsins leikara í D10 finaluni 2019.

 

Neistin, G14 spældu somuleiðis móti H71. Neistagenturnar vóru suverenar og vunnu stórsigur á H71 25-12. H71 genturnar fingu ikki eitt bein til jørðina. Okkara gentur vunnu sostatt tað fimta steypagullið.

Lea Mohr skoraði sera væl á vonginum og bleiv vald til dagsins leikara í G14 finaluni 2019.

 

Neistin, G16 spældu eisini móti H71 og bleiv hesin dysturin ein gysari av eini aðrari verð. Neistagenturnar spældu ein sera flottan dyst. Tær komu afturút, men góvu ongantíð upp. Kempaðu til tað síðsta. Ein sonn finala. Dysturin endaði við javnleiki og máttu tær tí út í longda leiktíð 2 x 5min. Eisini tá stríddust tær fyri hvørjum bólti og var tað bert smáir marginalar, sum gjørdi, at H71 vann dystin 29-28. Eitt sera flott silvurheiðursmerki bleiv tað til hjá Neistagentunum, sum líka so væl kundi havt verði gull. Vit kunnu siga, at Neistagenturnar vóru gull verdar.

Maria Pálsdóttir Nólsoy stýrdi dystinum hegnisliga og bleiv vald til dagsins leikara í G16 finaluni 2019.

 

Takk til venjarar, leikarar, hjálparar (í básinum/til veitsluna) og áskoðararnar fyri eitt framúr steypafinaluvikuskifti 2019.

 

Koyr á Neistin

Blátt er Gott

NEISTAMENN Í FINALUNI

19.02.2019

Neistamenn vunnu sannførandi 2. hálvfinaluna móti Kíf í steypakappingini.

 

Sunnukvøldið 17. Februar spældu Neistamenn hálvfinalu móti Kíf og vunnu 27-21. Neistaleikararnir vóru klárir frá fyrsta bríksli og lótu ongan iva verða um, at teir skuldu í steypafinaluna. Ein væl spældur dystur bæði í verju og álopi, har allir menn vóru klárir allar 60 minuttirnar. Heili 9 mans komu á máltalvuna. Flott. Góður geistur á bonkinum og ein áskoðarafjøld, sum áhaldandi rópti og trummaði allan dystin. Hjartaliga tillukku Neistin.

 

Steypafinalurnar “Faxe Kondi” verða spældar leygardagin 23. Feb. Og Barna/ungdómsfinalurnar verða spældar sunnudagin 24. Feb.

 

Leygardagin verða fýra finalur spældar og er Neistin við í heili trimum av fýra finalum. Eisini hava vit trý lið við í finalunum sunnudagin.

 

Skrá fyri Neistaliðini:

Leygardagin 23. Feb.

Kl. 16.00.  OKKARA.   NEISTIN - Kyndil

Kl. 18.00.  G18.           NEISTIN - Kyndil

Kl. 19.30.  D18.           NEISTIN - Stíf

 

Sunnudagin 24. Feb.

Kl. 13.30.  D10.          NEISTIN - H71

Kl. 15.50.  G14.          NEISTIN – H71

Kl. 17.50.  G16.          NEISTIN – H71

(fullfíggjað skrá sæst á hsf.fo)

 

Kostnaður – atgongumerki til finaludagarnar:

100kr. fyri vaksin per dag

  30kr. fyri børn í skúlaaldri per dag

 

Tað er SERA umráandi, at vit Neistafólk møta til dystirnar og stuðla okkara finalistum, bæði leygardagin og sunnudagin. At vit øll í felag eru saman um hettar. Møtið fjølment. Setið vikuskiftið av til hondbóltin/Neistan. Neistin hevur bás í høllini báðar finaludagarnar, har selt verður m.a. suppa við breyð, heimagj. sandwishbollar, sjokoláta, vatn, sodavatn o.m.a.

Gleða okkum at servera fyri tykkum.

 

Leygardagin 23. Feb. Kl. 13.00 verður upphiting til OKKARA Finaluna í nýumvalda Neistarúminum, har okkurt leskiligtverður at fáa. Vit fara at hugna okkum saman og byggja ein rimmar stemning upp, áðrenn farið verður niðan at stuðla OKKARA monnum. Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði stór og smá.

Síggjast.

 

NEISTIN

Blátt Er Gott

5 lið í finaluni

13.02.2019

 

Hálvfinaluumførini hjá okkara Neistabørnum og ungdómi í steypakappingini eydnaðust væl

   G18, D18, G16, G14 og D10 eru í finaluni.

       - G18 spældu hálvfinalu ímóti H71. Neistagenturnar vístu geist og vilja og vunnu
         ein flottan sigur 26-23

      - D18 spældu eisini móti H71. Hóast H71 kom í so tætt til tíðir, so var sigurin ongantíð
        í vanda. Neistadreingirnir 26-16 á H71.

      - G16 spældu hálvfinalu móti Víf. Víf royndi at ørkymla Neistan við at verja offensivt, men
        Neistagenturnar loystu tann knútin og lótu ongan iva verða og vunnu 31-23 á Víf.

      - G14 spældu móti Kyndil/ÍA. Hendan dystin átti Neistin frá fyrsta bríksli av. Neistin vann
        ein tryggan sigur 22-9.

      - D10 Neistin a spældu móti TK. Neistadreingirnir vóru málsøkjandi og suverenir. Neistin
        vann heili 17-7 á TK.

 
   D16, D14 og G10 spældu eisini A-hálvfinaluumfar.

       - D16 spældu hálvfinalu móti Stíf. Neistin kom afturum við fleiri málum beinanvegin
         og ringt varð at koma aftur í aftur. Neistin tapti greitt hendan dystin. Seinni spældi
         Neistin A-bronsudyst móti Kíf og vann Neistin trygt 23-17.

      - D14 spældu móti H71 a og taptu greitt 24-14. Spældu síðan ein sera spennandi
        A-bronsudyst móti Stíf, sum endaði við 29-28 sigri til Stíf aftaná 2 ferðir longda leiktíð.
        Neistadreingirnir kempaðu til tað síðsta. Sera javnur dystur allanvegin. Skiftust at verða
        frammanfyri við einum og tveimum málum.

      - G10 Neistin a spældi eisini A-hálvfinalu. Tær spældu móti H71 a. Dysturin endaði 10-5
        til H71 a. Seinni spældi Neistin a A-bronsudyst, sum tær vunnu 4-8 á EB a og komu tí
        heim aftur við bronsu heiðursmerkinum. Tað er sera flott, tá hugsað verður um, at av
        teimum 8 leikarunum, so ganga tvær í 2. flokki, tvær í 3. flokki og fýra í 4. flokki. So
        framtíðin er bjørt.
 
 
   G12, D12 og D10b hjá Neistanum spældu B-hálvfínaluumfar.
 
       - G12 Neistin a spældi ein tættan b-hálvfinaludyst móti Stjørnuni og taptu tepurt við einum
         máli 7-8. B-bronsudysturin varð eisini spennandi. Neistagenturnar kláraðu flott at hála
         sigurin heim og vunnu 7-9 á H71 c og fingu sostatt bronsu heiðursmerki.

      - D12 Neistin a spældu ein sera flottan B-hálvfinaludyst móti ÍA, sum teir vóru um reppið
        at vinna. Tapti bert við einum máli á ÌA 16-15. Spældu síðan B-bronsudyst móti SÍF og
        lótu tá ongan iva verða og vunnu 20-14 og 3. plássið. Hettar er sera flott, tí talan er um
        dreingir, har fleiri eru yngri dreingir 12.

       - D10 Neistin b spældi  B-hálvfinalu móti Kíf, sum teir taptu greitt 2-8. Neistin b spældi so
         seinni ein B-bronsudyst ímóti Kyndil b. Hesin dysturin var sera javnur og spennandi og
         kláraðu okkara dreingir at halda høvdið kalt og vunnu 9-8 og endaðu við bronsuni um
         hálsin.

         Alt í alt fekk Neistin í barna og ungdómsdeildini 5 bronsu heiðursmerki í hús í
        steypakappingar- hálvfinaluumfarinum í 2019 og 5 finalupláss. Vit kunnu siga, at Neistin
        er millum topp 3 í allarflestu deildum. Sera flott. Hjartaliga tillukku øll somul. Væl arbeitt.

         Faxe Kondi finalurnar verða spældar í HH 23. og 24. februar. 

         Neistin
         Blátt er Gott.

Ungdómsmennari

11.02.2019

Neistin hevur í dag gjørt 1 ára sáttmála við danan Michael Bøwig.
 
Michael verður ungdómsmennari í Neistanum burturav og byrjar í starvinum 1. mai 2019
Michael er útbúgvin lærari og hevur seinastu 25 árini verið partur av arbeiðinum hjá DHF.
Michael er útbúgvin hondbóltsvenjari og hevur verið venjari í nógv ár. Hann hevur verið ungdómsvenjari í fleiri 
donskum feløgum og hevur drúgvar royndir sum hondbóltsvenjari bæði hjá kvinnum og monnum.
 
Michael var á vitjan hjá Neistanum seinasta heyst, har hann hevði eina royndarvenjing við nøkrum
av okkara ungdómsleikarum. Eisini var Michael í Føroyum millum jól og nýggjár, har hann var
gestavenjari á hondbóltsskúlanum, sum Neistin fyriskipar á hvørjum ári. 
 
Neistin vil fegin raðfesta barna og
ungdómsarbeiðið høgt og gleðast vit tí um at hava gjørt avtalu við Michael Bøwig og ynskja honum hjartaliga vælkomnum
í felagið. 

Kári Horn nýggjur venjari hjá Neistakvinnum

19.12.2018

Nú hondbóltskappingin er hálvrunnin og jólasteðgur stendur fyri durum, er broyting í venjaratoyminum hjá Neistakvinnum.

Birgir Hansen, venjari ynskir ikki at halda fram, og Neistin hevur gingið hansara ynski á møti.

Tískil hevur Neistin valt at steðga samstarvið við venjaratoymið, og hevur sett Kára Horn sum nýggjan venjari, tað sum eftir er av hesum kappingarárinum og komandi kappingarár.

Eirikur Magnussen heldur fram sum liðleiðari hjá Neistakvinnum.

Saman hava felagið og nýggi venjarin lagt eina miðvísa framtíðarætlan fyri Neistakvinnur.

Eins og í øðrum feløgum er javnan ættarliðsskifti á liðum, og soleiðis er eisini á kvinnuliði Neistans júst nú. Yngri leikarar hava tikið við, og hava fingið uppgávuna at lyfta arvin eftir eldri og royndari leikarum.

Neistin er siðursvant felag, og tí er uppgávan hjá ungu Neistakvinnunum stór, men tíbetur eru nógvar ungar raskar Neistakvinnur klárar at bjóða seg fram.

Fyri at framtíðartryggja er málið framhaldandi at menna ungu leikararnar, og geva teimum neyðugar førleikar og royndir.

Soleiðis verður arbeitt miðvíst at tryggja bestu umstø›ur og harvið góð úrslit frameftir.

Neistin takkar Birgiri Hansen, Kára Nielsen og Peturi Martin Johansen fyri tíðina í Neistanum, og ynskir samstundis Kára Horn vælkomnan, og blíðan byr í arbeiðinum saman við Neistakvinnum.

A-landsliðið við monnum

23.10.2018

A-landsliðið ferð í eldin í morgin og eru 3 neistamenn við.
 
Tróndur Kragesteen, Rói Berg Hansen og Nicholas Satchwell eru úttiknir til A-landsliðið við monnum. Rói spælir við FIF í Danmark, men síggja vit hann sum okkara. Einaferð neistamaður, altíð neistamaður.
 
Landsliðið skal spæla útidyst móti Montenegro í morgin, mikudagin 24. okt. kl. 16.30, í montenegriska høvuðsstaðnum Podgorisa. Heimadysturin móti Danmark verður spældur leygardagin 27. okt. kl. 15.10 í Skjern. Venjarar eru Sonni Larsen og Jeppe Borch.
 
Neistin ynskir Trónda, Róa og Nicholas hjartaliga tillukku við úttøkuni og ynskja vit teimum, liðnum og venjarahópinum góða eydnu.

Venjingarlega

3.09.2018

Fríggjamorgunin 31. august varð farið á venjingarlegu.
 
Neistakvinnur, menn, venjarar og hjálparfólk eru í Reykjavík í Íslandi á venjingarlegu. Hópurin býr í ítróttarhøllini Dalhús. Vant verður bæði í ítróttarhøllini Dalhús og Egilshøll. Á skránni er venjing í høll, styrkivenjing, samrøður og venjingardystir. Kvinnurnar spæla móti HK, Fjølnir og FH. Mennirnir spæla móti Fram og Fjølnir.
 
Endamálið við venjingarleguni er fyrireiking til komandi kappingarár. Umframt tað, at stórur dentur verður lagdur á tað hondbóltsliga, er samansjóingarparturin sera týdningarmikil. Tey sova øll saman í eini høll, hugna sær saman um kvøldarnar, svimja, fótbóltsdystur millum Fjølnir - Stjarnan FC, sum tey øll fara til, er á skránni og pizza og bowling.
 
Leikararnir hava fíggjað túrin sjálvir. Kvinnurnar hava vaskað fyri eitt firma og fingið samsýning fyri tað og mennirnir hava rivið niður í einum húsum, sum skal renoverast. Eisini hava tey fingið stuðul úr tveimum grunnum og goldið eitt lítið egingjald.
 
Hópurin kemur aftur mánakvøldið 3. septembur

Venjingin er nú byrja ​

23.08.2018

Venjingarætlanin er nú løgd og gleða vit okkum at koma í gongd aftur og at arbeiða fyri einum góðum og mennandi 2018/19 kappingarárið.

Venjarin gevur boð úti á facebookbólkunum og er tað tí sera týdningarmikið, at tit lima tykkum í rætta bólk.

Tá møtt verður til venjing, skal leikarin verða ílatin venjingarklæðir og venjingarskógvar. Hava hondbólt og tað góða lagið við

Neistin ynskir øllum eitt gott kappingarár.

Venjingarætlan

Fimm Neistamenn úttiknir

07.08.2018

Fimm Neistaleikarar eru úttiknir til U18 landsliðið við monnum.
 
Gilli Sjúrðarson Holm, Jónas Rasmussen, Julian Jónsson Kragesteen, Dánjal Ragnarsson og Tróndur Mikkelsen eru úttiknir til U18 landsliðið við monnum, sum ferð til EM-kapping í Georgia í morgin. Fyrsti dystur verður fríggjadagin 10. august kl. 10.00 móti Luksemborg.
 
Kappingin er skipað á tann hátt, at tvey lið úr hvørjum bólki spæla seg í hálvfinalurnar og annars eru tað plaseringsdystir. Vinnarin av kappingini tryggjar sær atgongd til HM-endaspælið í 2019 fyri U18-landslið. Føroyar eru í bólki við Luksemborg, Estlandi,Litava, Makedonia og Sveis. Venjarin er Birgir Hansen.
 
Neistin ynskir Gilla, Jónas, Julian, Dánjal og Tróndi hjartaliga tillukku við úttøkuni og ynskja vit tykkum og øllum U18 hópinum góða eydnu.

U20 landsliðið við monnum

20.07.2018

Høgni Zachariassen er úttikin á U20 landsliðið
 
U20 landsliðið við monnum er farið til Skojpe í Makedonia at luttaka í EM-undankapping.
Føroyar eru í bólki við Hvítarusslandi, Grikkalandi, Litava, Finnlandi og Estlandi. 
 
Fyrsti dysturin hjá Føroyum er móti Litava leygardagin 21. juli.
Venjarar eru Mark Lausen-Marcher og Hjalmar Klein Olsen.
 
Neistin ynskir Høgna hjartaliga tillukku við úttøkuni og ynskir honum og øllum U20 hópinum góða eydnu.

Maja í Neistan

11.06.2018

Neistin og Maja Dragoljubovic hava skrivað undir sáttmála. Maja skal spæla við besta kvinnuliði
hjá Neistanum komandi kappingarár 2018/19.
 
Maja er 37 ár og fødd og uppvaksin í Serbia. Hon er útbúgvin innan “Sport & Physical Education”.
 
Maja byrjaði at spæla profesionellan hondbólt, tá hon var 14 ár. Hon hevur spælt í R.K. Zajecar í  Serbia, Z.R.K. Naisa Nis í Serbia, Z.J.R.K. Bor í Serbia, Ankara 1910 Spor Kulubu í Turkalandi og Kyndil.
 
Maja Dragoljubovic hevur verið málverji hjá besta kvinnuliði hjá Kyndli trý tey seinastu kappingarárini og hevur staðið sera væl. Er kosin besti málverji í Føroyum tvey ár á rað í Hvonn deildini.
 
Maja dámar væl í Føroyum. Føroyingar eru sera vinarligir og náttúran í Føroyum er sera vøkur, sigur Maja sjálv. Maja er júst nú í Serbia og arbeiðir. Hon kemur aftur til Føroyar um hálvan august. Maja gleðir seg at koma at spæla í Neistanum og at møta sínum nýggju viðspælarum.
 
Neistin ynskir Maju hjartaliga vælkomna í felagið við vón um eitt gott kappingarár.