Stuðlafelagið Neistin


Formaður: Carl Herup Olsen
Skrivari: Jógvan Martin Djurhuus
Kassameistari: Páll L. Nólsoy
Nevndarlimir: Guðrun Horn
Nevndarlimir: Jón Kragesteen 

Stovnað 1. januar 1991

Lógir

§ 1. Navn og heimstaður

Navn felagsins er Stuðlafelagið NEISTIN, og heimstaður felagsins er Tórshavn.

§ 2. Endamál

Endamál felagsins er at stuðla Hondbóltsfelagið Neistan.

§ 3. Limaskapur

Limaskapur er opin fyri øllum viðhaldsfólkum Neistans og fæst við at venda sær til nevnd felagsins, góðkennast av nevndini, og gjalda limagjald. Fyri at hava luttøku- og atkvøðurætt á aðalfundi felagsins, skal viðkomandi vera skrásettur sum limur í minsta lagi 1 mánaða undan aðalfund. 

§ 4. Skipan

Hægsti mynduleiki felagsins er árligi aðalfundurin, ið hildin verður sambært §5 í seinasta lagi 3 mánaðir eftir roknskaparenda. Boðað verður til fundar 14 dagar frammanundan, antin við brævi ella við lýsing. Fundarskráin verður fráboðað saman við fundarboðunum. Avgerðir á aðalfundi og eykaaðalfundi verða gjørdar við vanligum meirluta. Fundurin avger, um atkvøðugreiðslan skal vera skrivlig ella við handsupprættan.

Roknskaparár felagsins gongur frá 1. mai til 30. apríl.

§ 5. Aðalundurin

Aðalfundurin verður hildin eftir hesi skrá:

  1. Val av fundarstjóra og skrivara.
  2. Formaðurin/-kvinnan greiðir frá farna ári.
  3. Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram til samtyktar.
  4. Møgulig uppskot frá nevndini og/ella limum felagsins.
  5. Val av nevnd. Nevndin telur 5 limir. Annaðhvørt ár verða valdir 2, og annaðhvørt 3. Nevndarlimur í Stuðlafelagnum Neistanum kann ikki vera valdur nevndarlimur í Hondbóltsfelagnum.
  6. Val av grannskoðara.
  7. Ymiskt.

§ 6. Nevndin

Nevndin skipar seg sjálv, tá ið aðalfundurin er av, við formanni/-kvinnu, skrivara og kassameistara. Nevndin ásetur sjálv arbeiðssetning fyri virksemi sínum.

§ 7. Eykaaðalfundur

Boðað verður til eykaaðalfundar, tá ið meirlutin av nevndini ella 10 limir biðja um tað.

§ 8. Lógarbroytingar

Lógarbroyting kann bert fara fram á aðalfundi ella á eykaaðalfundi. Fyri at fáa gildi skal lógarbroyting vera samtykt av minst 3/4 av limunum møttir á aðalfundi.

§ 9. Uppathald

Til at taka felagið av krevst samtykt á aðalfundi. Í minsta lagi helvtin av limum felagsins skulu vera møttir á fundi, og í minsta lagi 3/4  av møttum limum skulu atkvøða fyri at taka felagið av. Heldur felagið uppat, fella møguligar ognir felagsins til Hondbóltsfelagið Neistan.

Soleiðis broyttar og góðkendar á ársaðalfundi 27. juni 2014.