FÝRA NEISTAMENN VIÐ TIL U21 HM

24.06.2023

Pauli Høj, Ovi Lutzen, Aleksandar Lacok og Isak Vedelsbøl eru úttiknir til U21-landsliðið við monnum, sum eru farnir til Týsklands í dag.

Innleiðandi bólkurin hjá Føroyum í HM-endaspælinum verður leiktur í Magdeburg Getec Arena í Týsklandi. 
Fyrsti dysturin hjá Føroyum er í morgin, týsdagin 20. Juni kl. 10.00, føroyska tíð. Føroyar spæla móti Angola.

Innleiðandi dystirnir hjá Føroyum eru:

Týs. 20. Juni kl. 10.00, fø.tíð Føroyar-Angola
Hós. 22. Juni kl. 10.00, fø.tíð Føroyar-Japan
Frí. 23. Juni kl. 19.15, fø.tíð. Spania-Føroyar


Venjarar eru Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher. Málmansvenjari er Jens á Skipagøtu. Fysioterapeut er Ári Jógvansson Olsen og liðleiðari er Leif Kristoffersen.

Neistin ynskir Paula, Ova, Sasha og Isak hjartaliga tillukku við úttøkuni og ynskir teimum, liðnum og venjaratoyminum góða eydnu.

Kringvarp Føroya vísir dystirnar. Annars er kunning á ihf.info, hvussu tit kunnu fylgja við í U21 HM.

Koyr á Føroyar

KVINNURNAR NÝGGJAN VENJARA

24.06.2023

Neistin hevur gjørt avtalu við venjara úr Svøríki. Dejan Nédic skal verða venjari hjá Neistamonnum, 1. Deild monnum umframt at verða partur av venjaratoyminum hjá ungdóminum.

Dejan Nédic er 53 ár og føddur í Belgrad, Serbia. Dejan er stakur og eigur tvær vaksnar døtrar. Dejan býr í Malmø og hevur hann búð í Svøríki í 32 ár. Dejan tosar svenskt.
Dejan flutti til Svøríkis at spæla hondbólt. Spældi hondbólt í Svøríki í 11 ár og hevur verið venjari í nógv ár aftaná tað. Dejan hevur m.a.  verði venjari í IF Stavsten, IFK Trelleborg, HBK ELIT, Karlskrona og Lugi.

Dejan hevur EHF Swedish Handball federation level 2 og 3, og EHF Mastercoach RINCK Pro licens. 

Dejan Lacok er settur sum hjálparvenjari og málmansvenjari hjá Neistamonnum og Elsa Reinert verður liðleiðari.

Neistin gleðir seg at arbeiða saman við Dejan Nédic og ynskir honum
vælkomnan í felagið og ynskir venjaratoyminum góða eydnu.

U21 OG U17 MENN Í ÍSLANDI

U21 og U17 landsliðið við monnum eru farin til Íslands á venjingarlegu í vikuskiftinum. Tríggir neistaleikarar eru við í U21 hópinum og somuleiðis tríggir neistaleikarar eru við í U17 hópinum.

Ísak Vedelsbøl, Ovi Lutzen og Pauli Høj eru úttiknir til U21 landsliðsferðina til Íslands og á U17 eru Magnus Árason, Bogi J. Christiansen og Lýðar í Dímun úttiknir. Í høllini hjá FH í Hafnafirði í Kaplakriki møtast íslendsku og føroysku manslandsliðini leygardagin 3. Juni og sunnudagin 4. Juni.

Venjarar hjá U21 landsliðnum eru Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher og Mark Lausen-Marcher og Kristinn Guðmundsson eru venjarar hjá U17 landsliðnum.

Neistin ynskir Ísak, Ova, Paula, Magnus, Boga og Lýðar hjartaliga tillukku við úttøkuni og ynskja teimum, liðnum og venjaratoyminum góða eydnu.

Spælt verður soleiðis (Fø. tíðir):
Ley. 3. Juni kl. 16.00
U17 Ísland-Føroyar
Ley. 3. Juni kl. 18.30
U21 Ísland-Føroyar
Sun. 4. Juni kl. 15.00
U17. Ísland-Føroyar
Sun. 4. Juni kl. 17.30
U21. Ísland-Føroyar

Stroymast kann á : https://www.youtube.com/HSI_iceland/featured
Koyr á Føroyar

KVINNURNAR NÝGGJAN VENJARA

26.05.2023

Neistakvinnur fáa nýggjan venjara komandi kappingarár, sum tó er kendur í felagnum.
Neistin hevur sett Ricardo Oliveira at venja kvinnurnar kappingarárið 2023/24.


Ricardo vandi neistamenn seinasta kappingarár við góðum úrslitum. Liðið var ungt og nýtt umframt avbjóðingar við skaðum. Neistamenn komu væl uppeftir á stigatalvuni og vóru bert eitt mál frá at enda bæði í steypafinaluni og FM finaluni. Nógvur góður hondbóltur at síggja.


Ricardo er 28 ár og er frá Portugal. Ricardo hevur nógvar royndir í at venja kvinnur. Ricardo er spentur uppá uppgávuna og sær góðar møguleikar í at verða millum topp 2 við liðnum. Fyrireikingarnar til komandi ár eru byrjaðar.


Neistin ynskir Ricardo góða eydnu í nýggja starvinum.

Samstarvið endað

18.05.2023

Samstarvið millum Neistan og Stinu Madsen og Rasmus Søby er endað. Stina og Rasmus hava verið í Neistanum í 6 ár. Tey komu til Føroyar sum spælarar í 2017. Síðan hava tey tikið nógvar ymiskar uppgávur á seg. Tey hava verið venjarar hjá ungdóminum og Stina fekk eisini roynt seg sum venjari á besta kvinnuliðnum. Rasmus vann gull við Neistamonnum í steypafinaluni í 2019. Rasmus og Stina leggja nógv gott eftir seg. 
Neistin takkar Stinu og Rasmus fyri gott samstarv árini tey hava verið í felagnum og ynskja teimum alt tað besta í framtíðini.

SUMMARVENJING 2023

29.04.2023

Neistin bjóðar øllum vælkomnum til summarvenjing frá 1.mai til 15.juni 2023. Óroynd eru eisini vælkomin.
Byrja verður týsdagin 2. Mai.
GG!!! Fríggjadagin 5. Mai er Dýri biðidagur og tí EINGIN venjing.


Venjingartíðirnar eru:

Týsdag í Gundadalshøllini
Kl. 15.00-16.30. G12. (árg. 2011-2012)
Kl. 16.30-18.00. G16. (árg. 2007-2008-2009) og G18
Kl. 19.30-21.00. D16. (árg. 2007) og D18

Mikudag í høllini á Hálsi
Kl. 17.00-18.00. D14. (árg. 2008-2009)

Mikudag í høllini á Hálsi1
Kl. 14.45-15.45 D10 (árg. 2012-2013-2014)

Hósdag í høllini á Hálsi 2
Kl. 17.00-18.00 G10 (árg. 2013-2014)

 

Fríggjadag í Gundadali
Kl. 15.00-16.00. D12. (árg. 2010-2011)
Kl. 16.00-17.00. D14. (árg. 2008-2009)
Kl. 17.00-18.30. G16. (árg. 2009-2010) og G18
Kl. 18.30-19.30. G14. (árg. 2007-2008)
Kl. 19.30-21.00. D16 (árg. 2007-2008) og D18

Venjaratoymið: Rasmus Søby, Stina Madsen, Gilli Lorenzen.
Hjálparar: Terji Mørk, Ása D á Neystabø, Katrin á Neystabø, Janus Einar Sørensen.

Góða venjing øll somul.

Blátt ER Gott.

FØROYAR-UKRAINA

25.04.2023

Tróndur Mikkelsen, Rói Berg Hansen, Teis Horn og Nicholas Satchwell eru aftur millum teir 16, sum eru úttiknir til A-landsliðið við monnum.

Manslandsliðið spælir EM-undandystir móti Ukraina og Eysturríki. Dysturin móti Ukraina verður spældur í høllini á Hálsi í morgin, mik. 26. Apríl kl. 19.00. Síðan gongur leiðin til Eysturríkis og tann dysturin verður spældur sun. 29. Apríl í Bregenz kl. 17.00 føroyska tíð.

Landsliðsvenjararnir eru Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Porskær Møller.

Neistin ynskir Trónda, Róa, Teis og Nic hjartaliga tillukku við úttøkuni og ynskja vit teimum, liðnum og venjaratoyminum góða eydnu.


Koyr á Føroyar

KAPPINGARÁRIÐ 2022-23 ER AV

16.04.2023

Kappingarárið 2022-23 hjá børnum og ungum er nú av.
Eitt ár við nógvari venjing og dystum. Eitt ár við upplivingum,góðum vinarlagi, spæli, socialari samveru, har nógv góð læra til framtíðina liggur fjald.

Mini hevur vant hvørja viku, har størsti dentur verður lagdur á tað motoriska, men sjálvandi við bólti í hond eisini. Tey hava verið nógv í tali og er eyðsæð, at tey hava stórtrivist. Nógv smíl, látur, larmur og til tíðir okkurt tár. Akkurát, sum tað skal verða, har nógv børn eru samlaði.
U6 og U8 hava verið til kappingar uml. einaferð um mánaðin og hava nógv børn frá Neistanum verið tilmeldaði. Kappingarnar hava gingið væl og børnini hava stuttleika sær óført.
U10-U18/1.deild hava dystast nærum hvørt vikuskifti bæði á bygd og her í høvuðsstaðnum. FM kappingin endaði síðst í mars og fleiri heiðursmerki komu í hús. Leikararnir hava vant miðvíst og sæst stór menning í øllum árgangum.

Farið er nú í summarfrí. Vit vita, at nógv íðka annan ítrótt hesa tíðina og er tað sera gott. Hóast tað vilja vit bjóða teimum, sum kanska einki annað gera og teimum, sum sakna hondbóltin møguleika at venja summarhálvuna eisini. Summarvenjingin byrjar í mai. Nærri kunning um nær og hvar, kemur seinni.

Stóra takk fyri í ár. Síggjast øll aftur í aug. 2023.  

NEISTIN HELT 92 ÁRA FØÐINGARDAG

06.04.2023

A-landsliðið við kvinnum fór til Finnlands í gjár, mán. 3. Apríl, at spæla tveir venjingardystir móti Finnlandi. Brynja Høj og Maria P. Nólsoy, sum spæla á besta kvinnuliði hjá Neistanum, eru við í A-landsliðshópinum.

Dystirnir verða spældir týs. 4. Apríl kl. 16.45 og mik. 5. Apríl kl. 16.00. Tilber at stroyma dystirnar. À facebook síðuni hjá HSF eru leinkir til stroymingina.

Venjararnir hjá kvinnuliga A-landsliðnum eru Mark Lausen-Marcher og Finnur Hansson.

Neistin ynskir Brynju og Mariu hjartaliga tillukku við úttøkuni og ynskir teimum, liðnum og venjaratoyminum góða eydnu.

Koyr á Føroyar

NEISTIN HELT 92 ÁRA FØÐINGARDAG

24.03.2023

Týsdagin 21. mars vóru 92 ár liðin, síðani Hondbóltsfelagið Neistin var stovnað. 

Føðingardagurin varð hildin dagin eftir í høllini á Hálsi, har fremstu kvinnu- og mansliðini spældu landskappingardystir móti klaksvíkingum. 
Áðrenn kvinnudysturin byrjaði, runnu gentur 10, gentur 12 og gentur 14 inn á vøllin við bláum fløggum, og saman við spælarunum á fremsta kvinnuliðnum róptu ungu neistagenturnar dystarrópið. Í kantinuni varð borðreitt við bláari og hvítari neistakøku, og væl varð etið. 
Hondbóltsfelagið Neistin fekk bestu føðingardagsgávuna, ið hugsast kann, tí bæði kvinnur og menn vunnu hetta kvøldið.

NEISTIN 6 LIÐ Í FAXE KONDI FINALUNI

22.02.2023

Eitt sera spennandi og stuttligt vikuskifti fyri framman. Fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin verða finalurnar í steypakappingini spældar í allarbestu hondbóltskarmum.
Hsf ger saman við hallarumsitingini høllina á Hálsi klára til okkum hondbóltsáhugaðu til stórar hondbóltsupplivingar. Feløgini skipa fyri sølubásum, syrgja fyri at hava finalistarnar klárar og ikki minst fjepparaskarðan.

Stuttligt at síggja, at nógv ymisk feløg eru umboðaði í finalunum í ár. Neistin er aftur í ár væl umboðað. 6 lið eru við. D12b, G12a, G14a, D14a, D16 og G18 eru í Faxe kondi finaluni. 
So komið øll í høllina og stuðlið og latið okkum saman skapa rætta hondbóltslagið bæði á og uttanfyri vøllin nú besta vikuskiftið í kappingarárinum ferð á rull.
Neistin ynskir D12b, G12a, G14a, D16 og G18 hjartaliga tillukku við finaluplássinum og ynskir tykkum góða eydnu. Koyrið á.

BLÁTT ER GOTT

 

Fríggjadagin 24. Feb.

Kl. 20.00. D16. Neistin-H71

 

Leygardagin 25. Feb.

Kl. 10.30. D12b. Neistin b-Kíf
Kl. 13.20. G12a. Neistin a-H71 a

 

Sunnudagin 26. Feb.

Kl. 15.30. G14a. Neistin-Víf
Kl. 16.30. D14a. Neistin a-Kyndil a
Kl. 17.30. G18. Neistin-H71

 

Neistin hevur sølubúð í høllini. Tilber at keypa m.a. suppu, breyð, frukt, góðgæti, kaffi, te, sodavatn, vatn, sunkist. Minnist til at stuðla her eisini.
Takk fyri. Síggjast í høllini á Hálsi.

Atgongumerki fáast til keyps á atgongumerki.fo

HÁLVFINALA

15.02.2023

Mik. 15. Feb. Kl. 20.00 í HH
         NEISTIN-H71
     Kvinnur-Faxe kondi

Andlitsmáling er tøk í kantinuni í HH frá kl. 19.00.

Møtið fjølment til eitt brak av einum dysti og lat okkum geva kvinnunum dyggan stuðul á áskoðarabonkinum 👏 👏 💪 🗣️ 🗣️ 🥁 🎺 🥁 🎉

Blátt er gott 💙💙

Kostnaður:
Vaksin 100kr. 
Børn 0-17 ár ókeypis

NEISTAMENN FINGIÐ STYRK

28.01.2023

Neistin styrkir um manshópin. Ovi Lutzen hevur valt at spæla við Neistanum, tað sum eftir er av kappingarárinum 22/23.

Ovi Lutzen er 20 ár og hevur øll síni hondbóltsár spælt við Kyndli. Sigast kann ikki annað enn, at Ovi hevur fingið nógv gott í beinini í Kyndli. Ovi er ein sterkur og góður leikari, sum styrkir munandi í verjuni og er ein støðug hóttan í álopinum. 
Ovi er í bruttohópinum á U21-landsliðnum.

Ovi hevur longu spælt tveir dystir við Neistanum, har hansara dygdir heilt víst komu til sjóndar.
Neistin og neistamenn eru sera fegin um, at Ovi er blivin ein partur av tí bláa hópinum og vit ynskja honum hjartaliga vælkomnum í felagið.

MARIA Á A-LANDSLIÐNUM

06.11.2022

A-landsliðið við kvinnum eru í Kosovo og spæla tveir undandystir til HM-undankappingina móti Kosovo. Bert 18 ára gamla Neistakvinnan Maria Pálsdóttir Nólsoy varð úttikin og er tað fyrstuferð hon er við á ferð við A-landsliðs-hópinum. Maria hevur verið við á øllum ungdómslandsliðunum
og er tað enn.

Føroyska A-landsliðið spældi fyrra dystin móti Kosovo í gjár, hóskvøldið 3. nov. og taptu tær við trimum málum. Seinni dysturin verður leygardagin 5. nov. kl. 18.30 fø. tíð. Kvf.fo stroymir dystin.
Sum fyrireiking hevur landsliðið spælt tveir dystir ímóti Íslandi í Føroyum og endaðu teir báðir við ósigrum, 23-28 og 22-27.

Venjarar eru Sonni Larsen og Finnur Hansson

Neistin ynskir Mariu hjartaliga tillukku við úttøkuni og ynskir henni, leikarunum og venjaratoyminum góða eydnu.

NEISTADAGUR Í SPORT24

GG!!!!
Neistadagurin í Sport24 er fluttur til MÁN. 17. OKT. Kl. 18.00-20.00 Tilboðini eru óbroytt. Síggjast 17. Okt.
 
Sport24 selur Neistaklæðir við 20% avsláttri. Eisini er 20% avsláttur av allari vøru, sum er í handlinum.
Til dagin hevur Sport24 gjørt ein byrjunarpakka.
Pakkin er eitt sertilboð, men tilber eisini at keypa eina ella tvær vørur úr pakkanum. Tit avgerða púra sjálvi.
Í pakkanum er:
Neistadraktin
T-shirt
Short
Ryggsekkur ella taska
(Tit skulu velja antin ryggsekk ella tasku)
Prísur fyri Neista byrjunarpakkan 969,95 kr.
(tit spara 340kr.)
10. oktobur er í heystfrítíðini, so um onkur er burturstaddur
tann dagin, so er møguleiki at fara í Sport24 mán. 17. okt. frá kl. 13-18 ístaðin og bíleggja tykkum Neistaklæðir við 20% avsláttri.
Komið í Sport24 mánakvøldið. Kaffi er eisini á kannuni.

SMS VENJARATOYMIÐ 2022/23

13.09.2022

Stina Madsen heldur fram sum høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum hjá Neistanum. Somuleiðis verður trúgvi liðleiðarin Eirikur Magnussen ein partur av toyminum. Neistakvinnur hava fingið nýggjan hjálparvenjara og eisini hevur Neistin sett ein fysioterapeut í starv.

Peter Grove frá Odder í Danmark er nýggi hjálparvenjarin hjá SMS liðnum. Peter er 32 ár og hevur verið venjari í nógv ár bæði á damu og harra síðuni. Peter kemur at hava fleiri uppgávur í felagnum, m.a. at verða venjari hjá G18, G16 og at hjálpa okkara ungdómsmennara Gilla Lorenzen. Peter er komin væl í gongd og heldur uppgávuna verða sera spennandi.

Neistin hevur sett Caroline Olsen í starv, sum fysioterapeut í felagnum. Caroline er 24 ár frá Næstved í Danmark. Caroline skal taka sær av SMS, Burn og ungdóminum. Fyribyrgjandi venjingar og skaðar.

Dejan Lacok heldur fra sum málmansvenjari hjá SMS og Burn.

SMS liðið byrjaði kappingarárið við einum sigri í Vági leygardagin móti VB. Næsti dystur verður hósdagin 15. sep. móti Kyndli.

Neistin ynskir Peter og Caroline hjartaliga vælkomnum í felagið og ynskir venjaratoyminum góða eydnu.

NÝTT VENJARATOYMIÐ

29.08.2022

Neistin hevur sett nýtt venjaratoymið til Burn liðið kappingarárið 2022/23. Ricardo Oliveira og Terji Mørk skulu venja okkara besta manslið. Ricardo verður høvuðsvenjari og Terji hjálparvenjari.

Ricardo er 28 ár og er frá Portugal. Hann hevur væl av venjararoyndum. Hann hevur vant bæði kvinnur og menn, m.a. í 2019 var hann venjari hjá D19 í CPN í Portugal og í 2022 var hann venjari hjá K23 í Colégio De Gaia í Portugal. Ricardo hevur venjaraútbúgving 3. Ricardo kom til landið 15. August.

Terja Mørk kenna tey flestu. Terji er 28 ár og Neistamaður við stórum N. Terji hevur verið venjari á dreingjasíðuni hjá Neistanum í nógv ár. Brennir fyri hondbóltinum og felagnum. Terji hevur spælt á besta mansliðnum hjá Neistanum sjálvur. Hann veit, hvat tað krevur og kennir
virðini hjá felagnum.

Venjaratoymið er komið væl í gongd, har dentur verður lagdur á góða verju og skjótt spæl. Umframt at venja besta liðið skulu Ricardo og Terji taka sær av 1. deild
monnum og D18 saman.

Dejan Lacok heldur fram sum málmansvenjari hjá Burn og SMS.

Neistin ynskir Ricardo vælkomnan í felagið og ynskir
venjaratoyminum góða eydnu.

TVEIR NÝGGJIR LEIKARAR Í SMS HÓPINUM

15.08.2022

Tilgongd er á kvinnuliðnum hjá Neistanum. Kvinnurnar arbeiða hart í løtuni og gera seg til reiðar at byrja kappingarárið 2022/23. Tveir nýggir útlendskir leikarar eru við í hópinum umframt at ein av okkara royndu leikarum er byrja aftur eftir barnsburð.

Neistin fegnast um, at Marjun Danberg er at síggja aftur í SMS hópinum og verður hon uttan iva ein styrkur fyri liðið.
Nuunu M Lukassen er komin úr Grønlandi at spæla hondbólt við Neistanum. 
Hon er vinstra handað, spælir á høgra vongi og hevur spælt hondbólt í 10 ár.
Nuunu er ein partur av Grønlandska landsliðnum. Nuunu er 22 ár, tosar danskt, uppvoksin í Ilulissat, men hevur búð tey seinastu árini í Nuuk. Í 2020 var Nuunu í Danmark og spældi við Nykøbing Falster 2. Div., har hon eisini fekk møguleika at venja við NFH liga liðnum nakrar ferðir.
Bernadett Leiner úr Ungarn er eisini komin til Føroyar at spæla hondbólt við Neistanum. Betti, sum hon verður kallað, er málverji og hevur spælt hondbólt í 13 ár. Hon 23 ár, uppvoksin í Osku í Ungarn og tosar enskt. Betti spældi síni ungdómsár í ALBA Fehérvár KC og spældi við Eszterházy SC frá 2017-2022. Betti fekk prógv sum hondbóltsvenjari í 2022 og verður hon ein partur av málverjuvenjaratoyminum hjá ungdóminum hjá Neistanum.

Nuunu sigur sjálv soleiðis:
Í 2015 flutti eg heimanífrá, tá eg fór til DK á eftirskúla. Flutti síðan til Nuuk, har eg gekk á miðnám á ítróttarlinjuni og spældi hondbólt samstundis. Í 2020 fór eg til Danmarkar at spæla hondbólt, men korona órógvaði so mikið, at eg endaði við at flyta heim aftur til Nuuk, tí alt lukkaði niður.
Eg gleði meg nógv at spæla við Neistanum og vóni at fáa meira dystarvenjing. 
Í Nuuk eru bert tvey hondbóltsfeløg og ber ikki til at ferðast millum hinar bygdirnar og spæla dystir, tí tað er alt ov langt og kosnaðarmikið. Tískil, verða bert tvær hondbóltskappingar spældar í Nuuk yvur eitt vikuskifti um árið.

Betti sigur sjálv soleiðis:
Eg havi glett meg nógv at koma til Føroyar. Tá eg kom til Føroyar, visti eg beinanvegin, at eg var komin á rætta stað. Eg bleiv sera væl móttikin. Øll eru sera blíð og vinarlig her. Oyggjarnar eru ótrúliga flottar. Eg elski longu hettar staðið.
Neistakvinnurnar tóku sera væl ímóti mær og føli eg ein felagsskap, har øll royna at gera sítt besta fyri, at liðið skal klára seg væl. 
Mítt mál er at hjálpa liðnum so nógv sum møguligt. Eg vil gera alt fyri, at vit skulu verða best. Eg eri sera aktiv, eri seriøs, elski hondbólt og eri ein “villur” málverji.
Eg eri sera fegin um at verða í Føroyum og at verða ein partur av Neistanum.

 

Neistin ynskir Nuunu og Betti vælkomnar í felagið og Marjun hjartaliga væl aftur komna. Spennandi verður at koma í høllina at stuðla. Góða eydnu øll somul.

NÝGGJ ANDLIT

12.08.2022

Neistin hevur fingið tveir danskar leikarar heim, sum skulu spæla við Burn liðnum hetta kappingarárið, 22/23. Tobias Wilbek frá Viborg og Simon Pedersen frá Faaborg. Teir báðir kennast. Hava gingið á eftirskúla saman á Hjemly. Tobias og Simon skulu venja D10 hjá Neistanum eisini.

Tobias er 20 ára gamal og hevur spælt hondbólt í Viborg síðan hann var 8 ára gamal. Simon er eisini 20 ára gamal og hevur spælt hondbólt í Faaborg ØH síðan hann var lítil. Tobias og Simon komu til Føroyar 31. Juli og eru longu ein góður partur av hópinum, sum arbeiðir hart í løtuni við at koma í góða venjing bæði hvat viðvíkur styrki, konditión og hondbóltsliga.

Tobias og Simon eru tveir spennandi leikarar. Báðir lættir at samskifta við, seriøsir og eru klárir at arbeiða hart fyri at geva liðnum eitt so gott íkast sum møguligt. Tobias við sínum skjóta fótskifti og góða hondbóltsskili og Simon við við einum góðum eyga og styrki í verjuni.


Tobias sigur sjálvur soleiðis:
Eg njóti longu flottu nátturuna í Føroyum og blíðskapin frá føroyingunum.
Eg gleði meg at spæla við Neistanum, har bæði leikararnir og fólkið rundanum liðið eru sera fyrikomandi og fitt. At skula venja D10 verður ein sera spennandi avbjóðing og eg gleði meg at læra dreingirnar at kenna.
Eg vænti, at Neistin Burnliðið ferð at spæla við millum teir bestu m.a. orsaka av góðum liðanda, sum longu er eyðsýndur.


Simon sigur sjálvur soleiðis:
Neistin sýnist sum eitt seriøst og ambitiøst felag, har stórur dentur verður lagdur á at menna teirra leikarar og hettar tiltalar meg. Eg gleði meg at læra nýggj fólk at kenna. Vóni, at menna meg sum hondbóltsspælara og vóni, at tíðin í Føroyum sum heild verður ein góð uppliving at taka við í mínum lívi.
Eg vænti, at Neistin Burnliðið verður við í endaspælinum og kunnu gera seg galdandi í toppinum, so fáa vit at síggja, hvat hendir. Alt kann henda í hondbólti.........


Neistin ynskir Tobias og Simon hjartaliga vælkomnum í felagið og ynskir teimum
góða eydnu.

Tobias Wilbek er leikarin vinstrumegin á myndini og Simon Pedersen høgrumegin.