10 góð ráð um, hvussu tú stuðlar barni tínum best
- Hondbóltur skal vera stuttligur og fyri øll – bæði á og uttan fyri vøllin
- Vís áhuga við at koma við til kappingar/dystir – um ikki hvørja ferð so av og á
- Eggja øllum børnunum til, tá tey spæla dyst – ikki bara tínum barni
- Stuðla arbeiðinum í felagnum – tað verður virðismett, eisini av barni tínum
- Dómarin er ein vegleiðari, sum skal hjálpa børnunum – ikki finnast at avgerðum dómarans
- Hondbóltur er ein liðítróttur – liðfelagarnir vilja fegnir hava, at títt barn er við
- Virð avgerðirnar hjá venjarunum – verð positiv/ur og stuðlandi
- Stuðla og eggja til, bæði tá tað gongur við og ímóti – ikki koma við atfinningum
- Spyr um dysturin var góður og stuttligur – ikki bara um úrslit og skoringar
- Tað er barn títt, sum spælir hondbólt – ikki tú