Høvuðsvenjari - Scott Harrington.

26.04.2024

Høvuðsvenjari hjá okkara Burn monnum í Neistanum komandi kappingarár verður Scott Harrington.
Eisini fer Scott, at hava høvuðsábyrdina av okkara ungdómi og børnum.
Scott er ein gamal kenningur í Neistanum, sum var ógvuliga væl dámdur og hevur verið nógv saknaður í felagnum. 
Vit gleða okkum til, at fáa Scott aftur í felagið🤩💙

FÝRA NEISTALEIKARAR ÚTTIKNIR

21.11.2023

U20 landsliðið við kvinnum er úttikið og eru farnar til Serbia, har tær skulu spæla HM-undankapping. Neistin eigur fýra av leikarunum, sum er við í hópinum.

Maria Pálsdóttir Nólsoy, Bjørk Franksdóttir Joensen, Silja Arngrímsdóttir Muller og Silja Heðinsdóttir eru úttiknar til spennandi uppgávuna í Vrnjacka Banja, Serbia, í døgunum
21. – 26. Novembur.

Vinnarin av kappingini fær pláss í HM-endaspælinum, sum verður í juni í 2024 í Norðurmakedonia. 
Liðini, sum koma at kappast, eru ávikavist Spania, Føroyar, Italia, Serbia og Kroatia.

Simon Olsen er venjari. Christoffur Gert Nielsen, hjálparvenjari. Annika M. Arge, málverjuvenjari. Ann-Mari Wang, liðleiðari og Sebastian Christensen, fysioterapeut.

Leiksskráin:
Týs. 21. Nov. Kl. 18.30. Kroatia-Føroyar
Mik. 22. Nov. Kl. 18.30. Føroyar-Italia
Hós. 23. Nov. Kl. 18.30. Spania-Føroyar
Ley. 25. Nov. Kl. 13.00. Føroyar-Serbia


Neistin ynskir Mariu, Bjørk, Silju M. og Silju H. hjartaliga tillukku við úttøkuni og ynskir teimum, venjaratoyminum og liðnum góða eydnu.


Koyr á Føroyar

NEISTAKVINNUR Í LISSABON

13.11.2023

Hósmorgunin fór ferðalagið við Neistakvinnum úr Føroyum og seint hóskvøldið lendu tey í Lissabon, Portugal. Neistakvinnur spældu seg søguliga víðari úr øðrum umfari í Europa Cup í septembur. Avbjóðandi mótstøða bíðar teimum nú í triðja umfari. Tær møta Sport Lisboa e
Benfica. Báðir dystirnir verða spældir í Portugal.

Hópurin er komin fram í øllum góðum og búgva væl. Aftaná ein væl tiltrongdan svøvn og góðan morgunmat, varð farið ein gongutúr í Lissabon. Seinnapartin hava kvinnurnar bæði styrkivant og vant í høllini har spælt verður í morgin, Pavilhao da Luz.

Sport Lisboa e Benfica hava verið portugisiskar meistarar tey seinastu trý árini. Høvuðsvenjarin hjá Neistakvinnum, Ricardo Oliveira, sum sjálvur er frá Portugal, kennir Benfica og veit, at mótstøðan er hørð. Neistakvinnurnar eru klárar til í morgin og fara inn á vøllin at geva alt tær eiga.

Dysturin í morgin, leygardagin 11. Nov., verður spældur kl. 12.00 fø. tíð og sunnudagin 12. Nov, kl. 13.00 fø. tíð.
Dystirnir kunnu stroymast, men Benfica kann ikki upplýsa hvar fyrr enn í morgin áðrenn dyst. Leinkjan verður løgd út her, so skjótt sum hon er tøk.

Tórshavnar kommuna hevur veitt EC luttøkuni stuðul. At luttaka til slíkar kappingar er sera kostnaðarmikið og hevur tað sera stóran týdning at hjálp verður veitt, tí fíggjarligu karmarnir eru ein stór avbjóðing á hvørjum ári.

Koyr á Neistin. Blátt ER Gott.

FÝRA NEISTAKVINNUR Á A-LANDSLIÐNUM

13.10.2023

A-landsliðið við kvinnum er úttikið og ferðast í dag til Svøríkis.
Fýra kvinnur frá besta kvinnuliðshópinum hjá Neistanum eru úttiknar.
Tær spæla hósdagin 12. okt. og sunnudagin 15. okt.

Brynja Symphor Høj, Silja Arngrimsdóttir Muller, Bjørk Franksdóttir Joensen og Maria Pálsdóttir Nólsoy eru úttiknar til A-landsliðið. Hópurin fór úr Føroyum í morgun og eru komin til Uppsala seinnapartin, har dysturin skal spælast.
Føroyar møta Svøríki á útivølli í morgin, hós. 12. okt. kl. 17.30 fø. tíð og Íslandi á heimavølli, í høllini á Hálsi sun. 15. Okt. kl. 15.00 Kringvarpið vísir dystirnar.

Landsliðsvenjararnir eru Claus Mogensen og Simon Olsen. Málverjuvenjari er Mladen Mjerimacka. Liðleiðari er Inga Dahl og fysioterapeutur er Beinta Bendix Laursen.

Neistin ynskir Brynju, Silju, Bjørk og Mariu hjartaliga tillukku við úttøkuni og ynskir teimum, liðnum og venjaratoyminum góða eydnu.


Atgongumerkir til dystin í høllini á Hálsi móti Íslandi kunnu keypast á atgongumerki.fo

Koyr á Føroyar

KVINNURNAR SKRIVAÐ SØGU

25.09.2023

Fyri fyrstu ferð í søgu Neistans hevur eitt kvinnulið hjá felagnum spælt seg víðari í Evropa Cup. 

Við samlaðum 50-49 sigri í tveimum spennandi dystum móti litavska liðnum Cascada HC Garliava um vikuskiftið, tryggjaðu kvinnurnar sær pláss í triðja umfari í Evropa Cup. Báðir dystirnir vórðu spældir í Kaunas í Litava.

Eftir at hava tapt fyrra dystin fríggjakvøldið við trimum málum, reistu okkara kvinnur seg aftur og stríddu seg til ein 23-20 sigur í seinna dystinum leygarkvøldið.

Sostatt stóð á jøvnum samanlagt millum Neistan og Cascada HV Garliava, og neyðugt var tí við brotskastskapping fyri at avgera dystin.

Stóra hetjan í brotskastskappingini var Yui Shibuya, sum bjargaði heili fýra brotskøstum hjá litavsku spælarunum.

Triðja umfarið í Evropa Cup kappingini verður spælt í november. Enn er ikki greitt, hvat mótstøðuliðið verður.

Vit ynskja leikarunum og venjaratoyminum hjartaliga til lukku við flotta úrslitinum og víðari luttøkuni í Evropa Cup.

UNGDÓMSVENJARI

06.09.2023

Neistin hevur gjørt sáttmála við Brian Skovgaard Petersen, sum kemur at arbeiða sum ungdómsvenjari í Neistanum. Brian er 48 ár og kemur frá Jyllandi, DK.
Brian er útbúgvin "diplomtræner". Hann hevur verið venjari bæði hjá børnum, ungdómi og í vaksnu deildunum. Brian hevur royndir sum ungdómskonsulent, hevur skipað fyri hondbóltsskúla og talentvenjing.

Brian dámar væl at arbeiða á gólvinum og kemur at verða inn yvur allar árgangir. 

Brian byrjar í Neistanum 20. septembur 2023.
Neistin ynskir Brian vælkomnan og gleðir seg til samstarvið.🤾‍♀️🤾

U19 MENN TIL HM ENDASPÆL

02.08.2023

Neistin hevur tveir leikarar við í U19 landsliðshópinum, sum fór avstað til Danmarkar í gjárkvøldið. Aleksandar Lacok og Niklas Gaard eru millum teir, sum eru úttiknir at umboða Føroyar.


U19 manslandsliðið í hondbólti skal spæla HM endaspæl í Kroatia. Í innleiðandi bólkinum eru Føroyar saman við Svøríki, Iran og Burundi. Innleiðandi umfarið verður spælt í Opatje.
Føroyar spæla mikudagin kl. 18.00

BJØRK Á ALL-STAR LIÐIÐ

02.08.2023

Bjørk Franksdóttir Joensen, sum spælir á besta kvinnuligi hjá Neistanum bleiv vald á all-star liðið í W19 EHF Championships 2023.

Bjørk er lámur og spælir á høgra bakki. Bjørk bleiv kosin til besta høgra bakk í kappingini. Eisini bleiv Karin Egholm, sum dagliga spælir í H71, vald til besta høgra vong.

U19 kvinnurnar avrikaðu sera væl í Litava og spældu seg heilt í finaluna, har tær tó taptu greitt móti Spania. Umframt Bjørk, vóru Maria P. Nólsoy, Silja Muller, Silja Heðinsdóttir, Sára S. Mikkelsen, Lea Mohr og Anna S. Mikkelsen við á U19 landsliðnum.

Neistin ynskir liðnum hjartaliga tillukku við silvur heiðursmerkinum og
ynskir Bjørk hjartaliga tillukku við flotta heiðrinum.

SVENSKAN HØGRA BAKK

11.07.2023

Neistin hevur gjørt avtalu við ein svenskan høgra bakk.
Hann eitur Erik Karlsson og skal spæla við Neistamonnum komandi kappingarár.

Erik er vinstrahentur og kemur at styrkja væl um liðið. Erik er 26 ár og hevur spælt hondbólt í Svøríki síðan hann var fimm ár.

Sjálvur sigur Erik soleiðis: Mitt namn ar Erik Karlsson och jag ar 26 år gammal. Jag bor i Lund, Sverige och jobbar som sjukskoterska på en hjartavdeling. Jag borjade mitt handbollsaventyr redan som femåring och spelade senast i HK Ankaret i Sverige. Fram tills jag var 14 år spelade jag på M6 (strikuni), men fick byta position till H9 (høgra bakk) eftersom den  åvarande nya tranaren i laget forstod att jag var vansterhant. 
Jag ser fram emot att spela i Neistin och jag hoppas at jag ska kunna bidra med bra energi och med min erfarenhet. Jag hoppas på fullsatta laktare och bra stamning på hemmaplan. 

Neistin gleðist um, at tað er eydnast at fáa ein láman høgra bakk á liðið og gleða okkum at síggja Erik á vøllinum saman við Neistamonnum.


Neistin ynskir Erik hjartaliga vælkomnan í felagið.

7 NEISTAKVINNUR ÚTTIKNAR

08.07.2023

U19 kvinnurnar eru farnar til Litava í dag, har tær komandi vikuna skulu kappast í EHF Championship kapping, sum verður leikt í Klaipeda. 

Landsliðsvenjararnir hava úttikið 16 leikarar og harav eru 7 av teimum úr Neistanum. Silja A. Muller, Lea Mohr, Silja Heðinsdóttir, Sára S. Mikkelsen, Maria P. Nólsoy, Anna S.Mikkelsen og Bjørk F. Joensen eru úttiknar til U19 landsliðið.

Føroyar eru í bólki saman við Spania, Turkalandi og Bulgaria.

Venjarar eru Simon Olsen og Christoffur Gert Nilsen. Málverjuvenjari er Annika Arge. Liðleiðari er Ann-Mari Wang og fysioterapeutur er Sebastian Christensen.

Innleiðandi dystirnir hjá Føroyum liggja soleiðis:


Mán. 10. Juli
Kl. 12.15. Føroyar-Bulgaria

Týs. 11. Juli
Kl. 12.15 Turkaland-Føroyar

Hós. 13. Juli
Kl.12.15. Spania-Føroyar

Leygardagin eru krossdystir og sunnudagin plaseringsdystir. 
Allir dystir kunnu stroymast á ehftv.com

Neistin ynskir Silju M., Leu, Silju H., Sáru, Annu, Mariu og Bjørk hjartaliga tillukku við úttøkuni og ynskja teimum, liðnum og venjaratoyminum góða eydnu.

Koyrið á Føroyar....koyrið á

U17 EUROPEAN OPEN

03.07.2023

Neistin hevur tríggjar leikarar við í U17 landsliðshópinum, sum í morgun hevur vunnið 14-12 á Finnlandi í European Open í Gøtuborg í Svøríki.

Magnus Árason, Lýðar í Dímun og Brian Eyðfinnsson eru úttiknir til spennandi uppgávurnar hjá U17 landsliðnum í Svøríki.

Føroyar eru í bólki saman við Spania, Ísrael, Finnlandi og Hollandi.

Venjarar eru Mark Lausen-Marcher og Kristinn Guðmundsson

Innleiðandi dystirnir hjá Føroyum liggja soleiðis:

Mánadagin 3. Juli
Kl. 09.00. Føroyar-Finnland
Kl. 14.30. Holland-Føroyar

Týsdagin 4. Juli
Kl. 13.30. Ísrael-Føroyar
Kl. 19.30. Føroyar-Spania

Mikudagin og hósdagin verða millumumførini leikt og plaseringsdystir fríggjadagin. Allir dystir kunnu stroymast á ehftv.com, har ein bert skal uprætta sær ein brúkara.

Neistin ynskir Magnus, Brian og Lýðar hjartaliga tillukku við úttøkuni og ynskir teimum, liðnum og venjaratoyminum góða eydnu.

NÝGGJAN MÁLVERJA

02.07.2023

Neistin fær nýggjan málverja úr Japan í hópin hjá Neistakvinnum kappingarárið 2023-24.

Neistin hevur gjørt avtalu við Yui Shibuya. Yui er frá Japan og er 27 ár. Yui hevur spælt við Sony Semiconductor Manufacturing í Japan, Benfica í Portugal og Maiastars í Portugal. Yui hevur eisini verið partur av japanska U22 landsliðnum.

Yui Shibuya skal saman við Silju Muller og Maritu Arge verja málið hjá besta kvinnuliðið hjá Neistanum. Eitt spennandi og sterkt málverjutoymi. Silja Muller er partur av U19 landsliðnum, sum fara til EHF Championship í Litava í næstum.

Yui kemur til Føroyar í august og gleðir seg til avbjóðingina. Yui sigur sjálv: “I’m very happy to be part of this team. And I’m looking forward meeting many people in Faroe Islands. I will do my best to win the championship together with the team


Neistin er sera fegin um at fingið avtalu í lag við Yui og ynskir henni hjartaliga vælkomna í felagið.