Nýggjan málmann

02.08.2020

 

Neistin hevur gjørt eina eitt ára avtalu við ein málmann frá Ungarn, sum skal spæla við besta liðnum hjá neistamonnum komandi kappingarár 2020/21. Umframt at spæla sjálvur, skal hann verða málmansvenjari hjá ungdóminum og málverjunum á besta kvinnuliðnum.

Bence Godor er 20 ára gamal, føddur í okt. Í 1999 í Sárbogárd í Ungarn. Bence hevur tvey yngri systkin, sum bæði spæla kurvabólt. Bence byrjaði at spæla hondbólt, tá hann var 9 ára gamal. Tá hann var 12 ár fór hann á hondbóltsskúla í Veszprém og sum 14 ára gamal fór hann á hondbóltsakademi í Veszprém. Bence var í Veszprém í 5 ár, har hann spældi fleiri dystir í 1. Div. Seinasta kappingarár spældi Bence við HE-DO Bbraun Gyongyos í 1. Div. Bence hevur verið partur av ungarska ungdómslandsliðnum øll ungdómsárini.
Bence brennir fyri hondbóltinum og gleðir seg at gera mun í Neistanum. Bence vil gera alt fyri at vísa sína styrki og ynskir saman við málmanstoyminum at halda áfram at menna sínar førleikar, sum málmaður. Bence kemur til landið mánakvøldið 3. August.

Neistin ynskir Bence hjartaliga vælkomnan í felagið og gleða vit okkum til nýggja samstarvið.
Blátt er Gott.

TRÓNDUR SKAL SPÆLA Í SUS

19.07.2020

Neistamenn missa ein sera góðan álops- og verjuleikara. Tróndur flytur til Danmarkar at spæla hondbólt. Nýggja hondbóltsfelagið hjá Tróndi verður SUS Nyborg á Fjóni.


Tróndur Mikkelsen er 20 ára gamal, uppvaksin í Havn og hevur síðan hann var smádrongur spælt hondbólt í Neistanum. Tróndur hevur eisini verið í Jyllandi og spælt hondbólt við Skjern, har hann fekk høvið at menna seg hondbóltsliga í eitt ár. Tróndur hevur verið ein av berandi kreftunum á besta mansliðnum hjá Neistanum seinasta kappingarár. Tróndur er ein sterkur bakspælari, tá hann kemur við síni styrki og ferð, er bólturin vissur í málinum. Eisini er Tróndur sera stinnur í verjustøðu, góða timing og letur mótustøðuleikaran vita, at hann ætlar
ikki, at viðkomandi skal sleppa at skora.

Tróndur sigur sjálvur soleiðis:
Næsta kappingarár gongur leiðin hjá mær til Danmarkar at spæla hondbólt. Liðið, ið eg skal spæla við, er SUS Nyborg, sum er flutt upp í næstbestu deildina í ár. Málið hjá SUS Nyborg komandi ár, er at klára at verða verandi í deildini og hava tey tí valt at heinta nakrar leikarar útifrá.
Eg havi verið og royndarvant í SUS Nyborg og helt eg, at liðið sá sera spennandi
út við nógvum ungum leikarum við lítlum aldursmuni.
Samstarvið kom í lag gjøgnum fyrrverandi neistavenjaran, Mads Rydal, ið nú er
blivin høvuðsvenjari hjá SUS Nyborg.
Eg síggi hettar, sum ein góðan møguleika at sleppa at royna mínar dygdir á einum hægri hondbóltsstøði og síðan síggja, hvussu langt tað røkkur. 
Eg flyti til Nyborg 3. August, har eg umframt at spæla hondbólt eisini skal arbeiða.

Vit í Neistanum gleðast um, at Tróndur fær nýggjar avbjóðingar uttanlanda, hóast stórur saknur verður í honum í Neistanum. Neistin takkar Tróndi fyri hansara stóra íkast til felagið bæði sum leikari, venjari og persónur. 
Vit ynskja tær, Tróndur, alt tað besta í Nyborg og spennandi verður at fylgja tær
á tínari hondbóltsferð.
Einaferð Neistin – Altíð Neistin

NICHOLAS FERÐ VÍÐARI Á SÍNI HONDBÓLTSLEIÐ

18.07.2020

 

Nicholas Satchwell flytir við familjuni til Íslands. Nicholas skal spæla við KA í Akureyri í bestu íslandsku deildini komandi kappingarár saman við Áka Egilsnes og Allan Norðberg.


Nicholas Satchwell, sum er partvís eingilskmaður og partvís dani kom til Føroyar at spæla hondbólt við Neistanum í 2015. Tað varð skjótt greitt, at Neistin hevði gjørt sáttmála við ein sera dugnaligan málmann. Longu í 2016 varð Nicholas kosin besti málmaður í bestu deildini í føroyskum hondbólti. Nicholas hevur verið Neistanum ein tryggur aftasti skansi øll árini. Hann hevur verið framúr góður og hevur mangan meir ella minni stongt málið. Nicholas hevur verið ein av stóru profilunum á besta mansliðnum hjá Neistanum og hevur við sínum ótroyttiliga ágrýtni klára at hildið støðið, sum tí eisini endaði við, at Nicholas bleiv úttikin til føroyska A-landsliðið, sum hann eisini hevur røkt fyrimyndarliga væl. Nicholas brennir fyri hondbóltinum og hevur hondbóltsfelagið Neistin merkt hettar aftur bæði á vøllinum og ikki minst í 
felagskapinum, sum hevur so ótrúliga nógv at siga, fyri, at eitt hondbóltsfelag skal virka væl. Umframt at verða ein góður hondbóltsleikari, hevur Nicholas eisini megnað sera væl at laga seg til føroysku viðurskiftini og hevur upp á stutta tíð lært seg føroyskt. Hann bæði skilir og tosar føroyskt.

Nicholas sigur sjálvur soleiðis:
Tey seinastu árini hava nøkur feløg uttanlanda víst mær áhuga. Eg verði liðugur at læra nú í juni mánaða og tí haldi eg, at tað er rætta tíðin at royna nýggjar avbjóðingar. 
Eg tosaði bæði við venjaran í KA og við Áka og Allan, sum hava spælt í felagnum tey seinastu árini. Hettar sannførdi meg um, at felagið KA er ambitiøst og hevur eitt gott 
venjingarumhvørvi. KA hevur verið akkurát ov stutt til at koma í endaspælið tey seinastu kappingarárini, men hevur sum mál at verða millum átta tey bestu komandi kappingarár.
Hóast korona gjørdi endan av kappingarárinum annarleiðis, vil eg fegin siga stóra takk fyri allan stuðul gjøgnum míni 5 kappingarár bæði sum venjari og leikari í Neistanum – tað hevur verið ein sonn fragd. Eg gleði meg at fylgja við, hvussu leikur ferð í framtíðini og síggja, hvussu liðið og hvør einstakur leikari mennist.
Blátt er Gott.


Vit í Neistanum vilja takka Nic fyri tíðina hann hevur ríkað okkum við nógvum góðum løtum á vøllinum og eisini fyri hansara góða íkast sum venjari á dreingjasíðuni. Vit gleðast um, at tú, Nic, nú hevur fingið nýggjar avbjóðingar, hóast saknurin verður stórur. Vit ynskja tær og familju alt tað besta í Íslandi og vóna, at vit einaferð um nøkur koma at síggja teg í Neistanum aftur. Síggjast.

Einaferð Neistin – Altíð Neistin

DÁNJAL TIL SKANDERBORG

10.07.2020

 

Ein av allarbestu leikarunum á besta mansliði hjá Neistanum ferð nú av landinum at royna seg hondbóltsliga. Dánjal verður partur av hondbóltsfelagnum Skanderborg.


Dánjal Ragnarsson er 19 ára gamal, uppvaksin í Havn og hevur frá tí hann var smádrongur spælt hondbólt í Neistanum. Dánjal hevur ment seg nógv tey seinastu árini og hevur hann verið ein av profilunum á besta mansliðnum hjá Neistanum seinasta kappingarár. Dánjal er bakspælari, men hevur eisini roynt seg á vonginum og er hann kendur fyri sítt “drive” móti
málinum, skjótleika og ikki minst at skjóta mál.

Dánjal sigur sjálvur soleiðis:
Seinasta árið havi eg havt ætlanir um at fara av landinum at spæla hondbólt. Tað hevur gingist væl seinasta kappingarár og fleiri feløg hava víst áhuga. Eisini havi eg verið og royndarvant í Noregi. Beint eftir at steypafinalurnar vórðu spældar í februar komu fleiri tilboð, m.a. frá SHEA akademinum í Skanderborg. Teir bjóðaðu mær at koma at hyggja eftir umstøðunum, og eftir vitjanina har, varð eg sannførdur um, at hettar var ein góður møguleiki fyri, at eg kundi mennast víðari.
Endamálið hjá SHEA er at menna leikarar og hava tey drúgvar royndir og góð úrslit at vísa á, so eg eri glaður um at hava fingið hendan møguleikan. Umstøðurnar har eru góðar og nógvir góðir venjarar eru knýttir at staðnum, so eg vóni at fáa nógv burturúr.
Eg skal búgva á akademiinum og verði knýttur at hondbóltsfelagnum í Skanderborg, har eg skal spæla við teirra U19 liði. Vanligt er, at tey sum ganga á SHEA, umframt at fáast við hondbólt, eisini ganga í skúla, men av tí at eg bleiv studentur nú í summar, fari eg ístaðin at arbeiða.
Eg síggi hettar árið á SHEA sum eitt gott fundament at fáa. Eitt gott stað at byrja og gleði meg at sleppa í eitt professionelt hondbóltsumhvørvi, har hugsað verður um menning av tí einstaka leikaranum fyrst og fremst. Vónandi fer hettar árið at geva nógv, so eg uppá sikt fái øguleikan at spæla hondbólt á hægst møguligum støði frameftir.

Vit í Neistanum gleðast um, at Dánjal nú fær nýggjar avbjóðingar, hóast at stórur saknur verður í honum í tí bláu neistatroyggjuni komandi ár. Neistin takkar Dánjali fyri hansara stóra íkast til felagið bæði sum spælari, venjari og persónur.

Einaferð bláur – Altíð bláur innast inni :)
Vit ynskja tær, Dánjal, alt tað besta og spennandi verður at fylgja tær á tínari framtíðar hondbóltsleið.

Venjaratoymið hjá SMS liðnum hjá Neistanum er óbroytt.

10.07.2020

 

Nevndin í Neistanum er sera fegin um at kunna kunngerða, at Venjaratoymið frá 2019/20 hjá okkara besta kvinnuliði heldur fram Í 2020/21, sum er Kári Horn, Flemming Raben og Eirikur H Magnussen. Hettar venjaratoymið hevur samstarvað og virkað sera væl saman við leikarunum og felagnum sum heild. Vit gleða okkum til enn eitt kappingarár við teimum við róðrið og ynskja vit Kára, Flemming og Eirikur góðan arbeiðshug og góða eydna.
Nevndin

 

Vinnaratølini fyri lutaseðladráttin

07.06.2020

Vinnaratølini fyri lutaseðladráttin til frama fyri hondbóltsfelagið Neistan, eru nú drigin.

Tølini síggjast her.

 

1. Gávukort frá flog.fo.............................................................nr.    608
2. Gávukort frá Smyril line.....................................................nr. 2126
3. Gávukort frá SMS................................................................nr.    261
4. Gávukort frá Á handlunum...............................................nr. 1802
5. Gávukort frá Atlantic Airways...........................................nr. 1659
6. Gávukort frá Magn..............................................................nr. 1175
7. Gávukort frá Effo.................................................................nr. 2333
8. Gávukort frá Yndi................................................................nr.   885

 

Vinnararnir kunnu senda boð via sms á 218570 ella teldupost hoj@olivant.fo

 

Vinningar, sum ikki eru avheintaðir áðrenn 31. August 2020, fella aftur til felagið Neistan.

NEISTAMENN NÝGGJAN VENJARA

01.06.2020

Stefan Arnar Gunnarsson hevur skrivað undir sáttmála við Neistan kappingarárið 2020/21.
 
Arnar skal venja Okkara menn, 1.d.menn og d.18. Harumframt skal Arnar venja børn og ung í Neistanum. 

Arnar er 42 ár og íslendingur. Útbúgvin m.a. á Akureyri Technical College, B.Sc. prógv á Icelandic University of Education-Department of Physical Education og EHF master-coach í februar 2020. Arnar hevur drúgvar royndir sum venjari. Hann hevur verið venjari í 21 ár
og hevur hann arbeitt nógv við ungum leikarum. Arnar hevur verið venjari hjá D. 15-20 ár í Akureyri, høvuðsvenjari í 1. Div. hjá Selfoss, venjari í Norra - Sotra, høvuðsvenjari hjá besta liðnum hjá Fjølnir og D. 13-18 ár, venjari hjá D. 16-18 í HK og verið venjari í 2.
Bundesliga HSG Krefeld í Týsklandi.
 
Vit í Neistanum gleða okkum til samstarvið við Arnar og ynskja honum
hjartaliga vælkomnum. 
Nevndin í Neistanum ferð samstundis at takka Tróndur Kragesteen, Bartal
Kamban og David Edvardsen fyri tíðina teir sera hegnisliga hava staðið á
odda fyri besta mansliðnum hjá Neistanum.

D18, G16, D14 og D12 í FAXEKONDI-FINALUNI

13.02.2020

Leygardagin 15. Feb. og sunnudagin 16. Feb. eru teir stóru og festligu hondbóltsdagarnir í HH, har spælt verður á tí gula gólvinum fyri nógvum áskoðarum.

Faxekondi-finalurnar bæði hjá teimum vaksnu, ungu og børnunum verða leiktar hetta vikuskiftið. Høllin verður prýdd og innrættað til høvið. Tveir dagar, har hondbólturin er í hásæti,
har fólkið fær góðan og spennandi stemning at merkja.

Neistin hevur ein sølubás í høllini. Selt verður m.a. suppa v/flutes, sandwish, sodavatn, vatn, kaffi, te og góðgæti. Gleða okkum at fáa høvið at hjálpa tykkum at nøkta bæði
góma og búk.


D18, G16, D14 og D12 hjá Neistanum hava spælt seg í finaluna. Vit ynskja teimum bestu eydnu og vóna at síggja nógv blá fólk á áskoðarabonkinum til teirra finaludystir.
Møtið fjølment og stuðlið okkara liðum.

Koyr á Neistin. Blátt ER Gott

Okkara lið spæla hesar tíðir:

Leygardagin 15. Feb.

Kl. 19.30 D18 Neistin – H71 b

Sunnudagin 16. Feb.

Kl. 15.00 D12 H71 – Neistin
Kl. 16.50 D14 H71 – Neistin
Kl. 17.50 G16 Kyndil - Neistin

BLÁAR HÁLVFINALUR

05.02.2020

 
Okkara óføru Neistakvinnur og Neistamenn hava spælt seg í hálvfinaluna í Faxe kondikappingini.
 
Bæði liðini møta H71 í hálvfinalunum.
 
Vónandi møta nógvir bláir áskoðarar til dystiirnar hjá bæði kvinnum og monnum á útivølli
eins og á heimavølli.
 
Skráin sær soleiðis út:
 
MIK. 5. FEB. Í HOYVÍK
 
Kl. 20.00   H71 - Neistin
                        SMS
 
HÓS. 6. FEB. Í HH
 
Kl. 20.00    Neistin - H71
                       Okkara
 
LEY. 8. FEB. Í HH
 
Kl. 18.00   Neistin - H71
                         SMS
 
SUN. 9. FEB. Í HOYVÍK
 
Kl. 16.00    H71 - Neistin
                        Okkara
 
 
Góða eydnu øll somul. Síggjast í høllini.
             Blátt ER Gott

A-LANDSLIÐIÐ VIÐ MONNUM

15.01.2020

Nicholas Satchwell, Teis Horn Rasmussen og Rói B. Hansen eru úttiknir til A-landsliðið við monnum.

 

Teis og Rói, sum eru uppruna neistamenn, spæla nú í Danmark. Teis spælir við HEI/Skæring og Rói spælir við FIF. Báðir í 1. div., næstbestu deildini.

 

A-landsliðið spælir hettar vikuskifti 9. – 12. Januar HM – undandystir í Luksemburg.

Eitt lið kemur víðari úr hvørjum bólki, sum síðan skulu spæla play off dystir móti teimum hægri styrkismettu liðunum.

 

Føroyar taptu í gjár greitt móti Litava 36-25. Fyri løtu síðan spældu Føroyar ein sera góðan dyst móti Slovakia, har teir taptu við einum máli 26-27.

Føroyar spæla seinasta dyst í kappingini í morgin, sunnudagin 12. Januar, kl. 16.30 móti Luksemburg.

 

Neistin ynskir Nicholas, Teis og Róa hjartaliga tillukku við úttøkuni og ynskir teimum, liðnum og venjaratoyminum góða eydnu í morgin.

Venjaraskifti í Neistanum.

20.12.2019

Neistin og Mads Rydal hava í dag endað samstarvið. 
Nýggjur venjari hjá Neistamonnum verður Tróndur Kragesteen.
Vit takka Mads fyri samstarvið, og ynskja honum blíðan byr frameftir.

Neistin.

JÓLATRÆSSØLA

04.12.2019

Neistin selur jólatrø aftur í ár. Sølan er, sum undanfarin ár, uttanfyri Gundadalshøllina.

Vit hava trø í ymiskum støddum. Kostnaður 350kr. líkamikið stødd.

Eisini hava vit nøkur heilt stór trø, sum t.d. verða brúkt úti ella í høll, kostnaður 1.500kr.

 

Upp- og afturlatingingartíðir:

Mán. – fríggj.  Kl. 15.00 – 19.00

Leygardag       Kl.  10.00 – 18.00

Sunnudag.       Kl.  14.00 – 18.00

 

Komið og keypið jólatræ frá Neistanum og stuðlið samstundis.


 

FRÍÐA Í ÍSLANDI

25.11.2019

Okkara Fríða á Dunga er við á ferðini til Íslands, nú A-landsliðið við kvinnum spælir 2 venjingardystir móti Íslandi.
 
Liðini møtast á Ásvellir í Hafnafirði. Talan er um dystir, sum eru liðir í fyrireikingunum til EM-
undankappingardystirnir, sum verða í mars og mai mánaði 2020.
 
Fyrsti dystur bleiv spældur í dag, leygardagin 23. nov. kl. 17.00 og tapti Føroyar við 8 málum.
Næsti dystur verður spældur í morgin, sunnudagin 24. nov. kl. 17.00.
 
Neistin ynskir Fríðu hjartaliga tillukku við úttøkuni og ynskja vit henni, liðnum og venjaratoyminum
góða eydnu.

NIGHT CUP 2019

23.10.2019

Hósdagin og fríggjadagin í heystferiuni var árliga Night Cup tiltakið í Vestmanna. Frá Neistanum luttóku G10, G12, D12a, D12b og G14. Í Night Cup er hondbólturin í hásæti, men tann sosiali parturin fyllir eisini nógv og skapar samanhald.


- G10
G10 vóru við fyri fyrstuferð. Tær vóru 7 gentur á liðnum. Tær hugnaðu sær og høvdu tað gott saman. Genturnar høvdu ikki roynt seg í Night Cup áður, so tær vóru spentar. Tær hildu tað verða sera kool, at navnið bleiv rópt upp, tá man skoraði. G10 gjørdu bart í Vestmanna. Vunnu allar dystirnar sannførandi og vunnu gull.
Stina Madsen og foreldur tóku sær av G10 neistaliðnum.


- G12
Á G12 liðnum, sum var til Night Cup, vóru 9 gentur. Hettar var eitt blandað lið og genturnar sluppu at royna seg á vøllinum. G12 blivu nr. 3 í bólkinum, men taptu bara 2-1 ímóti vinnandi liðnum í einum spennandi dysti, har tær stríddust manniliga. Ein góður túrur í Vestmanna, har genturnar bæði fingu avbjóðingar hondbóltsliga og hugnaðu sær saman.
Lovisa Niclasen var við sum venjari.


- D12
D12 megnaðu at luttaka við tveimum liðum í ár. Tvey sterk lið og bæði kláraðu seg væl.
D12a gjørdu ikki mætari enn at vinna gull. Spældu móti H71 í finaluni og vunnu fult uppiborið. Eitt sera flott liðavrik. D12b vóru bólkaðir í tí sterkasta bólkinum av trimum. Teir vunnu
klárt tann fyrsta dystin og taptu síðan móti H71 a og Víf a, sum fara at kappast í toppinum í A-bólkinum. Neistin D12b spældu væl upp ímóti teimum bestu og sást stór menning á liðnum. Gilli Lorenzen og Eyðun R. Jensen vóru við sum venjarar.


- G14
G14 hjá Neistanum høvdu 13 gentur á liðnum hendan dagin. Tær kláraðu seg væl í teirra bólkaspæli. G14 vunnu tveir dystir á Stjørnuni og ein móti Víf. Javnt bleiv í stigum millum nr. 1 og nr. 2 í bólkinum og skuldi málmunurin avgerða vinnaran í bólkinum. Boð komu frá dómaraborðinum, at Neistin hevði málmunin og var tí í finaluni. Genturnar vóru glaðar og spentar og byrjaðu at hita upp.......men løtu seinni komu boð um, at ein roknifeilur varð
gjørdur og at Víf átti finaluplássið og ikki Neistin. Genturnar fingu ein rutsjebanatúr sum vildi nakað. Gleði og sorg alt í einum. Tættari einari finalu kann man tó valla koma enn G14 gjørdu
hendan dagin. 
Jóhannes Bjørgvin var við sum venjari.


Nevndin takkar tykkum øllum fyri at hava umboðað Neistan so flott og virðiliga. Hjartaliga tillukku til vinnararnar G10 og D12. Sera væl kempa øll somul. Vit gleða okkum at fylgja tykkum nú kappingin ferð at byrja.

KVINNURNAR NÝGGJAN LEIKARA

01.10.2019

Neistin og Ana Blagojevic hava skrivað undir sáttmála. Ana skal spæla við besta kvinnuliði hjá Neistanum komandi kappingarár 2019/20.

Ana er 24 ár og uppvaksin í Serbia. Ana er ein skotsterkur bakspælari.

Ana byrjaði at spæla profesionellan hondbólt, tá hon var 14 ár. Hon hevur spælt við ZRK Rudar frá Kostolac, ZRK Macva frá Sabac, ZRK Pozarevac, HK Handbolti frá Íslandi og Zurd Koper frá Slovenia.

Ana var við Neistahópinum í Danmark á venjingarlegu. Hon venur væl við og gleðir seg at sleppa at verða ein partur av liðnum til dyst eisini. Ana bíðar eftir uppihaldsloyvinum, sum krevst fyri at kunna spæla hondbólt í Føroyum.

Neistin ynskir Anu hjartaliga vælkomna í felagið við vón um eitt gott kappingarár.

MARGIT OG FRÍÐA Á A-LANDSLIÐIÐ

25.09.2019

MARGIT OG FRÍÐA Á A-LANDSLIÐIÐ

Tveir Neistaleikarar úttiknir á A-landsliðið hjá kvinnum.
Margit Weihe Frímundsdóttir og Fríða á Dunga eru í dag farnar til Póllands til EM-undankapping við A-landsliðnum, sum telur 16 leikarar. Venjaratoymið er Ágúst Jóhannsson, Sophus Dal Christiansen og Hlynur Morthens (málverjuvenjari).
Føroyar eru í bólki saman við Póllandi, Rumenia og Ukraina. Í morgin, mik. 25. sep., spæla kvinnurnar móti Póllandi kl. 19.30 fø. tíð í polska býnum Kwidzyn.
Sunnudagin 29. Sep. spæla Føroyar á heimavølli í høllini á Hálsi kl. 17.00 mótu sterku hondbóltstjóðini Rumenia.
Neistin ynskir Margit og Fríðu hjartaliga tillukku við úttøkuni og ynskir teimum, liðnum og venjaratoyminum góða eydnu.

NEISTIN LUTTEKUR Í FREGATCUP

06.09.2019

Neistakvinnurnar eru farnar til Danmarkar á venjingarlegu.

Neistahópurin telur 16 fólk. Venjingarlegan er frá 4.-9. Sep. 
Nógv er á skránni. M.a. samansjóing, teambuilding, venjingar og dystir.
Neistakvinnurnar eru tilmeldaðar luttøku í eini hondbóltskapping í Ebeltoft í Jútlandi, sum eitur Fregatcup. Hettar er eitt stevnu-vikuskifti, har øll liðini, sum luttaka fáa innivist frá 6.- 8. Sep. Danir kalla stevnuna fyri eina “Senior kvalitetsstævne”. Fregatcup syrgir fyri gisting, mati, sosialum tiltøkum, høll at venja í og tryggja 4 dystir. Kappingin byrjar leygarmorgunin 7. Sep. Okkara kvinnur spæla kl. 10.00 dk tíð móti Øresund Håndbold.
Venjaratoymið, sum er við, er Kári Horn, Flemming Raben, Eirikur Magnussen og Guðrun Horn.

Neistamenn høvdu eitt venjingarlegu vikuskifti í Tórshavn seinasta vikuskifti.
Nógvar venjingar vóru á skrá. Neistarúmið varð karmur um hugna við góðum mati og fyrireiking til komandi kappingarár. Venjingarlegan endaði við einum venjingardysti móti VÍF, sum Neistamenn vunnu 31-27.

Lionsbikarið verður spælt í vikuskiftinum og okkara menn luttaka.
Dysturin verður spældur í Hoyvíkshøll leygardagin 7. Sep. Kl. 18.00, H71 – Neistin

 

Síggjast í høllini.

Neistin
Blátt er Gott

Venjingarætlanin 2019/20 klár

26.08.2019

Tímarnir í fimleikarhøll vænta. Teir verða kunngjørdir seinni.