Fimm Neistamenn úttiknir
07.08.2018
U20 landsliðið við monnum
20.07.2018
Maja í Neistan
11.06.2018
Svøríki : Føroyar
02.06.2018
Venjaratoymið hjá Neistakvinnunu
28.04.2018
Neistin hevur nú undirskrivað sáttmála við Birgir Hansen og Kára Nielsen.
Teir verða, saman við liðleiðaranum, Eiriki Magnussen, venjaratoymið hjá besta kvinnuliðnum hjá Neistanum komandi kappingarár.
Birgir tók við sum venjari hjá kvinnunum í nov. Í fjørð og eru vit sera glað fyri, at hann heldur áfram.
Kári Nielsen er 60 ára gamal og uppvaksin í Havn. Arbeiðir hjá Betri trygging og hevur altíð verið og er ein sannur ítróttarmaður. Eins og Birgir er Kári kyndlamaður. Hevur verið venjari í Kyndli og H71, umframt at hann hevur roynt seg sum bæði U-lands og A-landsliðsvenjari.
Birgir og Kári hava arbeitt nógv saman í hondbóltshøpi og samstarva teir sera væl.
Kári hevur eisini verið ein partur av venjaratoyminum hjá besta kvinnuliðnum hjá Neistanum tær síðstu vikurnar av farna kappingarárið.
Nakað av venjaraskifti hevur verið tey seinastu 2 árini hjá kvinnunum og eru vit tí sera fegin um, at kvinnurnar saman við Birgiri, Kára og Eiriki kunna arbeiða víðari við teirra menningarætlan. Ein tilgongd, sum vónandi um ikki alt ov langa tíð førir kvinnurnar upp á tindarnar aftur.
Neistin ynskjir Birgiri, Kára og Eiriki góða eydnu og alt tað besta í komandi kappingarárið 2018/19.
Neistamenn í finaluni
17.04.2018
Neistin spældi sín seinasta dyst í Vestmanna 8. Apríl og endaðu teir á 2. Plássi í grundspælinum og tryggjaðu sær sostatt annað finaluplássið. Neistin gjørdist nr. 2 við 33 stigum og H71 nr. 1 við 34 stigum og sigast kann, at talan er um tvey sera jøvn lið.
Neistamenn hava arbeitt hart í vetur og hava teir eitt lið við bæði royndum og minni royndum leikarum, sum gevur eitt spennandi og mennandi umhvørvi. Neistamenn við venjaratoymi hava givið Neistafólki/áskoðarum eina sera góða hondbóltsuppliving í ár og eru nú tveir ella tríggjir sera spennandi og avgerandi finaludystir eftir.
Meðan leikarnir heilt vist fara at gera sítt allar allar besta á vøllinum mikukvøldið og leygarkvøldið (sunnukvøldið), so mugu vit bláu áskoðarar ikki gloyma, at vit eisini mugu gera okkara allarbesta og stuðla okkara leikarum til ein sigur.
Byrja verður við upphiting í kantinuni í HH mikukvøldið 18. Apríl kl. 19.00
- Suppa og okkurt drekkandi verður at fáa til tey vaksnu.
- Pylsubreyð, pizzasniglar, kips og saft verður til børnini
Og, sjálvandi, verður eisini andlitsmáling.
Minnist til at verða í BLÁUM.
NEISTIN ER NUMMAR EITT………………
NEISTIN
Blátt er Gott
Mikudagin 18. Apríl kl. 20.15 í HH
Neistin - H71
Atgongumerki til dystin í HH:
Vaksin. 100 kr.
Børn 8 - 17 ár. 30 kr.
Børn 0 - 7. Ár. Ókeypis
Leygarkvøldið 21. Apríl kl. 19.00 í Hoyvíkshøllini
H71 - Neistin
A-Landsliðið við kvinnum
28.03.2018
U20 landsliðið við kvinnum
22.03.2018
Nicholas Satchwell
22.03.2018
Neistin 87 ára stovningardag
21.03.2018
Vegna nevnd Neistans ynskja vit øllum Neistafólki hjartaliga tillukku við 87 ára degnum.
Neistin er eitt stórt felag við yvir 300 limum. Vit kunnu fegnast um, at talið av børnum og ungum støðugt veksur og er hettar eitt tekin um, at í Neistanum er gott at vera. Vit hava ein sera raskan hóp av børnum og ungum, sum hvørja viku venja miðvíst fyri at blíva góðir hondbóltsleikarar og fyri at hava tað stuttligt saman. Vit eru sera heppin og stolt av at hava ein so góðan og stóran hóp av børnum og ungum at mynda Neistan.
Einki felag uttan lið í bestu deildini. Neistin hevur “altíð" havt bæði kvinnu og manslið við í bestu deildini, sum í dag eitur Hvonn og FTZ deildin. Neistin hevur vunnið nógv FM og hava ofta verið steypavinnarar við. Í ár rukku so hvørgin av liðnum steypafinalunum, men mennirnir eru sera tætt FM finaluni. Vit gleðast um at síggja, at bæði kvinnu og manshópurin hvørja viku arbeiðir hart fyri at kunna kappast har tað er stuttligast, nemmiliga millum tey bestu. Mennirnir hava nú í nøkur ár verið í eini menningartilgongd við nógvum ungum og nýggjum leikarum og byrja teir í ár at vísa úrslit av hesum, sum sæst á stigatalvuni. Kvinnurnar hava nógv tey seinastu árini verið fastur fúsur í finalunum, men eru tað ikki í ár, tí tær nú eru við at byggja eitt nýtt og ungt lið upp og eru tí í somu menningartilgongd, sum mennirnir hava verið. Alt tekur tíð. Ein útbúgvingartíð er til alt, eisini eitt samanspælt hondbóltslið.
Vit mugu ongantíð undirmeta týdningin av at hava kvinnur og menn við í toppinum í bestu deildini. Leikarnir í bestu deildini eru ímyndin fyri okkara børn og ungdómsleikarar. Tískil gleðast vit um, at okkara kvinnur og menn vilja geva seg hundra prosent til hvørja venjing og dyst og vísa vegin fyri okkara ungu, sum vónandi sjálvi einaferð koma at mynda bestu liðini.
Neistin hevur bara dugnaligar venjarar og vilja vit nýta høvið at geva teimum eina hjartans tøkk. Árið í ár hevur eydnast sera væl. Hóast, vit kanska ikki liggja nr. 1, so eru vit sera tætt við. Nógv lið liggja nr. 2 og 3 á stigatalvuni og høvdu vit ikki minni enn 6 ungdómslið í steypafinaluni í ár. Eitt sera gott ár, sum er úrslit av góðari venjing bæði í ár og árini frammanundan.
Vit kunnu ongantíð virðismeta ov nógv tað stóra sjálvbodna arbeiðið, sum foreldur, hjálparfólk og neistavinir annars gera og hava gjørt fyri børnini, tey ungu og okkara kvinnu og manslið í Neistanum. Tit eru altíð fús at heita á og eru ikki bangin fyri at taka fatt í bæði gaman og álvara. Nevnd Neistans er so sera fegin um at eiga so nógvar eldsálir í felagnum. Uttan tykkum hevði tað snøkt sagt ikki borið til. Fantastiskt at kenna, at vit eru nógv, sum ynskja Neistanum væl, brenna fyri hondbóltinum og at vit í felag kunnu gera Neistan til eitt gott og mennandi hondbóltsfelag.
Stóra takk fyri.
Hjartaliga tillukku øll somul.
Bestu heilsir
Nevndin
Rasmus & Stina
27.02.2018
Umframt at spæla hondbólt sjálvi, geva tey eisini av sínum royndum, sum ungdómsvenjarar.
Jeppe Borch
26.02.2018
Seks ungdómslið í steypafinaluni
17.02.2018
G18, D18, G16, D16, G14 og D10 hjá Neistanum hava spælt seg í finaluna í Faxe Kondi steypakappingini og verða finaludystirnir spældir í vikuskiftinum.
Spennandi verður at fylgja hesum liðum og vænta og vóna vit, at nógv fólk kemur í høllina at heppa og stuðla okkara leikarum. Karmarnir verða eisini serligir í ár. Høllin á Hálsi er nú liðugt útbygd og er dupult so stór. Nógv fleiri áskoðarapláss eru og noyðist eingin at setast aftur at fara í høllina at hyggja, orsaka av plásstroti longur.
Góðu leikarar:) Neistin ynskir tykkum øllum, finalistunum, hjartaliga tillukku og góða eydnu. Minnist til, at hava spælt seg í finaluna, er ein sigur í sær sjálvum. Tit eru longu millum tvey tey bestu í landinum í steypakappingini. Koyrið á, gevið alt tit eiga og eitt sindur afturat.
Finaludystirnir verða spældir hesar tíðir:
Leygardagin 17. Feb.
G18. Kl. 18.00 Neistin - H71
D18. Kl. 19.30. Neistin - H71
Sunnudagin 18. Feb.
D10. Kl. 13.30 Neistin - VÍF
G14. Kl. 15.50. Neistin - H71
G16. Kl. 17.50. Neistin - H71
D16. Kl. 19.25.Neistin - H71
NEISTIN BLÁTT ER GOTT
Høvuðsstuðul hjá ungdómsdeildini
01.12.2017
Betri høvuðsstuðul hjá ungdómsdeildini hjá Neistanum.
Neistin hevur gjørt stuðulssáttmála við Betri P/F fyri kappingarárini 2017-2018 og 2018-2019, har Betri verður høvuðsstuðul hjá ungdómsdeildini hjá Neistanum.
Hondbóltsfelagið Neistin var stovnað í 1931 og hevur um 300 limir, og 31 lið í kappingini komandi vetrarhálvu. Harafturat eru nógvir leikarar í 3-6 ára aldrinum, sum enn ikki eru í kappingum.
Felagið hevur lið í øllum ungdómsdeildum umframt bestu deildini hjá monnum og kvinnum.
Á myndini síggja vit Silju Heðinsdóttir og Fríða Mørk Hentze saman við Petur Elias Petersen og Súnu Mørk.
Súna Mørk, forkvinna í Neistanum sigur: “Neistin er stórt felag við nógvum evnaríkum leikarum. Vit eru sera fegin um stuðulin, sum ger tað møguligt at geva Neistaungdómi eitt mennandi læru umhvørvi. Neistin leggur stóran dent á ungdómsarbeiðið í felagnum og leggur nógva orku í, at umhvørvið, har tey ungu koma, er gott og at trivnaðurin er í hásæti.
Nógv børn og ung eru virkin í Neistanum, og hondbóltsligi felagsskapurin eggjar til rørslu og samanhald. Tí eru vit sera glað um at stuðulsavtalan við Betri ger, at Neistin framahaldandi kann styrkja aðalmálum felagsins.
Petur Elias Petersen, leiðari í privatkundadeildini hjá Betri Trygging í Tórshavn sigur: “ Vit eru fegin um at stuðla ungdómsdeildini hjá Neistanum. Neistin hevur sera nógv lið í ungdómsdeildunum og nógvar evnaríkar leikarar, sum um nøkur ár helst fara at gera seg galdandi í bestu deildunum hjá
Neistanum.
Hondbóltsítróttin er sera góð fyri ungdómin. Hon er m.a. við til at skapa karmar fyri sosialari samveru og samanhaldi hjá ungu leikarunum í Neistanum. Eisini er hondbóltsítróttin við til at styrkja um heilsuna hjá teimum ungu. Vit ynskja Neistanum eitt gott kappingarár og gleða okkum til samstarvið komandi tvey árini “
Tórshavn 1. desember 2017.
Petur Elias Petersen, Betri Trygging
Súna Mørk, forkvinna í Neistanum
Góð byrjan
02.11.2017
Ikki kann sigast annað enn, at neistakvinnurnar fingu eina góða byrjan við Birgir Hansen á síðulinjuni.
Neistin spældi móti Stjørnini í gjárkvøldið og vunnu tær 27-20. Hálvleiksstøðan var 16-8. Neistakvinnurnar vístu beinanvegin, at tær vóru betra liðið við góðum spæli og góðum geisti. Allir leikarar fingu spælitíð og samstarvið millum venjaratoymið og leikarar sýntist longu at koyra væl.
Birgir Hansen er nýggi venjarin hjá besta kvinnuliðnum hjá Neistanum. Birgir er uppvoksin í Havn og er 57 ára gamal. Birgir hevur nógvar royndir innan hondbóltsverðina. Hann er kyndlamaður, men hevur tó verði í bláum áður, eisini sum venjari hjá okkara besta kvinnuliði. Hann hevur roynt seg sum A-landsliðsvenjari hjá monnum við sera góðum úrslitum. Eisini hevur Birgir gjørt “Tann føroyska leistin” til HSF.
Hjálparvenjari hjá Birgir er Stina Madsen, sum verður spælandi hjálparvenjari. Stina Madsen er úr Jútlandi, 36 ára gomul vongspælari og fyrrverandi landsliðsleikari. Hon hevur nógvar royndir bæði sum leikari og ungdómsvenjari.
Okkara trúfasti, Eirikur Magnussen, er framhaldandi ein partur av venjaratoyminum, sum liðleiðari.
Neistin ynskir venjaratoyminum góða eydnu og alt tað besta hetta kappingarárið 2017/18.
Okkara kvinnur og menn spæla aftur mikukv. 8. Nov. Í HH
Hvonn kl. 18.30 Neistin - STÍF
FTZ. Kl. 20.00 Neistin - STÍF
Blátt er Gott
Samstarvið við Danilo steðgað
10.10.2017
Samstarvið millum Neistan og Danilo Gagliardi, høvuðsvenjara hjá fremsta kvinnuliði felagsins, er steðgað.
Neistin takkar Danilo fyri tíðina, hann hevur verið venjari og fyri hjálpsemið í felagnum.
A-landsliðið hjá kvinnum
26.09.2017
Fýra neistakvinnur umboða Neistan á A-landsliðnum hjá kvinnum, sum í dag eru farnar til Serbia at spæla EM-undankappingardyst.
Marjun Falkvard Danberg, Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Brynja Høj og Daniella Joensen eru úttiknar á A-landsliðið hjá kvinnum.
Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at kvinnulandsliðið er við í EM-undankapping og har við luttekur í so stórari altjóða kapping.
Avbjóðingin er stór hjá okkara kvinnum. Føroyar eru í bólki við Serbia, Svøríki og Makedonia, ið eru sera sterkar hondbóltstjóðir.
A-landsliðið spælir í Serbia hósdagin 28. Sep. Kl. 17.00 føroyska tíð og í Føroyum í høllini á Hálsi sunnudagin 1. Okt. Kl. 17.00
Neistin ynskir Marjun, Margit, Brynju og Daniellu hjartaliga tillukku við úttøkuni og ynskir teimum, liðnum og venjaratoyminum við okkara Scott Harrington á odda góða eydnu.
So góðu Neistafólk, stór sum smá. Komið øll niðan í høllina á Hálsi sunnudagin 1. Okt. Kl. 17.00 og stuðli okkara kvinnum.
Síggjast í høllini💪
Venjingartíðir:
12.08.2017
Góðu leikarar, venjarar og foreldur.
Loksins eru venjingartíðirnar hjá øllum aldursbólkum komnar uppá pláss.
Tó so, byrjar hetta venjingarskema ikki fyrr enn 11.september (orsøkin eru seinkingar í arbeiðinum í Høllini á Hálsi)
Vit vilja tó fegin, og gera alt fyri at allir aldursbólkar sleppa at venja í næstu viku, við at leggja onkrar venjingar saman.
Serstøk boð um hesar venjingar hjá teimum ymisku aldursbólkunum koma út á teir einstøku FB-bólkarnar
Takk fyri tolsemi øll somul :-)
Vinarliga
Súna Mørk
Neistin
Venjaratoymið hjá G12
12.08.2017
G12 fáa nýggjar venjarar komandi kappingarár.
Scott Harrington og Drós Ragnarsdóttir.
Eitt nýtt og spennandi venjaratoymið, sum tilsamans hevur venjararoyndir, hondbóltsroyndir og sera stóran áhuga í at verða venjarar.
Scott og Drós gleða seg til kappingarárið 2017-18 saman við G12 og ynskja vit teimum góða eydnu.
U19 landsliðið hjá monnum
03.08.2017
Jónsvein Dulavík Joensen umboðar Neistan á U19 landsliðnum, sum í hesum døgum luttekur í summarkapping í Viborg, sum nevnist Generation handball.
Føroyska liðið hevur leikt og vunnið seg víðari í A-endaspælið eftir tveir sigrar og tveir javnleikir.
Neistin ynskir Jónsvein, liðnum og venjaratoyminum góða eydnu.
U17 kvinnulandsliðið
30.07.2017
Aftur fýra neistaleikarar við á landsliði.
Ingunn Kristina Persson, Hjørdis Viðstein, Anna Heðinsdóttir Clemmensenog Sólbjørt Høj eru úttiknar til U17 landsliðið, sum í dag eru farnar til Makedonien at spæla EM-kapping.
Spælt verður eftir nýggja leistinum við 1. og 2. Deild, við upp og niðurflyting, har londini verða styrkismett eftir undanfarnum úrslitum. Í alt 36 lond tilmeldaði.
Sekstan tey fremstu spæla sjálvt EM ella W17 EURO, meðan hini 20 londini spæla W17 Championship. W17 Championship er deilt í 2 bólkar við 10 londum í hvørjum.
Føroyar spæla í Skopje í Makedonien í bólki A saman við Sveis, Póllandi, Grikkalandi og vertstjóðini Makedonien. Fyrsti dystur hjá Føroyum verður spældur mánadagin 31. Juli kl. 15.00 (lokala tíð) móti Sveis.
Neistin ynskir Ingunn, Hjørdis, Annu og Sólbjørt hjartaliga tillukku við úttøkuni og ynskir teimum, liðnum og venjaratoyminum góða eydnu.
U 21 landsliðið hjá monnum.
16.07.2017
Fýra neistaleikarar við í U21 landsliðshópinum.
Rói Berg Hansen, Teis Horn Rasmussen, Rune Olsen og Pætur Mikkjalsson eru úttiknir til U21 landsliðið hjá monnum, sum eru farnir søguliga túrin til heimsmeistarakapping í Algeria í morgun.
Føroyar eru komnar í ein sterkan bólk saman við stóru hondbóltstjóðunum Týskland, Norra og Ungarn, ið eisini eru ein av favorittunum at vinna HM. Føroyar eru harumframt í bólki við Suðurkorea og Kili, sum eisini eru torfør mótstøðulið.
Fyrsti dystur verður leiktur týsdagin 18. Juli kl. 14.00 móti Kili.
Neistin ynskjir Róa, Teis, Rune og Pætur hjartaliga tillukku við úttøkuni og ynskja teimum, liðnum og venjaratoyminum.
U 17 dreingjalandsliðið
02.07.2017
U17 dreingja landsliðið
Ikki færri enn 7 neistaleikarar á U17 landsliðnum.
Jóna á Argjaboða, Jónas Rasmussen, Gilli Sjúrðarson Holm, Rókur H Joensen, Dánjal Ragnarsson, Tróndur Mikkelsen og Jóhannes Bjørgvin eru úttiknir til U 17 landsliðið.
Tíðliga í morgun fóru teir til Svøríkis, Gøteborg, har teir skulu luttaka í European Open.
Føroyar eru í innleiðandi umfarinum í bólki B saman við Svøríki, Slovakia og Estonia. Kappingin byrjar í morgin 3. Juli og endar fríggjadagin 7. Juli.
Vant hevur verið hart og miðvíst í longri tíð, og gleða vit okkum at frætta, hvussu leikur ferð.
Neistin ynskir Jón, Jónas, Gilla, Rókur, Dánjali, Trónda og Jóhannes hjartaliga tillukku við úttøkuni og ynskja teimum, liðnum og venjaratoyminum góða eydnu.
Venjarar D 12 - 2017/18
29.06.2017
Vit eru sera fegin um at kunna kunngerða, at venjaratoymið hjá D12 kappingarárið 2017/18 verður Einar Martin Hjalt Jacobsen og Kári Horn.
Bæði Einar Martin og Kári hava nógvar royndir innan venjaraøkið. Eitt sterkt og gott venjarapar, sum gleðir seg til komandi avbjóðingarnar saman við D12. Vit ynskja Einar Martin og Kára góða eydnu.
Venjarar hjá D10 - 2017/18
19.06.2017
Neistin arbeiðir við at fáa venjarakabalina hjá øllum barna og ungdómsliðunum at ganga upp til næsta kappingarár og eru vit næstan komin á mál.
Hvør, ið skal venja hesi liðini er ikki líkamikið, men er tað sera týdningarmikið, at liðini fáa góðar venjarar og venjarar, sum tíma og tí eru vit sera fegin um at kunna avdúka, at venjaratoymið hjá D10 kappingarárið 2017/18 verður Gilli N. Lorenzen, Jóhannes Meling Henriksen og Scott Harrington.
Hesir tríggjir venjarnir eru kendir í venjararollini og gleða seg at fara í gongd við at venja D10 og hjálpa teimum at mennast og gerast betri hondbóltsleikarar. Vit ynskja Gilla, Johannes og Scott góða eydnu.
Flott avrik hjá kvinnulandsliðnum
18.06.2017
3 Neistavenjarar og 2 Neistaleikarar eru við í søguliga avrikinum hjá kvinnulandsliðnum.
Við sigrum á Grikkalandi og Finnlandi, hevur Føroyar tryggja sær pláss í EM undankappingini.
Nú bíða Svøríki, Serbia og Makedonia. Dystirnir verða leiktir í septembur í ár og mars, mai og juni í 2018.
Vit í Neistanum ynskja Scott Harrington, Sigrun Mikkelsen, Nicholas Satchwell, Marjun F. Danberg og Daniellu Joensen hjartaliga tillukku við flotta úrslitinum. Vit eru glað tykkara vegna og stolt av megnar avrikinum.
Tvær Neistagentur í Skjern
08.06.2017
U14 gentur, sum hava verið partur av leikaramenningini hjá HSF í vetur, hava verið í Skjern á hondbóltsferð. Frá Neistanum vóru Bára M. Isaksen og Petra Larsen. Tær hava verið burtur í 4 dagar, har tær vandu, høvdu gestavenjarar, spældu dystir, teambuilding o.a. Túrurin varð sera væl eydnaður og fingu tær nógv burturúr hondbóltsliga. Við sum venjarar á ferðini vóru Fredrik Wollan, Brynja Høj og Marianna Holm Jacobsen. Liðleiðari var Hallur Danielsen.
A-landsliðið hjá monnum
12.06.2017
Eliesar Rubeksen, Torstein Balle, Frank B. Askildsen og Tróndur J. Kragesteen eru úttiknir til A-landsliðið hjá monnum.
Teir fóru til Danmarkar leygarmorgunin og spældu har ein venjingardyst móti HØJ, sum teir vunnu. Frá mánadegnum 12. Juni til sunnudagin 18. Juni, luttekur A-landsliðið í hondbóltskapping í Gabrova í Bulgaria. Emerging Nations Championship er kapping fyri smá og miðal tjóðir í hondbólti. 16 lond eru við í kappingini og eru Føroyar í bólki saman við Kina, Armenia og Moldova.
Vit ynskja Eliesar, Torstein, Frank og Trónda hjartaliga tillukku við úttøkuni og ynskja teimum, liðnum og venjaratoyminum góða eydnu.
A-landsliðið hjá kvinnum
06.06.2017
Marjun Falkvard Danberg og Daniella Joensen eru úttiknar til A-landsliðið hjá kvinnum, sum í hesum døgum er farið til Danmarkar á venjingarlegu, áðrenn farið verður til Grikkalands, at spæla EM-undandystir. Spælt verður móti Grikkalandi 10. Juni kl. 19.00 og móti Finnlandi 11. Juni kl. 15.00
Birita Ingolfsdóttir var eisini ein partur av hópinum, sum hevur lagt nógva orku og arbeiði í at umboða Føroyar í Grikkalandi, men var so óheppin at bróta beinið og verður hon tí ikki við á hesum sinni.
Vit ynskja Marjun og Daniellu hjartaliga tillukku við úttøkuni og ynskja teimum, liðnum og venjaratoyminum góða eydnu.
Rói til FIF
01.06.2017
Rói Berg Hansen var í mai mánað og royndarvandi í Danmark í Fredriksberg hjá hondbóltsfelagnum FIF. Tað gekst Róa so mikið væl, at hann beint eftir venjingina fekk at vita, at FIF vildi hava Róa til DK at spæla við teimum. Rói og hansara nýggja hondbóltsfelag hava avtalað, at hann flytur til Keypmannahavn aftaná HM kappingina hjá U21 landsliðnum í manshondbólti, sum verður 18. Juli í Algeria. Rói er ein partur av U21 bruttohópinum og venur nógv og miðvíst fram ímóti úttøkuni í juli til hendan søguliga túrin.
FIF er flutt upp í 1. Div. Í ár og er hondbólturin tí á einum hægri støði enn Rói er vanur við. Hann gleðir seg at sleppa at royna seg har og tekur spentur móti avbjóðingini.
Rói hevur spælt við Neistanum í nógv ár og hevur veruliga gjørt seg galdandi í FTZ deildini. Rói er ein sera góður og seriøsur leikari. Hann hevur verið ein sera týðandi leikari í FTZ hópinum hjá Neistanum. Í farna kappingarári gjørdis hann ikki minni enn nr. 5 á toppskjúttalistanum við heili 139 málum í FTZ deildini.
Tað verður stórur saknur í Róa í Neistanum, nú hann ferð at royna nýggjar leiðir, men vit gleðast hansara vegna. Vit ynskja Róa góða eydnu og bíða spent til hann um nøkur ár vónandi kemur heim aftur til Neistan við fullum ryggsekki av royndum.
Daniella, Bára og Mona
24.05.2017
Umframt Stinu Madsen, verða trý nýggj andlit at síggja í hópinum hjá besta kvinnuliðnum hjá Neistanum komandi ár.
Talan er um Daniellu Joensen, Báru Krosslá Mortensen og Monu Poulsen. Tó hava vit sæð bæði Daniellu og Monu í tí bláu blusuni fyrr.
Daniella Joensen er bakspælari og hevur spælt við VÍF í fleiri ár, har hon hevur verið ein týðandi leikari. Daniella hevur spælt tvey av sínum ungdómsárum í Neistanum og kunnu vit gleðast um, at hon nú er komin heim aftur.
Bára Krosslá Mortensen er ein sera góður strikuspælari og hevur spælt við VB øll síni ár. Bára hevur fingið arbeiði í Havn og valdi tí at skifta hondbóltsfelag og eru vit sera glað fyri, at hon valdi Neistan.
Mona Poulsen er málverji og hevur altíð spælt í Neistanum. Eftir loknan lesna í Danmark hevur Mona valt at koma heim aftur til Føroyar og at spæla hondbólt við Neistanum.
Vit ynskja Daniellu, Báru og Monu hjartaliga vælkomnar og góða eydnu
Neistin gjørt sáttmála
22.05.2017
Neistin hevur gjørt avtalu við 2 danskar leikarar frá 1. Aug. 2017. Rasmus Søby úr Jútlandi, 32 ára gamal vinstra handaður bakspælari. Stina Madsen úr Jútlandi, 36 ára gomul vongspælari.
.
Rasmus Søby, sum skal spæla við besta mansliðnum hjá Neistanum komandi kappingarár, er ein sera royndur leikari. Hann hevur spælt sum professionellur hondbóltsleikari í fleiri ár. Hann hevur m.a. spælt í hesum feløgum: Bjerringbro FH, Fyllingen IL, Artepref Aranda, HSG Varel, ASV Hamm, Lemvig/Thyborøn, Mors-Thy. Rasmus spælir í løtuni við Fredericia HK í 1. div.
.
Stina Madsen, sum skal spæla við besta kvinnuliðnum hjá Neistanum komandi kappingarár er eisini ein royndur leikari. Hon hevur m.a. spælt við Slagelse FH/DT, FCK håndbold, Team Esbjerg og HC Odense. Stina hevur eisini roynt seg sum ungdómsvenjari.
.
Rasmus og Stina liva saman. Tey gleða seg sera nógv til hesa avbjóðingina í Føroyum og vóna at kunna geva av sínum royndum til bestu liðini hjá Neistanum, sum eru í besta blóma við nógvum ungum leikarum.
.
Neistin ynskir Rasmus og Stinu hjartaliga vælkomin í felagið við vón um eitt gott komandi kappingarár.
Scott Harrington ungdómsmennari
19.05.2017
Scott Harrington heldur fram sum ungdómsmennari komandi kappingarár hjá Neistanum.
Scott Harrington kom til felagið fyri 2 árum síðani og bleiv settur at menna okkara venjarar og ungdómslið. Scott hevur heilt víst sett sín serliga dám á ungdómsarbeiðið. Scott er ein sera dugnaligur og frintligur hondbóltsvenjari. Hann er ungur, hevur góða og nýggja hondbóltsútbúgving, sum eisini sæst aftur í hansara venjingarhátti.
Tað tekur tíð hjá einum felag og einum ungdómsmennara at vísa úrslit, men vit halda at ætlanin at leggja á annan bógv, er væl á veg og búnast við tíðini. Arbeitt hevur verið miðvíst við at skapa eitt nýtt venjingarumhvørvi og eina nýggja mentan bæði fyri leikarar og venjarar síðan Scott kom í 2015.
Arbeiðsorkan hjá Scott verður tí eisini serliga ætlað okkara børnum og ungu leikarum komandi ár kappingarár. Hann kemur at leggja dent á menning av einstaklingum, liðspæli og ikki minst menning av okkara venjarum. Hann kemur at geva víðari av sínum hondbóltskunnleika til allar aldursbólkar bæði til venjing og til dystir.
Málið hjá okkara ungdómsmennara er at geva okkara børnum, ungdómsleikarum og venjarum nakrar nýggjar førleikar, so teir mennast og gerast góðir hondbóltsleikarar/
Vit gleða okkum at arbeiða saman við Scott komandi kappingarár og ynskja honum góða eydnu.
Venjarartoymið hjá besta kvinnuliðnum
17.05.2017
Neistin og Danilo Gagliardi hava longt teirra samstarvsavtalu eitt ár.
36 ára brasilski venjarin Danilo Gagliardi skal verða høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum hjá Neistanum aftur komandi kappingarár.
Scott Harrington verður hjálparvenjari og okkara trúgvi neistamaður Eirikur Magnussen verður liðleiðari.
Hetta venjaratoymið er nýtt. Tó hava teir arbeitt saman í toppdystum seinasta kappingarár. Venjarnir koma at hava eitt sera spennandi lið at arbeiða við við bæði royndum og ungum óroyndum leikarum.
Vit gleða okkum at síggja Danilo, Scott og Eirikur samstarva og ynskja teimum góða eydnu.
Tróndur, Rósing & Jákup
15.05.2017
Men tað gleðiliga er, at teir allar flestu koma eisini heim aftur.
Tað er nú greitt at Rósing Rasmussen, Tróndur Kragesteen og Jákup Apol koma aftur til Føroyar eftir loknan lesna.
Tríggjir góðir hondbóltsleikarar, sum hava spælt saman gjøgnum ungdómsárini í Neistanum, koma nú heim og verða ein partur av Neista FTZ hópinum og verður hetta uttan iva ein góður styrkur hjá Neistanum.
Vit ynskja Tróndur, Rósing og Jákup hjartaliga vælkomnum og góða eydnu.
Áki Mørk hjálparvenjari
11.05.2017
Tað verður Áki Mørk, sum skal hjálpa Jeppa Borch og besta mansliðnum hjá Neistanum komandi kappingarár.
.
Áki Mørk er 35 ár, útbúgvin lærari og býr í Tórshavn. Sigast kann eisini, at Áki er ein kendur maður í Neistahøpi. Hann er uppvoksin í einari góðari, sterkari Neistafamilju og eigur hann nógv sporini á vøllinum í í tí bláu draktini og hevur Áki eisini drúgvar royndir sum venjari hjá m.a. okkara besta mansliði.
.
Vit eru sera fegin um at síggja Áka, sum ein part av venjaratoyminum hjá monnunum aftur og ynskja honum hjartaliga vælkomnum og góða eydnu.
Høvuðvenjari hjá fremsta mansliði
31.03.2017