Tíðindi


Neistamenn brynja seg til komandi kappingarárið

11.08.2016

Scott Harrington sum stóð á odda fyri Neistamonnum seinnu helvt av seinasta kappingarári heldur fram sum venjari, og afturat sær hevur hann Ára Rouch.

Liðið er mannað við ungum leikarum, sum saman við ársins málmanni í fjør Nicholas Satchwell fara at mynda liðið.

Neistin hevur harafturat styrkt seg til komandi kappingarár við norskum leikara. Talan er um 27- ára gamla spælskiparan Christopher Lorenzo Moe, sum seinastu árini hevur spælt í bestu norsku honbóltsdeildini.

Christopher hevur drúgvar royndir sum hondbóltsleikari bæði í Danmark og í Noregi, og hann er longu komin til Føroya og venur við Neistamonnum.

Fyrireikingarnar til komandi kappingarár eru av álvara farnar í gongd, og spennandi verður at síggja hvussu langt unga Neistaliðið kann koma.

Scott Harrington verður umframt venjari hjá besta mansliðnum eisini ungdómsmennari í felagnum.

Neistin møtir rumenskum liði

19.07.2016

Í dag hevur lutakast verið, hvussu spælast skal í fyrsta umfari í Evropæisku kappingunum fyri lið.

Einasta føroyska liðið, sum hevur meldað til eru greipuvinnararnir hjá kvinnum, Neistin.

Tær skulu í fyrsta umfari møta rumenska liðnum CSM Ploiesti. Liðið endaði í fjør sum nr 6 í rumensku kappingini.

Dystirnir verða spældir vikuskiftið 10/11 september og 17/18 september. Fyrireikingarnar eru nú farnar í gongd, og ætlanin er at fáa annan dystin heima

Evropacup dystirnir verða samstundis fyrsta avbjóðingin hjá nýggja brasilska venjaranum hjá Neistakvinnum, Danilo Gagliardi

Danilo skal venja Neistakvinnurnar

07.06.2016

Neistin hevur í dag skrivað sáttmála við brasilska Danilo Gagliardi, um at venja kvinnuliðið hjá felagnum komandi kappingarár. Danilo er 35 ára gamal og kemur úr einum starvi hjá brasilska hondbóltssambandinum, har hann seinastu árini hevur verið partur av toyminum rundan um brasilska kvinnulandsliðið, sum í 2013 gjørdist heimsmeistari í hondbólti.

Danilo er í Føroyum hesa vikuna og kunnar seg um umstøðurnar, og í gjárkvøldið hevði hann eisini eina venjing við Neistakvinnunum. Mikukvøldið kl. 19 stendur hann á fyrsta sinni á odda fyri Neistakvinnunum, tá tær spæla venjingardyst í Høllini á Hálsi móti U 18 kvinnulandsliðnum. Seinni í vikuni venur hann eisini onnnur lið hjá Neistanum

Neistakvinnur, sum seinasta kappingarár vunnu 41. Føryameistaraheitið í hondbólti, hava stórar ætlanir til komandi kappingarár, millum annað hevur felagið meldað til evropisku kappingina hjá EHF.

Danilo er giftur við Julianu og tey flyta bæði til Føroya í august, tá hann tekur við

starvinum sum venjari.

 

 

Neistakvinnur eru føroyameistarar

24.04.2016

Eftir tepran 13-12 sigur í seinnu finaluni móti Kyndli í gjár hava Neistakvinnur tryggjað sær føroyameistaraheitið annað árið á rað. Hettar er samstundis 41.ferð, at kvinnurnar hjá Neistanum gerast føroyameistarar.

Fyrru finaluna mikukvøldið vann Neistin sannførandi 25-17. Men seinna finalan gjørdist ein heilt annar dystur. Hvørki Neistin ella Kyndil fingu álopsspælið at rigga, verjuspælið var hart, og málini vóru fá.

Hinvegin var spenningurin stórur allan dystin. Eftir fyrra finalusigurin var javnleigur nóg mikið hjá Neistanum til at vinna meistarheitið. Kyndil mátti vinna, um ein triðja finala skuldi spælast.

Liðini fylgdust allar 60 minuttirnar. Langt var millum málini, og tá farið varð til hálvleik, var Neistin á odda 6-5. Gongdin var tann sama í seinna hálvleiki. Tað gekk sera striltið hjá báðum liðum at fáa bóltin í málið, og tá 10 minuttir vóru eftir av dystinum, stóð á jøvnum 10-10.

Avgerandi løtan kom hálvanannan minutt fyri leiklok, tá Kyndil, sum var í álopi og aftan fyri við einum máli, fekk útvísing fyri skeiva útskifting. Kyndil misti tí bóltin, og Neistin kundi geva sær góða tíð, vælvitandi at Kyndil mátti skora tvey mál afturat fyri at fáa ein triðja finludyst. Í allar seinastu sekundunum skoraði Brynja Høj sigursmálið til endaliga úrslitið 13-12.

Vit ynskja spælarum og venjarum hjartaliga til lukku við føroyameistaraheitinum. Eitt avbera flott avrik.

 

NEISTAKVINNURNAR AVGREIDDU FYRSTA FM-FINALUDYSTIN SANNFØRANDI

22.04.2016

Kvinnurnar hjá Neistanum høvdu sera gott tak á Kyndli í fyrru FM-finaluni mikukvøldð. Neistin legði seg á odda í fyrsta álopi, og Kyndil megnaði ongantíð at hótta Neistaliðið, sum endaði við at vinna heili 25-17.​

Neistin tykist at hava tamarhald á dystinum frá fyrsta bríksl. Verjuspælið og málmansavrikið vóru frálík eins og í øllum teimum undanfarnu dystunum, sum Neistin hevur spælt móti Kyndli í ár. Harafturat riggaði álopsspælið sera væl, og fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum fekk Neistin meira enn 20 mál móti Kyndli.

Vísa kvinnurnar sama góða hondbóltsspæl og stíðsvilja í finlauni leygardagin (í morgin), so verða tær uttan iva føroyameistarar fyri 41.ferð. Hjá Neistanum er nóg mikið við javnleiki leygardagin. Kyndil skal hinvegin vinna, um ein triðja finala skal spælast sunndagin.

Besti málskjútti hjá Neistanum í finaluni var Marjun Danberg við 8 málum. Eir Berg og Jacklin Durhuus gjørdu 4 mál hvør, Birita Jacobsen fekk 3 mál, Nicoleta Hansen og Brynja Høj skutu 2 mál í part, og Lilja Mohr og Barabara Nattestad Johannesen fingu 1 mál hvør.

Dysturin í morgin, leygardagin, byrjar kl.15.00 í Høllini á Hálsi

NEISTAKVINNURNAR Í FM-FINALUNUM

21.03.2016

Hóast harðastu kappingarneytarnir hjá Neistanum hava fýra dystir eftir at spæla, er longu greitt, at Neistin verður annað liðið í FM-finalunum. Kvinnurnar tryggjaðu sær finaluplássið, tá tær við unga málverjanum Margit Weihe Fríðmundsdóttir á odda vunnu greitt móti Kyndli í høllini á Hálsi hóskvøldið.

Tað var eitt skert Neistalið, sum fór á vøllin í gjárkvøldið. Hvørki Marjun F. Danberg, sum alt kappingarárið hevur verið álitið í bæði verju og álopi, ella Fríða Petersen, ið hevur víst avbera gott málmansspæl í vetur, vóru tøkar til dystin.

Hetta tyktist kortini ikki at nerva kvinnurnar, sum stríddust manniliga í verjuni allan dystin. Og tá tann 16 ára gamla Margit Weihe Fríðmundsdóttir samstundis var ein sannur brandur í málinum, var tað sera torført hjá Kyndli at fáa bóltin í málið. Álopsspælið há Neistanum var heldur einki at prála av, og hetta sást á máltalvuni. Tá 24 minuttir vóru spældir av fyrra hálvleiki, legði Neistin seg á odda 3-1. Hálvleiksstøðan var 6-4 til Neistan.

Tá átta minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, stóð á jøvnum 8-8, men so fór Neistin frá Kyndli, og endaði við at vinna dystin 17-12. Dagsins leikari var uttan iva Margit Weihe Fríðmundsdóttir, sum ferð aftan á ferð bjargaði skotunum frá Kyndilskvinnunum.

Besti málskjútti hjá Neistanum var Lilja Mohr, sum gjørdi 6 mál. Nicoleta Hansen gjørdi 3, Eir Berg og Brynja Høj 2 mál hvør, og Birita Jacobsen, Drós Ragnarsdóttir, Katrin á Neystabø og Jacklin Durhuus skutu 1 mál í part.

Kvinnurnar liggja fremst í landskappingini við 30 stigum fyri 17 dystir. Kyndil, sum hevur spælt 16 dystir, hevur 22 stig, og VÍF, sum eisini hevur spælt 16 dystir, hevur 21 stig. Kyndil og VÍF hava 4 dystir eftir at spæla, og sostatt er longu greitt, at Neistin verður annað liðið í FM-finalunum.

Neistakvinnur aftur steypavinnarar

03.03.2016

Annað árið á rað hava kvinnurnar hjá Neistanum megnað at vunnið steypafinaluna. Í sera spennandi finalu eydnaðist kvinnunum hjá Neistanum at vinna gull í steypakappingini við teprum 17-16 sigri móti VÍF.

Tað var annars VÍF, sum kom nógv betur frá byrjan, og tá farið varð til hálvleik, vóru kvinnurnar úr Vestmanna á odda 11-8. Men í seinna hálvleiki kom vend í. Neistakvinnur stríddust manniliga og komu skjótt á odda 13-12, og tær hildu leiðsluna líka til dystarenda.

Tá seks minuttir vóru eftir av dystinum, var Neistin frammanfyri við 3 málum, og dysturin tóktist at vera avgjørdur. Men VÍF gavst ikki so, og fekk minka munin niður í 17-16. Kvinnurnar úr Vestmanna høvdu eisini ein gyltan møguleika at javna, tá tær fingu brotskast ein minutt fyri leiklok. Men Fríða Petersen, sum stóð ein branddyst í Neistamálinum, bjargaði brotskastinum, og harvið endurvunnu Neistakvinnur steypakappingarsteypið, sum tær eisini vunnu í fjør.

Tann sera vælleikandi Fríða Petersen varð eftir dystin kosin til dagsins spælara hjá Neistanum. Tað var serliga Fríðu fyri at takka, at VÍF bara fekk 5 mál allan seinna hálvleik.

Besti málskjútti hjá Neistanum var Marjun F. Danberg, sum gjørdi 6 mál.

85 ára føðingardagsveitsla

01.03.2016

Kæru Neistafólk.
Komið við í 85 ára føðingardagsveitslu 12. Mars kl. 19.30 í B36-húsinum! 
Á skránni verður:
- Góður matur – 3 rættir.
- Undirhald
- Góður dansur við Chill
Hetta kann vera “startskotið” til Partille Cup. Har vit sum foreldur, avvarðandi, leikarar og onnur kunnu hugna okkum saman, koma at kennast betur, og frameftir kunnu standa sterkari saman.
Nevndin vónar sjálvandi at undirtøkan verður góð .

Meldið til við at senda teldupost til neistin1931@gmail.com. Til ber eisini at boða frá á tlf. 218480.
Tilmeldingarfreistin er leygardagin 5. mars 2016 og aldursmarkið er 18 ár.

85 ára føðingardagsveitsla

01.03.2016

Kæru Neistafólk.
Komið við í 85 ára føðingardagsveitslu 12. Mars kl. 19.30 í B36-húsinum! 


Á skránni verður:
- Góður matur – 3 rættir.
- Undirhald
- Góður dansur við Chill


Hetta kann vera “startskotið” til Partille Cup. Har vit sum foreldur, avvarðandi, leikarar og onnur kunnu hugna okkum saman, koma at kennast betur, og frameftir kunnu standa sterkari saman.
Nevndin vónar sjálvandi at undirtøkan verður góð .

Meldið til við at senda teldupost til neistin1931@gmail.com.
Til ber eisini at boða frá á tlf. 218480.

Tilmeldingarfreistin er týsdagin 1. mars 2016 og aldursmarkið er 18 ár.

Finaluklárar

06.02.2016

Eingin ivi man vera um, at tað sat í høvdinum á spælarunum hjá báðum pørtum, at vit høvdu trý mál at lora av, tá seinna hálvfinalan millum kvinnurnar hjá okkum og grannunum var á skránni í dag. Sjálvandi royna spælarar altíð at siga sær sjálvum, at talvan er rein undan dystinum, men í hálvfinalum er líkt til, at seinni dysturin altíð skal verða framúr spennandi.

Frá byrjan var tað Kyndil, sum setti seg á tað mesta. Tær grønu tóktust grammari enn okkara, alt fyri eitt vóru tvey mál á muni. Ein munur, sum at kalla helt sær allan dystin. Onkra tíð togaðu vit okkum upp, so eitt mál var á muni, og onkra tíð toygdi Kyndil munin upp í trý mál, men so heldur ikki meira.

Vakurt hondbóltsspæl var ikki tað, sum vigaði mest í dystinum. Kyndil hevur seinastu ferðirnar roynt seg við rættiliga kontantum spæli móti okkum, og hesa ferð var einki undantak. At kalla allan fyrra hálvleik tóktist hetta eisini rigga hjá teimum grønu. Okkara spælarar høvdu dekan ov góðan hug at bakka undan í nærdystunum, og tað er ikki nøkur serliga góð uppskrift, um tú vilt vinna eina hálvfinalu. Eftir steðgin ljósnaði eina løtu. Serliga fingu vit væl fatur á verjupartinum, og hóast talan ongantíð gjørdist um nakra málveitslu, so ótu vit so líðandi at annars hóttandi stóru leiðsluni hjá Kyndli.

Ikki minst átti Marjun Danberg sín stóra leiklut í hesum. Allan dystin á tamb var hon stóra álopshóttanin hjá okkum. Seks ferðir av seks møguligum skoraði hon við brotskasti, umframt at hon eisini negldi fimm bóltar inn í opnum spæli. Týdningarmesti av hesum mundi helst koma, tá knappliga tríggir minuttir vóru eftir á talvuni. Vit fingu støðugt nógvar útvísingar í dystinum, og hesa løtuna spældu vit fýra móti seks. Tvey mál vóru á muni, og tí var spenningurin í heldur størra lagi. Spælt varð væl og leingi í álopinum, og so var at royna uppstilling, tá dómararnir dømdu tríggjar-metrar og samstundis lyftu armin á loft. Her steinaði Marjun bóltin í netið til 16-15. Ikki bara var hetta ein ordans uppercut til tær grønu, sum annars høvdu sæð sær møguleikan at økja til trý mál. Hetta merkti samstundis, at Kyndil nú skuldi vinna við fýra málum, og so noyddust tær at forcera seinastu løtuna.

Tað gjørdi ikki nervarnar minni, at vit fyrst sløsaðu eitt álop burtur, umframt at Eirikur var somikið mælskur, at bonkurin fekk tveir fingrar. Men Kyndil kom ikki nærri enn til 17-15. Fríða hevði ikki tann heilt stóra dystin í málinum hesaferð, men hon stóð ísakøld, tá Turið Arge skuldi lobba av veinginum, og so kláraðu vit at halda á mál. Aftur hesa ferð eru vit í steypafinaluni, har mótstøðuliðið hesaferð verður VÍF. Eingin ivi er um, at vit tá skulu toga annað og betri spæl fram, um vit skulu hava gullið. Men vit bæði vóna og trúgva, at spælararnir klára at betra um avrikið til ta tíð.

So er spurningurin bara, um tað verður tvær ferðir Neistin á finaludegnum. Menninir hava truplan setning, tá teir taka móti StÍF í morgin. Strandingarnir vunnu fyrra dystin við fýra málum, men tað er nú ikki øll verðin í einum hondbóltsdysti, so øll blá hondbóltshjørtu hava allar góðar orsøkir til at fara niðan í høllina í morgin kl.15.00

Kyndil-Neistin 17-15 (10-7)
Neistin í finaluna við samanlgt 32-31

Málskjúttar hjá Neistanum: Marjun F. Danberg 11(6), Birita Jacobsen 1, Eir Berg 1, Nicoleta R. Hansen 1, Brynja Høj 1

Neistakvinnur knógvaðu Kyndli

04.02.2016

Í sera spennandi hálvfinalu í steypakappingini vann Neistin í gjár ta fyrru grannauppgerðina móti Kyndli. Dysturin endaði við 17-14 sigri til Neistakvinnur.

Eins og í teimum undanfarnu landskappingardystunum millum Neistan og Kyndil hetta kappingarárið, var sigurin fingin í hús við sterkari verju og góðum málmansspæli. Álopsspælið riggaði hinvegin ikki væl, og harafturat vórðu nógvir málmøguleikar brendir.

Kyndil legði bragdliga fyri og kom á odda 2-0. Hjá Neistanum gekst striltið at skora, og fyrsta málið kom ikki, fyrr enn 6 minuttir vóru spældir. Men so kom glið á hjá Neistanum, samstundis sum Kyndil hevði trupult við at skora.

Tá farið var til hálvleiks, var Neistin á odda 11-7, og líkt var til, at Neistakvinnur fóru at renna frá Kyndli. Men so varð ikki. Í 12 minuttir miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk Neistin einki mál, og brádliga var leiðslan minkað niður í 1 mál. Tá 2 minuttir vóru eftir av dystinum, var støðan 15-14 til Neistan.

Neistakvinnur vardu manniliga og forðaðu Kyndli í at skora seinastu minuttirnar. Samstundis megnaði Neistin at skora 2 mál afturat, og kvinnurnar hava sostatt eina trímáls leiðslu undan seinnu hálvfinaluni, sum verður leygardagin. 

Fyri Neistan gjørdu Lilja Mohr og Marjun Danberg 4 mál hvør, Eir Berg gjørdi 3 mál, Birita Jacobsen fekk 2 mál, og Jacklin Durhuus, Drós Ragnarsdóttir, Brynja Høj og Nicoleta Hansen skutu 1 mál í part.

Komu ov seint úr jólaferiu

03.01.2016

Í trý korter høvdu vit einki sum helst at siga í grannauppgerðini, men brádliga vaknaðu menninir, og so var um reppið, at stig vórðu bjargað úr vónleysari støðu

Orðið “jólaferia” er vælsaktans tað, sum best lýsir avrikið hjá okkara monnum fyrstu drúgvu løtuna av grannauppgerðini móti Kyndli.

Væl vita vit, at navnalistin hjá Kyndli telur størri nøvn enn tey á okkara lista, men hinvegin hava vit upp til fleiri ferðir prógvað, at sami navnalisti í sjálvum sær ikki nýtist at hava tað heilt nógva at siga. 

Tá er týdningarmiklari, at menn standa saman sum eind, og at stríðsviljin altíð verður hildin í hásæti, men tað var nú so sum so við hesum fyrstu 45 minuttirnar ella so í dag.

Eina lítla løtu fylgdust liðini, men longu um miðjan fyrra hálvleik kom avgerandi løtan í dystinum. Tað vilja altíð koma løtur í einum dysti, har alt ikki gongst eftir vild. Stóra kynstrið í hesum løtum er at halda høvdið kalt, og at finna fram til onkran form fyri grundspæl, so rútman aftur kann koma inn á liðið.

Hetta gloymdu vit fullkomuliga seinna korterið av fyrra hálvleiki. Ferð eftir ferð varð bólturin tveittur burtur, tí menn ikki vóru nóg neyvir, ella tí tol ikki varð víst í álopspartinum, og frá 5-5 endaði hálvleikurin við 15-9 leiðslu til teir grønu.

Hetta gjørdi støðuna mest sum vónleysa, og í gott korter eftir steðgin vóru eingi tekin um broyting. Støðan var nú 23-14 til Kyndil, men brádliga ressaðust okkara við. Tað tóktist eisini, sum var orkan við at ganga undan hjá mótstøðumonnunum, og so kundu vit eta av leiðsluni.

Tað gjørdist til eina kapprenning móti klokkuni, men ólukkutíð gingu sekundini akkurát ov skjótt. Vit skoraðu átta mál á rað seinastu 13 minuttirnar, og sjálvandi iðra vit okkum um, at vit ikki onkra einstaka aðra ferð høvdu hepnið við okkum, so úrtøkan kundi verið eitt stig ella bæði tvey.

Tað tænir okkara monnum til rós, at vit soleiðis stríddu okkum aftur, tá alt annars sá púrasta vónleyst út. Men veruleikin er eisini, at vit fyrst og fremst kunnu takka okkum sjálvum fyri vónleysu støðuna. Tað kostaði ov nógv, tá vit undan steðginum mistu tamarhaldið á bæði okkum sjálvum og dystinum í drúgt korter.

Men vit kunnu altso væl og virðiliga brúka seinasta korterið av dystinum sum prógv fyri, at vit hava eitt lið, sum ikki gevur upp, hóast tað sær svart út. Verður tann hugburðurin galdandi komandi umførini, er eingin sum helst ivi um, at vit meira enn tí einu ferðina fara at arga onkran av teimum, sum stríðast um pláss í FM-finalunum. Og hvør veit, um vit ikki eins og í fjør kunnu gera eitt gott hál í steypakappingini.

 

Neistin-Kyndil 22-23 (9-15)

Málskjúttar hjá Neistanum: Rói Berg Hansen 9(3), Teis Horn Rasmussen 4, John í Innistovu 2, Jugoslav Djumic 2, Beinir Davidsen 2, Andras Joensen 1, Terji Mørk 1, Sjúrður Thomassen 1

Neistakvinnur staðfesta oddastøðuna

03.01.2016

Við sterkari verju og góðum málmansspæli eydnaðist tað í dag Neistakvinnum at vinna toppdystin móti Kyndli. Sigurin hevur við sær, at Neistin nú er 3 stig frammanfyri Kyndil, sum er á øðrum plássi í Hvonndeildini.

Álopsspælið var hinvegin einki at prála av í óvanliga málfátæka dystinum, sum endaði við 16-11 sigri til Neistan. Tað vóru nógvar tekniskar villur og brendir málmøguleikar í hópatali, og stórar partar av dystinum kláraðu hvørki Kyndil ella Neistin at fáa mál.

Tá góðir 10 minuttir vóru farnir av dystinum, var Kyndil á odda 5-3. Men seinastu 18 minuttirnar av fyrra hálvleiki megnaðu Kyndilskvinnur ikki at fáa bóltin framvið Fríðu Petersen, sum stóð sera væl í Neistamálinum. Tá dómararnir bríkslaðu fyri hálvleiki, tyktist Neistin at vera væl á veg móti enn einum sigri á grannunum. Hálvleiksstøðan var 10-5 til Neistan.

Men spenningur kom aftur í dystin í seinna hálvleiki, har Neistin ikki fekk nakað mál í knappliga eitt korter. Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, var leiðslan hjá Neistanum minkað niður í 2 mál. Neistakvinnur fótaðu sær kortini aftur seinastu 15 minuttirnar, samstundis sum Kyndil bara fekk 1 mál seinasta korterið, so endaliga støðan gjørdist 16-11.

Hetta er fyrstu ferð í hesum kappingarárinum, at eitt lið í Hvonndeildini bara hevur skorað 11 mál í einum dysti. Fýlast kann tí ikki á málmansavrikið og verjuspælið hjá Neistanum. Tað sama kann ikki sigast um álopsspælið, sum riggaði illa í dag.

Besti málskjútti hjá Neistanum var Marjun F. Danberg við 5 málum. Eir Berg og Nicoleta Hansen skutu 3 mál hvør, Jacklin Durhuus 2, og Lilja Mohr, Ása Dam á Neystabø og Brynja Høj gjørdu 1 mál í part.

Næsti landskappingardysturin hjá Neistakvinnunum verður móti botnliðnum VB sunnudagin 10. januar. Dysturin verður spældur í Vági.

 

Á odda í Hvonndeildini

20.12.2015

NEISTAKVINNUR AFTUR Á ODDA Í HVONNDEILDINI

Eftir sannførdandi sigur á Stjørnuni í dag, hava kvinnurnar hjá Neistanum aftur lagt seg á odda í fremstu deildini. 

Neistakvinnurnar høvdu eina heldur trilvandi byrjan í dystinum í dag. Stjørnan fylgdi væl við meginpartin av fyrra hálvleiki, men seinastu minuttirnar fyri hálvleik eydnaðist tað Neistanum at leggja seg fram um við fimm málum.

Góða gongdin fyri hálvleiksstegðin helt fram, tá seinni hálvleiki byrjaði. Fyrstu minuttirnar av seinna hálvleiki økti Neistin leiðsluna til 17-8, og dysturin var at kalla longu avgjørdur.

Endaliga úrslitið gjørdist 30-19 til Neistakvinnur, sum sostatt eru fremstar í Hvonndeidlini, nú farið er í jólafrí.

Allir 11 útileikararnir á dómaraseðlinum hjá Neistanum komu á máltalvuna í dag. Besti málskjútti var Eir Berg við 10 málum. Drós Ragnarsdóttir, Jacklin Durhuus, Marjun Danberg og Ása Dam á Neystabø skutu 3 mál í part, Lilja Mohr og Birita Jacobsen fingu tvey mál, og Brynja Høj, Barbara Nólsoy, Nicoleta Hansen og Barbara Johannesen skutu eitt mál hvør.

Nú 11 av 20 dystum eru spældir í Hvonndeildini, er Neistin fremst við 19 stigum. Í hølunum á Neistanum er Kyndil við 18 stigum. VÍF er á triðja plássi við 14 stigum. StÍF og Stjørnan hava 6 stig, og aftast er VB við 3 stigum.

Næsti dystur á skránni hjá Neistakvinnum er toppdysturin móti Kyndli tann 3. januar 2016.

Neistakvinnur varðveita oddasessin

23.11.2015

NEISTAKVINNUR VARÐVEITA ODDASESSIN Í HVONNDEILDINI
 
Við sigri móti VB í høllini á Hálsi í dag vunnu Neistakvinnur sín sjeynda dyst á rað, og tær liggja sostatt framvegis á odda í fremstu kvinnudeildini.
 
Dysturin, sum var merktur av óteljandi tekniskum villum hjá báðum liðum, endaði við 21-18 sigri til Neistan, sum var frammanfyri 10-9 í hálvleikinum.
 
Neistafólk høvdu helst væntað ein sannførandi sigur móti VB, sum hevur staðið seg illa higartil í landskappingini. Undan dystinum í dag hevði VB bara fingið tvey stig í sjey dystum.
 
Neistakvinnurnar vóru eisini frammanfyri allan dystin, og sigurin tóktist ongantíð at vera í vanda. Kortini eydnaðistt tað ikki at renna VB um koll. Allan dystin gekk tað striltið hjá Neistakvinnum at fáa bóltin framvið málverjanum hjá VB, sum átti sín stóra leiklut í, at Neistaliðið ikki vann sær stóra leiðslu í dystinum. Størstu leiðsluna høvdu Neistakvinnnur, tá tær vóru frammanfyri við seks málum einar tíggju minuttir fyri leiklok. Men seinastu løtuna gjørdi Neistin eina rúgvu av tekniskum villum, sum VB gjørdi sær dælt av, so endaliga støðan gjørdist ein sigur á trý mál til Neistan.
 
Eir Berg gjørdist toppskjútti fyri Neistan við seks málum. Marjun Danberg gjørdi fimm mál, Birita Jacobsen fýra, Ása Dam á Neystabø og Brynja Høj skutu tvey mál hvør, og Lilja Mohr og Jacklin Durhuus gjørdu eitt mál í part.
Besti málskjútti hjá VB var Danijela Mistric við sjey málum.
 
Við sigrinum í dag eru kvinnurnar á odda í Hvonndeildini við 15 stigum fyri 8 dystir. Einasta stigið, sum kvinnurnar hava mist higartil, var í fyrsta dystinum í landskappingini, tá tær spældu javnt móti Stjørnuni í Klaksvík.
Kyndil, sum vann móti VÍF í Vestmanna í dag, er á øðrum plássi við 14 stigum, men Kyndilskvinnur hava spælt ein dyst fleiri enn Neistin. Á triðja plássi er VÍF við 10 stigum fyri 8 dystir.
 
Næstu landskappingardystur hjá Neistakvinnunum verður í høllin á Hálsi tann 6. desember. Tá verður mótstøðuliðið StÍF.
 
Komandi vikuskiftið eru tveir kvinnulandsdystir á skránni. Tá spælir føroyska A-landsliðið tveir vinardystir móti Bretlandi. Neistakvinnur eru væl umboðaður á landsliðnum. Neistaleikararnir, sum eru úttiknir, eru Fríða Petersen, Ása Dam á Neystabø, Marjun F. Danberg, Eir M. Berg, Birita Jacobsen og Brynja Høj. Dystirnir verða spælir í Klaksvík leygardagin 28. november og sunnudagin 29. november.

Akkurát av stuttir

23.11.2015

Hóast nógva fráveru í mun til ideal-uppstillingina, so var tað bert svart óhepni, sum forðaði okkum í at vinna stig móti KÍF

Hvørki Tommy ella Djumic vóru tøkir til dystin í dag, og tí var tað ein rættiliga skerdur hópur, sum í dag tók ímóti KÍF.

Kollfirðingar eru í løtuni á finalukós, og fyrstu løtuna av dystinum lótu teir ikki nakran iva vera um, at teir ætlaðu sær stigini.

So líðandi stríddu okkara menn seg tó inn í dystin. Ikki minst spældi Nicholas Satchwell seg sera væl upp, og sum heild gjørdist talan um stórdyst fyri hansara viðkomandi.

Vit fingu aftur fatur á gestunum, og í álopsspælinum høvdu vit góða variatión, har vit bæði spældu breitt og skuta av bakkunum.

Seinni hálvleikur var ikki meira enn byrjaður, fyrr enn vit fingu ein ordans hvøkk. John í Innistovu, sum hevði verið eyðsýndur fyrra hálvleik, var skjótur at skora, men okkurt gekk galið í skotroyndini, og tað sá ikki serliga hugaligt út, tá pína í rygginum gjørdi, at hann als ikki fekk gingið. Vónandi verður hann skjótur á fótum aftur, so vit aftur sleppa at síggja framúr góða vongspælið, sum hann altíð borgar fyri.

Hetta fekk tó ikki okkara at falla í fátt. KÍF hevði mest sum alla tíðina munin, men teir sluppu ongantíð avstað. Stóð fast í álopinum, hevði Teis nøkur dundurskot at borðreiða við, og tá vit móti dystarenda komu upp á 21-20 var veruligur rómur í bláa veinginum av høllini.

Tað eydnaðist tíverri ikki at halda fast. Gestirnir funnu at enda onkran vegin inn um Nicholas, og tá vit tvær ferðir á rað framdu mistøk í álopspartinum, vóru vit aftur aftanfyri.

Vit høvdu ein seinasta møguleika at javna, men hetta eydnaðist ikki, og so máttu vit taka til takkar við, at tað “næstan” gekk.

Sjálvandi irriterandi, men samstundis hugaligt at síggja hugburðin, sum okkar menn sýndu. Ikki minst, tá hugsað verður um fráveruna av fleiri av sterkastu profilunum. Tað gav so øðrum monnum møguleika at traðka til, og tað gjørdu fleiri teirra framúr væl.

Neistin-KÍF 22-23 (11-12)

Málskjúttar hjá Neistanum: John í Innistovu 5, Andras Joensen 4, Teis Horn 4, Rói Berg Hansen 3, Terji Mørk 3(2), Herbjørn Lava 1, Torkil Hentze 1, Beinur Davidsen 1

 

Fleiri nýggj andlit í nevndini

09.11.2015

Fleiri nýggj andlit at síggja í nevndini hjá Neistanum
Eftir aðalfundin hjá Neistanum, hevur nevndin skipað seg soleiðis
  • Súna Mørk, forkvinna
  • Marin Augustinussen, næstforkvinna
  • Barbara Høj, kassameistari
  • Sylvia Berg Johansen, skrivari
  • Andrea Heindriksdóttir, nevnarlimir
  • Maria í Akrabyrgi, nevndarlimir

Tiltakslimir eru:

  • Kristianna Mohr
  • Jacobina Kjærbæk
     

Komandi dystir hjá bestu liðum felagsins:

04.11.2015

Kvinnurnar,  Neistin-VÍF spæla kl.18.30
Mennirnir,  Neistin-VÍF spæla kl.20.00
 

Komandi dystir hjá bestu liðum felagsins:

24.10.2015

Sunnudag 25.okt kl. 14.30 Stíf-Neisitin, Hvonn
Mikudagin 28.okt Kl. 20.00 Stíf-Neistin, FTZ

Truplir útidystir á skránni

09.10.2015

Bæði kvinnur og menn hava truplar útidystir á skránni um vikuskiftið

Leygardagin skulu kvinnurnar til Vágs, har VB altíð hevur ein sera sterkan heimaskansa. Higartil hevur VB bert spælt tann eina dystin í Hvonn-deildini, og hann varð taptur. Tí er einki at ivast í, at tær eru svangar eftir einum sigri.

Hinvegin eru okkara kvinnur ósigraðar higartil, og vónandi stendur tann veruleikin eisini við leygardagin.

Dysturin hjá kvinnunum byrjar kl.15.00, leygardagin. 

Menninir skulu til Kollafjarðar, har KÍF tykist væl á veg til at líkjast liðnum, sum fyri tveimum árum síðani domineraði føroyskan hondbólt.

Heilt á mál eru kollfirðingarnir langt ífrá komnir, men nýggi venjarin tykist hava fingið spælararnar í røttu venjingina, og øll vita vit jú, at kollfirðingar altíð berjast til tað seinasta. So er at vóna, at okkara menn gera tað sama, og at nógvir áskoðarar taka ferðina gjøgnum tunnilin, so stuðulin verður av tí besta.

Dysturin hjá monnunum byrjar kl.16.00, sunnudagin

Góðan dyst!

 

Minihondbóltur hjá Neistanum

07.10.2015

Minihondbóltur hjá Neistanum byrjar mánadagin eftir heystfrítíðuna

Nú byrja vit skjótt aftur við minihondbóltinum hjá Neistanum

Minihondbóltur er fyri børn í aldrinum 2 til 6 ár, bæði gentir og dreingir

Venjingartímin í ár, er sum undanfarna ár, mánadag kl.17 til 18 í Skúlanum við Løgmannabreyt.

Fyrstu ferð vit hittast er mánadagin 19.oktober kl.17.00

Hjartaliga vælkomin!

Neistin

vit eru á Facebook

Fyrstu dystirnir

30.09.2015

Fyrstu dystirnir hjá bestu liðunum hjá monnum og kvinnum vóru í Hoyvík og í Klaksvík
Hondbóltskapppingin byrjaði í síðstu viku. Fyrstu dystirnir hjá Neistanum vóru móti H71 og Stjørnuni. Mennininir taptu teirra fyrsta dyst í Hoyvík 27 - 16, meðan kvinnurnar spældu javnleik í Klaksvík 19 - 19. Sunnudagin spældu so bæði liðini  aftur og tá var tað móti teimum grønu. Hesin sunnudagurin varð ein sera góður bláur dagur. Bæði kvinnur og menn gjørdi sítt arbeiði til lítar og vunnu uppiborið. Mannfólkadysturin endaði sannførandi 32 –25 til Neistan og kvinnudysturin 21 – 18 til Neistan.
 
Vóninar undan kappingini eru góðar, tí bæði Neistaliðini hava roynst væl í venjingardystunum. Eisini vunnu bæði liðini  stórsteypadystin. Tað er eitt spennadi kappingarár sum stendur fyri framman. Vónandi síggja vit nógv blá Neistafólk í hallunum :-)
 
Næsti dystur er:
Hvonn  10.10.2015 í  Vági            VB – NEISTIN
FTZ        11.10.2015 í Kollafirði    KÍF – NEISTIN
 
Neistaliðini eru mannaði soleiðis til komandi kappingarár:
 
KVINNUR:
Málverjar: Fríða Petersen og Margit Weihe Fríðmundsdóttir.
Útileikarar: Lilja Mohr, Súsanna Pálsdóttir Nólsoy, Marjun Falkvard Danberg, Eir Berg, Birita Jacobsen,
Barbara Nattestad Johannesen, Ása Dam á Neystabø, Tórhalla Thorsteinsson, Nicoleta Hansen, Brynja Høj og Drós Ragnarsdóttir
 
Liðleiðari: Eirikur H. Magnussen
Venjarar: Flemming Raben og Jacob Jónsson
 
MENN:
Málverjar: Nicholas Satchwell, Jan Pauli Toft Johannesen og Eliesar Rubeksen.
Útileikarar:  John í Innistovu, Jón Ludvig, Rasmus Muller, Andras Joensen, Tommy Fletcher, Rói Berg Hansen, Sjúrður K. Thomassen, Herbjørn Lava, Jugoslav Djumic, Julian Lava, Pætur Mikkjalson, Teis Rasmussen, Hjalti í Jákupsstovu, Torkil M. Hentze og Terji Mørk
 
Málmansvenjari: Zeljko Jotic
Liðleiðari: Bjørn M. Mohr
Venjarar: Jónleif Sólsker og Scott Harrington
 
Blátt er gott :-)

Dupultsigur móti grannunum

29.09.2015

Bæði kvinnur og menn vunnu trivaligar sigrar, tá vit í gjár spældu dupultuppgerð móti grannunum úr Kyndli

Fyrst á skránni vóru kvinnurnar, og hóast Kyndil fekk tey bæði fyrstu málini, so var tað skjótt, at okkara vístu, hvar skápið skuldi standa.

Verjuparturin riggaði væl, og tá Kyndil ikki fekk spælt seg ígjøgnum, høvdu tær ikki so nógv onnur ráð at taka til. Og tá tær heldur ikki megnaðu at revsa okkum, tá vit gjørdu nakrar feilir í álopsspælinum, komu tær heldur ikki til løttu málini, sum so ofta avgera hondbóltsdystir.

Hjá okkum var spælið í løtum á heilt góðari leið. Vit vístu, at breiddin er í lagi, tá tá spælarar tora at taka ábyrgd, og tíbetur vóru tað fleiri, sum tordu hetta á degnum.

Eingin ivi er um, at tað enn eru nógvir lutir, sum kunnu betrast. Men hugburðurin var hesa ferð tann, sum vit eiga at kunna vænta og krevja frá okkara kvinnum, og tað í sjálvum sær kann bera langt.

Neistin-Kyndil 21-18 (11-7)

Málskjúttar hjá Neistanum: Ása á Neystabø 6, Eir Berg 5, Nicoleta R. Hansen 4, Marjun Danberg 3, Birita Jacobsen 2, Súsanna P. Nólsoy

Menninir vístu stórspæl
Hjá monnunum verður Kyndil aftur í ár roknað millum favorittarnar til pláss í FM-finaluni, men enn eina ferð prógvaðu okkara knassar, at í grannauppgerðini leggja vit ikki so nógv í, hvør er favorittur.

Frá fyrsta bríksli koyrdu vit avstað, og sum fyrri hálvleikur leið, tóktist talan veruliga at skula gerast um eyðmýking.

Eftir steðgin javnaði spælið seg nakað, men sigurin komn ongantíð í vanda, og so kundi hópurin stórliga fegnast um ein trivaligan sigur í eini fyri okkum serstakliga stuttligari grannauppgerð.

Neistin-Kyndil 32-25 (17-9)

Málskjúttar hjá Neistanum: Rói B. Hansen 8(1), Tommy Fletcher 6, Andras Joensen 3, Herbjørn Lava 3, Hjalti í Jákupsstovu 3, Jugoslav Djumic 3, John í Innistovu 2, Teis Horn 2, Rasmus Müller 1, Torkil Mørk 1

Sunnudagin 13. september bleiv spælt um Lionsbikarið.

13.09.2015

Neistakvinnurnar spældu fyrst ímóti Kyndilskvinnunum. Vit sóu eitt ungt neistalið á vøllinum í dag, sum
veruliga kempaði og vildi vinna.  Neistin var frammanfyri
teir fyrstu minuttirnar, men Kyndil tók síðan yvir. Kyndil tók leiðsluna og hálvleiksstøðan
varð 15-10 til Kyndil. Í seinna hálvleiki spældi Neistin seg væl inn aftur í dystin og tá 13 min.
vóru spældir, vóru okkara kvinnur frammanfyri 20-17. Síðan leikaði javnt á og javnleikur varð aftaná
60 min. 23-23. Umdystur bleiv 2x5 min. og lótu neistakvinnur tá, ongan ivað verða um, hvør skuldi vinna.
Dysturin endaði 30-25 til Neistan.
 
Mansdysturin var millum Neistan – VÌF. Neistamennirnir kempaðu væl og vístu, at teir kunna og
vilja verða við, har sum tað er stuttligt. Dysturin var ógvuliga javnur. Neistin tók leiðsluna teir fyrstu
minuttirnar, men VÍF kláraði akkurát at hála seg frammum, áðrenn hálvleik. Hálvleiksstøðan var 15-16
til VÌF. Fyrstu minuttirnir í øðrum hálvleiki var sera javnt, men móti dystarenda vístu neistamennirnir kulør
og drógu frá vestminingunum. Dysturin endaði 32-26 til Neistan.
 
Vit ynskja Neistakvinnum og monnum hjartaliga tillukku og takka fyri ein deiligan bláan dag.
Gleða okkum til kappingin byrjar 23. september.
 
Hvonn: Stjørnan - Neistin í KÍ - høllini
FTZ. : H71 - Neistin í Hoyvíkshøllinin

Ungdómsmennari hjá Neistanum

28.08.2015

Scott Harrington er komin til Føroya at vera ungdómsmennari í Neistanum.
 
Scott er føddur og uppvaksin í Onglandi og hevur seinastu árini verið høvuðsvenjari hjá bretska hondbóltsambandinum.

Scott er sjálvur hondbóltspælari og hevur harafturat útbúgvin úr Danmark sum hondbóltsvenjari . Scott hevur eisini eitt tíðarskeið sjálvur spælt hondbólt í Danmark.

Scott fer m.a at leiða venjaratoymið í Neistanum, og saman við nevnd og venjarum skipa ungdómsarbeiði í felagnum. Eisini fer Scott at fylgja væl við, at tann einstaki leikarin fær tað røttu tillagaða hondbóltmenningina í tøttum samstarvi við ungdómsvenjararnar, og vera við til at leggja til rættis venjingar og servenjingar við leikarunum í felagnum.

Vit ynskja Scott hjartaliga vælkomnan í Neistan

Jakob skal hjálpa Flemming

20.08.2015

Tað er nú greitt, at tað verður Jakob Jónsson, sum skal hjálpa Flemming Raben og besta kvinnuliðnum hjá Neistanum.

Komandi vetur verður tað Flemming Raben, sum verður høvðusvenjari hjá kvinnunum. Nú er greitt, at tað verður Jacob Jónson sum verður hjálparvenjari hjá besta kvinnuliði Neistans. Liðleiðari hjá kvinnunum er Eirikur Magnussen.

Maningin á liðnum er nakað broytt í mun til undanfarna kappingarár. Milica Rankovic er farin av landinum, og Birita Wardum boðaði frá, at hon nú gavst, eftir at hon í vár tók ímóti FM-steypinum.

Hinvegin eru Marianna Holm Jacobsen, Ása á Neystabø og Unn Kragesteen fluttar aftur til Føroya, og tær verða ætlandi partur av liðnum, umframt at vit sjálvandi altíð vóna, at nakrar av ungu og evnaríku spælarum í felagnum fara at troka seg framat á besta liðnum.

Spennandi verður at fylgja við hvussu leikur ferð.

Vit ynskja leikarum, venjarum og hjálparfólkum vælkomin og ynskja tykkum góða eydnu 

So fara vit í gongd aftur . . .

18.08.2015

. . . við hondbóltinum

Venjingarnar byrja aftur mánadagin 24. august

Nú summarferian er  av,  og skúlanir byrjaðir aftur, er tíðin eisini komin til, at allir Neistaleikarar finna sær hondbóltsskógvarnar fram.

Neistin ynskir øllum leikarum, teimum sum áður hava spælt, og nýggjum leikarum hjartaliga vælkomnum til enn ein nýggjan og spennandi hondbóltsvetur
Venjingarnar byrja aftur mánadagin 24. august - tó byrjar mini hondbólturin aftaná heystfrítíðina.
Vit fegnast um, at eitt stórt tal av dugnaligum venjarum eru settir, harumframt hondbóltsmennari til ungdómin.
Yvirlit yvir venjarar og venjingartíðir eru at síggja á heimasíðuni.

LIMAGJALD
Vit vilja eisini heita á tykkum, um at gjalda limagjaldið beinanvegin.
Til ber at gjalda við gjaldskorti her á heimasíðuni. Leinkjurnar til teir einstøku aldursbólkarnar síggjast til høgru her á síðuni undir ”limagjald”

Vinarliga Nevndin