Sangurin


Kom, kvøð eina vísu og Neistanum prísi
tað kunnu vit saktans og serliga nú,
vit hava gjørt kvetti,
tað ger ikki petti,
um vit fáa vóning í kvøld, eg og tú.

Niðurlag:
Neistin er nummar eitt,
tað er avgjørt og greitt,
ongin skal okkum fáa av pallinum tveitt,
bert vit halda saman
í leiki og gaman,
tá óttast vit ongan, tað er líka feitt.

Um sólin hon brennir,
og sveittin hann rennur,
tað ger ikki mun, meira vit dríva  á,
vit lofta og kasta,
og so til tann næsta,
tað ræður jú um, at vit mál kunnu fá.

Um hondbólt tú íðkar
títt likam tað fríðkar
sum Venus hin gamla tú verður at sjá
feitt-bitar og ístur
tað alt útihýst er
ein hondbóltsmoy altíð kann fríggjara fá.

Vit ferðast so víða,
sum stundirnar líða,
til Harstad og Lorvík og mong onnur støð,
við hvørt kann tó henda
at vit aftur venda
við andsperru, koyktari knæskel og gø.

Ei leggja í slíkt,
vit venjast við tílíkt,
tað herðir jú okkara likam og sál.
Tað, vit eru mentir
- vit dreingir og gentir-
at hevja upp Neistan, tað tað er okkar mál.

Tá vit verða gomul,
vit minnast øll somul
á hondbóltstíð farnu, um tað tykist sárt,
sum pápar og mammur
og tjukkar madammur
vit varðveita eldhugin, jú, tað er klárt.